30. nov, 2018

Prísurin/ágóðin

Tú veitst hetta, at øll tey í Asia hava vent sær frá mær... (2. Tim. 1, 15)

Hesi orðini standa í tí seinasta brævinum, ið vit hava frá Paulusi. Og vit kunnu kenn tað pínu, ið tey hav við sær. Hugsa um, hvat tað hevur kosta honum, at boða Evangeliið í Asia! Á hvønn hátt kundu tey kristnu venda sær burtur frá honum, tá hann hevði veri eitt amboð til teirra frelsu.

Paulus var ein bylgjubrótari í Guds ríkið. Tey stóru brotini raktu hann fyrst. Tí mátti hann gjøgnum mong stríð. Hann vildi verða tann strond, ið var vunnin fyri Harran. Hjarta hansara kundi ikki bera óndskaparins megi, sum skuldi eta Guds jørð stykki fyri stykki. Tí stillaði hann seg á odda. Og har bleiv hann standandi. Hann hevði Guds orðs grundvøll undir sínum fótum. Harrin helt hond sína yvir hann. Men í menniskjaligari fatan, so hevði hann goldið ein høgan prís.  

Mong hildu Paulus vera truplan. Hann var ikki tilreiðar til, at gera neyðsemju. Hann visti ikki hvat tað vildi siga, at tilpassað seg. Hann var alt ov álvarsamur. Hann var ikki førur fyri, at geva eina metan við javnvág. Men sum eitt ískoyti, so komu ákærurnar um, at hann var ivandi og ringur at fata. Ja, mongu høvdu ymiskt móti honum, og tað eydnaðist teimum at fáa undirtøku. Ja, sjálvt vinir hansara fóru frá honum til endans.

Eisini í dag hevur Gud bylgjubrótarar. Tað eru kristin, sum hava fingið náðigávur til at royna andarnar. Tá ódnirnar herja á Guds fólk, so koma tey til orðanna við ávaringum. Men tað er trupult hjá teimum, at fáa undirtøku. Tey flestu meina, at tey síggja alt ov myrkt uppá viðurskiftini, og eru glað um, at tað ikki finnast mong av teimum í Guds ríkið.

Tey blíva meira og meira aleinaði, tí fleiri og fleiri fara frá teimum. Dómurin í samtíðini kann verða harður, men dómur ævinleikans er ein annar.

Kærleikin til sannleikan hevur sín prís. Tann prísin mugu vit gjalda uttan vónbrot og beiskleika. Samstundis hvílir Harrans lyftir yvir teimum, sum eru trúgv móti honum. Í longdini, so ber teirra tænasta ríkt vælsignilsi. Tað er Paulus ein ímynd av, og at kvinnur og menn gjøgnum søgu Guds fólks bera fram sama vitnisburð.

Tak við læru av teimum! Gang í fótasporum teirra! Fylg teimum eftir í trúgv!