18. dec, 2018

Næstakærleiki

Hvør tykkara, sum hevur hundrað seyðir og hevur mist ein teirra, letur ikki teir níggju og níti vera eftir í haganum og fer at leita eftir tí burturmista, inntil hann finnur hann? Og tá ið hann hevur funnið hann, leggur hann hann fegin á herðarnar; og tá ið hann kemur heim, kallar hann saman vinmenn sínar og grannar og sigur við teir: ”Samgleðist við mær…” (Luk. 15, 4 – 6)

 

Tað var stór fest hjá seyðabóndanum. Hann vildi gleðast saman við sínum vinum og grannum. Eydnusamur er hann, sum hevur so góð viðurskifti við sín næsta. Gleðin verður so nógv størri, tá tú hevur onnur at deila hana við. Tað slapp seyðabóndin eisini at uppliva, tá hann hevði funnið tann burturvilsta seyðin og bjóðaði inn til fest.

Kanska saknar tú meira gleði í tínum kristnilívi? Er tað kanska tí, at tú ikki vitnar um ”gleðiboðskapin” og bert hevur hann fyri teg sjálvan?

Gleðin hjá seyðabóndanum kom ikki bara dalandi niður úr erva. Nei, hon kom aftaná sorg, pínu og stríð. Um hann bert var blivin sitandi heima í lenistólinum, so bleiv tað ikki til nakra gleði og fest. Men hann fór út og leitaði eftir sínum seyði - og helt á, inntil hann fann hann.

Guð sendi Jesus, fyri at hann skuldi leita eftir tær. Hevur hann funnið teg? So er tað blivin fest í himlinum. Har gleða tey seg yvir teg! Og tann himmalska gleðin breiðir seg til kirkjuliðið á jørðini. Tað finst eingin størri gleði hjá Guðs børnum, enn tá menniskju blíva frelst.

Á sama hátt, sum Guð sendi Jesus, sendir hann okkum at leita eftir teimum burturvilstu. Kanst tú síggja meiningina? Fyrst er tað tey, sum blivu burtur. So um stríðið at finna tey og at føra tey aftur á beint. Tá er tað, gleðin vellir fram, og bjóðað verður inn til gleðifest.

Vit hava ymiskar festir heima og í kirkjuni. Møguliga eru tað ov fáar festir í gleði um, at tey, vit hava leitað eftir, eru blivin funnin?

Tað sigst, at gleði smittar. Hon skapar nýtt lív og nýtt áræði í tænastuni. Lat okkum tí gera eins og seyðabóndin. Av og á mátti hann rýma frá teimum níggju og níti. Á sama hátt eiga vit javnan at fara frá kirkjuliðinum og fara út at leita eftir teimum burturvilstu. Tað skal mangan nógv til, tí tey koma ikki aftur av sær sjálvum. Møguligt eiga vit at hugsa øðrvísi enn fyrr? So verður tað kanska meira av gleðifestum?