23. dec, 2018

Enn eitt ár

Men hann svaraði og segði við hann: »Harri, lat tað standa enn hetta árið, til eg fái grivið uttan um tað og taðað tað; v9  hvør veit, um tað tá ikki fer at bera frukt í komandi tíð; men verður tað ikki, so kanst tú tá høgga tað upp.« (Luk. 13. 8 – 9)

Enn er eitt ár farið. Og vit skulu gerr ári upp. Hvat skulu vit siga um ári, ið fór? Hevur tað verði eitt frugtargott ár – ella er tað eitt ár uttan frugt.

Ognarin av fikutrænum gongur rundanum træði, fyri at finna frugt. Í trý ár hevur tað staði har uttan so mikið sum eina einastu frukt.

Eitt slíkt træ stendur bert og tekur pláss, sum kundi verði brúkt til nakað annað. Boðini frá ognaranum av trænum er sera greið: “Høgga tað upp!”

“Men øksin liggur tí eisini longu við røturnar á trøunum:” (Luk. 3, 9), segði Jóhannes doyparin. Tey trøð, ið ikki bera frugt blíva høgd niður og kastaði í eldin og tey brenna.

Jesus talar her um eina ársuppger í Harrans víngarði. Skal tað blíva standandi?

Tað er ein, sum hevur haft uppgávuna, at hyggja eftir trænum, og sum hevur tagað rundan um træði.

Urtagarðsmaðurin er Jesus. Hann hevur givið okkum nýtt lív og gevur okkum føði frá sínum Orði. “...tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.” (Jóhs. 15, 5)

Hetta lívið heldur hann í gongd, við tí Heilaga Andanum. Tá tann Heilagi Andi leiðir okkum gjøgnum Orði, tá bera vit frukt sum heldur.

Men sjálvt um um tað sær vánaligt út, tá lív okkara sínist at bera lítla ella onga frukt, so gongur hann í forbøn fyri okkum. Enn eitt ár vil hann tagað og grava rundanum tað. Kanska vil tað bera frukt til næsta ár.

Tað er tín og mín bjarging, at hann gevur okkum enn eitt ár, eitt náðiá, og at hansara náði er nýggj á hvørjumn morgni.