16. dec, 2018

Ein spurningur

Men á Zionsfjalli skal vera flokkur av undanslopnum, og tað skal vera heilagt; og hús Jákups skal fáa aftur ognir sínar. (Obadias v/17)

Jesus fekk ein dag ein spurning um, um tað vóru fá, ið blivu frelst. Hann svaraði spurninginum við at siga, at man mátti stríðast fyri, at koma inn gjøgnum tað tronga portri. Mong skulu royna, at koma inn, men eru ikki tilreiðar til tað.  Tað, sum Jesus roynir at siga her er, at vit skulu ikki vera so upptikin av hvussu nógv koma inn í Himmalin. Tað, sum hevur týdning er, at vit saman við Jesusi leggja alla orku í, at koma inn.

Jesus sigur á ,øðrum stað, at tað eru fá, sum vilja koma til Himmals. Og grundgevingin til tað er sera einkul. Menniskju vilja ikki umvenda seg, og byrja uppá, at ganga tann smala vegin, sum førir til lívið. Tað er beinleiðis skeivt, at kasta skuldina á Gud, at tað eru fá, ið blíva frelst. Skuldin er bert hjá menniskjanum. Okkara himmalski pápi vil nevniliga frelsa øll: “Honum, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.”(1. Tim. 2, 4) Tey, sum hava hoyrt Guds orð boða, so er einki annað enn teirra egna herðing, mótspæl og vantrúgv móti Gudi, sum forðar fyri, at tey ikki blíva frelst. Menniskju vilja ikki lata seg frelsa! Tey flestu fólkini vilja nevniliga ikki til Himmals. Annars vildu tey fyri langari tíð síðani verði farin í fylgi við Guds einfaldu ferðamonnum.

Profeturin Obadias sær, at tað er bert eitt ferðalag, ið sleppur undan dóminum, og, sum blívur frelstur. Ein lítil leivd blívur bjarga av Ísraels fólki. Hvussu mong vilja verða tilreiðar til, at møta Jesusi tá hann kemur aftur? Jesus sjálvur spyr: “Men táið Menniskjasonurin kemur, man Hann tá fara at finna trúnna á jørðini? (Luk. 18, 8) Jesusar spurningur eigur at ríva í okkum, og vit eiga at spyrja við ótta: “Eg vóni, at tú vilt finna meg Harri Jesus?”  Tað er fyri neyðini, at vit seta Jesusi ein slíkan spurning. Á tann hátt eru vit við til, at halda okkum andaliga vakin í eini tíð, ið er ónd. Og tú, sum vil ganga tann smala vegin, mást verða tilreiðar til, at ganga eftir honum aleinaður ella saman við nøkrum fáum. Men hvat sakar tað, tá Jesus Kristus gongur við tína lið?