31. dec, 2018

Eg eri

Eg eri alfa og omega, hin fyrsti og hin síðsti, upphavið og endin. (Jóhs. Op. 22, 13)

Vit eru enn einaferð komin til síðsta dag í árinum. Vit dvølja eina løtu við bæði gleði og vónbrot. Kanska mest vónbrot um okkum sjálv. Tað kundi verði so nógv, sum kundi verði annarleiðis. Tað var óðiva mangt, sum vit ikki gjørdu. Møguleikin fyri at hjálpa teimum, sum vóru í neyð, sum vit møttu á vegi okkara, og sum vit á  omgum sinnið koma at møta aftur. Vit liva bert lívið einaferð, vit koma á ongum sinnið til, at venda aftur til tann partin av vegnum, sum vit longu hava gingið.

Fyri framman liggur tað ókenda. “Gev mær eitt ljós, so eg kann ganga tryggur inn í tað ókenda”, segði ein maður, og hann fekk svarið: “Gang út í myrkri og legg tína hond í Guds hond. Tað vil verða betur fyri teg enn eitt ljós og tryggari enn ein kendur vegur.”

Er tað ikki gott og trykt, at vit fáa loyvi til, at leggja lív okkara í Guds hond. Tað liggur ein stórur og góður uggi í hesum orðum: “...tit eru ikki tykkara egnu? Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!”  (1. Kor. 6, 19 – 20) Vit eru hansara ogn, hann heldur okkum trygt í sínum ævigu ørmum. Hann, sum er Alfa og Omega, og sum hevur alla makt á Himli og á jørð, varðveitir okkum, og hann hevur stóra umsorgan fyri okkum, enn hvat vit sjálv hava. Størri tryggleiki er ikki møguligur at finna nakar aðrastaðir.

Má Harrin so fáa loyvi til, at vera okkara Alfa og Omega hvønn dag í lívið okkara. Hvønn dag, har hann er tann fyrsti og tann seinasti, er ein Harrans dagur. Og hvørt ár, har hann er byrjanin og endin, er eitt náðiár fult av vælsignilsi frá Gudi.

So vilja vit venda eygu okkara móti Jesusi Kristi, sum er tann sami í gjá og í dag, ja til ævigar tíðir, og sum hevur lovað at vera við okkum allar dagar heilt til heimsins enda. Hann er okkara Frelsari. Hann er okkara friður. Hann er okkara styrki. Hann er okkara inngonguloyvi til Himmalin. Hann er okkara alt!

Lova skal verða navn Harrans!