5. dec, 2018

Tú ert mín í Himlinum

Hvønn havi eg í Himli! Og táið Tú ert mín, trái eg ongum eftir á jørðini. (Sl. 73, 25)

Ikki nakað av tí, ið tú eigur her á jørð fært tú loyvi til at varðveita. Tað er ein sannleiki, sum mong óttast fyri. Men tað er at flýggja frá veruleikanum. Men tann dagur vil koma, eins og hjá tí ríka bóndanum. Til hansara ljóðaði tað á hendan hátt: "Dári tín! Hesa nátt verður tú kravdur eftir sál tíni; hvør skal tá eiga tað, ið tú hevur savnað!" (Luk. 12, 20)

Ein dag, so minkar megi okkara, sjúka bankar uppá, og fráfaringardagurin nærkast. Ein dag blíva øll hini eftir á jørðini, meðan tú liggur í grøvini.

Alt samalt hava vit til láns. Tað finst einki, sum andi okkara ikki má sleppa.

Tað eru kristin, sum gjøgnum neyð og trongdir á ein serligan hátt blíva mint um tað. Asaf var ein av teimum. Hann bleiv hartaður fyri tað hvønn morgun, og hann stóð spyrjandi yvirfyri teimum líðingum, ið hann mátti fara ígjøgnum.

Men tað kom broytin í, tá spurningurin um ævinleikan bleiv livandi í hjarta hansara. Í tí ljósinum fánaði alt annað, og kom ikki at hava nakran serligan týdning. Og tað hevði heldur ikki hansara stóra áhuga meira, tað, at fata Guds loyndardómar. Áliti um, at hava hann í Himlinum var nokk.

Hevur tú trúgv á Jesus, so livir Hann fyri teg í Himlinum. Hann er har sum tín Frelsari og sáttargerðarmaður. Tá tú syndar, so stígur Hann fram fyri Gud, sum tín rættvísi. Tú hevur ikki uppiborið himmalsins dýrd, men Jesus hevur keyp hana til tín, við sínum blóði. Tí er tað av stórum týdningi fyri Hann, at tú fært lut í tí æviga ríkidøminum, sum hevur kosta honum so nógv.

Hugsa um hetta: Tú hevur Hann, sum hevur goldið fyri tína frelsu í Himlinum. Kanst tú tá ivast um, at tað er Guds vilji, at geva tær Himmalsins skreyt?

Tað hevur tú onga orsøk til. Tú ert keyptur til Gud, við Lambsins blóði. Tann upprisni Jesus, er tí ja til tína frelsu. Og hvar hevur tú hann? Í Himlinum frammanfyri Guds ásjón.

Tí eigur tú at bera hetta ørindi fram: “Og táið Tú ert mín, trái eg ongum eftir á jørðini.”