3. dec, 2018

Himmalbogari

Men borgaraskapur okkara er í Himlinum... (Fil. 3, 20)

Hoyrir tú Jesusi til, so er tú borgari í Guds Ríkið.

Tað kann óivað verð lætt, at gloyma tað! Tær jarðisku uppgávurnar yvirtaka sinn og hugsan. Samstundis liva vit í einum heimi, har orð og myndir blíva avgjørdar av eini ikki kristnari hugsan. Uttan at tað blívur sagt beinleiðis, so verður tað tosa, sum um hesin heimur er alt. Tí er tað umráðandi, at varðveita lívið á jørðini longst møguligt og at náa til ein høgan lívs kvalitet.

Vit kunnu undrast yvir, at mong kristin blíva fangaði av hesum heimi í tann mun, at tey gloyma Himmalin?

Ja, tað er ikki til at skilja!

Tá Gud gjøgnum orð sítt gevur okkum játtan um, at okkara veruliga heimland er Himmalin, so mugu vit vist mangan skamma okkum. Tað er rættuliga løgi, at vit hugsa so lívið um tann bústað, sum Jesus hevur goldið so nógv fyri, og sum hann er fari heim til at seta í stand til okkum.

Tú ert Himmalbogari. Og ert ávegis heim. Hvønn dag kemur tú eitt sindur nærri málinum.

Mangt og hvat fellir uppá pláss, tá tú sært tað í ljósinum av, at Harrin førir teg til Himmalin. Um so var, at Gud gav tær alt tað, ið tú tráar eftir her í heiminum, so vildi tú ikki nátt málinum. Tá hevði endamáli verði, at tú vildi bygt tær tí egna paradís her á jørðini.

Trongdir og royndir, sum Harrin setir á tín veg, eru tí neyðugar. Tær eru við til, at tú kanst fáa eyga á vegin frameftir og heimeftir. Mótgongd og trongd gerð tað lættari at varnast heimsins gykl og svik.

Tú er ávegis heim.

Og hvat er Himmalin?

Tað er fyrst og fremst Jesus. Her í heiminum sært tú hann ikki, sjálvt um Hann gongur við tína síðu. Í Himlinum verður tað annarleiðis. Har skalt tú síggja Hann andlit til andlits.

Í Himlinum skal Jesus eyður verða stórur fyri hjarta títt. Alt tað, ið tú gert er fylt av honum. Tú skal liva í ljósi hansara. Hann skal turka hvørt tár av eygum tínum. Tá verður eingin deyði meira, ei heldur sorg, heldur ikki skríggj ella pína.