7. dec, 2018

Mín frið

Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum... (Jóhs. 14, 27)

Flest menniskju hungra og tysta í sál síni eftir friði við Gud. Ófriðurin í hjartanum ger hugsan og sinn óróligt. Tað er tungt og slítandi, at liva uttan frið við Gud. Tað slítur uppá tær dagligu kreftirnar, og ger ein máttleysan. Men tað er heldur ikki meiningin, at tú skalt liva á hendan hátt. Gud ynskir at fylla títt hjarta við einum undurfullum friði. Friður hansara kann sannast djúpt og fulla av megi, og gevur javnvág í sálina og blívur ein verja rundan um hjarta og hugsan okkara.

Frið við Gud kunnu vit ikki fáa við egnum gerðum ella strevi. Harafturímóti fáa vit frið, tá vit hava tikið ímóti, tí Guds givnu fyrigeving – tá vit eru blivin eitt við Gud! Bíblina sigur tað bart út: “Hini gudleysu hava ongan frið! (Jes. 57, 21) Men á krossinum hevur Kristus við deyða sínum skapt frið millum Gud og menniskja. Og, tí er hann okkara friður!

Um vit taka ímóti honum í trúgv, so blíva vit rættvísgjørd av Gudi. Og á tann hátt blíva vit før fyri, at taka ímóti tí innara friðin, sum ikki finst, og sum ikki fæst á nakran annan hátt. Lat okkum hava hetta heilt greitt fyri eygum okkara: “Jesus Kristus er okkara friður!”  Ikki okkara sigrar, ikki okkara angur, og umvending, ikki okkara heilaggering, okkara bønir og innaru kenslur. Nei, Kristus er sjálvur friðurin!

Tá Kristus kemur inn í okkara hjarta, so sleppa vit undan synda pínuni. Vit fáa harafturímóti syndanna fyrigeving í Jesusi, tí hann hevur bít um pláss við okkum. Hann tók dómin hjá okkum og straff okkara – og afturfyri fáa vit lut í hansara rættvísi og hansara uppfylling av lógini. Tá vit trúgv hesum – og hava álit á hesum, tá kemur friðurin inn í hjørtu okkara.