6. dec, 2018

Á hvønn hátt

"Eitt fattast tær: Far avstað, sel alt, ið tú eigur, og gev hinum fátæku tað! So skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!" (Mark.10, 21)

Spurningurin um frelsu var blivin álvarsamur fyri tann ríka unga mannin. Tað stendur at lesa, at hann kom rennandi til Jesus. Tað má hava vakt ans og undran hjá mongum! Eina helst tá hann fall á knæ frammanfyri Frelsaranum, og har barð síni ørindi fram: "Góði Meistari, hvat skal eg gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?" v/17 Við øðrum orðum kann sigast: “Á hvønn hátt kann eg verða frelstur?”

Hann var av álvara søkjandi, ella sagt annarleiðis, hann var andaliga vaktur og longdist eftir frið við Gud. Hann vildi fegin trúgva á Jesus og fylgja honum. Men tá tað kom til stykkis, so bleiv tað ikki av nøkrum.

Á hendan hátt er tað so mangan. Menniskju vilja í og við gjarna hoyra Jesusi til og fylgjast við honum, men so er tað eitt ella annað, sum forðar teimum at taka stigi. Og so verður alt av ongum! Ríkidømi var forðingin fyri hendan ríka unglingan. Á hendan hátt noyðist tað ikki at vera, men nú var tað hansara trupulleiki! Tað visti Jesus. Og tí segði hann við hann: “Far avstað, sel alt, ið tú eigur...”v/21. Men har setti tann ungi maðurin marki. Tað var ov nógv, at biðja um. Hann bleiv ógvuliga sorgarfullur, men helt fast um sítt ríkidømi – og fór burtur frá Jesusi.

Mangir ymiskir lutir kunnu verða orsøk til, og sum kunnu forða fyri frelsu okkara. Ein einkultur lutur kann hindra okkum í, at vit ikki vilja gjalda prísin. Lat Harran vísa tær á tínar forðingar. Hvat tað enn mátti vera, so skal tað vek! Einki má forða okkum í, at fáa lut í Guds Ríkið. Og einki er so gott, at tað í longdini kann  vinna í kapping um tann hjartans longsul eftir frið við Gud. Sig tað við Jesus, tá tú upplivir teg bundnan, so at tú ikki av hjarta kann fylgjast við honum. Hann er jú komin fyri, at loysa tað bundna og at seta fangar fríðar.