2. jan, 2019

Frelsuhornið

Og reist hevur hann okkum eitt frelsunnar horn í húsi Dávids. (Luk. 1, 69)

Hetta eru orð, ið Sakarias hevur í sínum lovsongi. Sum prestur við templi, so visti hann hvønn týdning frelsuhorni hevði. Hann hevði sæð menniskju koma rennandi fram ímóti einum av teimum fíra hornunuma á brennioffur altarium og taka um tey. Tá stóð brotsmaðurin á einum griðstaði, har hann ikki kundi nertast. Tað offurblóði sum prestarnir høvdu smurt á altar hornini, var bjargingin.

Kanska kennir tú teg ikki sum ein brotsmaður yvirfyri Gudi. Hóast tað, so hevur tú forbroti teg móti hansara lóg. Í Guds bjarta ljósi vísir tað seg, at tú ikki hevur uppfylt eitt tað einasta av Guds boðum. Syndin hevur sett síni spor á alt tað tú hevur gjørt. Allar tínar gerðir bera tekin um, hvør tú er. Hóast tað, at tey í eygunum hjá øðrum menniskjum síggja góð og røtt út, so sær Gud, at tú ert sjálvsøkin og sjnálvsgleðin hengur við gerningar tínar.

Undir Guds ákæru og dómi er tað ikki nakað, ið kann standast. Tað besta blívur óreint. Tá er bert ein spurningur eftir: “Hvussu kann eg standast yvirfyri Gudi?” “Er tað nakað stað, ið eg kann flýggja til, so eg ikki skal glatast undir Guds vreiði?”

Guds orð gevur tær svarið.

Tað er ein griðstaður har tú kanst blíva frelstur, tí ein annar hevur tikið straffina á seg fyi allar tínar syndir.

Gud hvur reist eitt frelsuhorn. Megin í tí er so nógv, at – hóast hvør og hvussu mangar syndirnar eru, ið tú hevur gjørt – ert tú frelstur tá tú grípur um tað.

Frelsuhorni er Jesus.

Grundin til tað undurfullu kraftin er blóði. Tað er ikki blóð frá einum offurdjóri, men Jesu dýrabarða blóð. Í tí er frelsa. Tað frelsur heilt og fult tann, ið trýr á hann. Tað hevur goldið fyri allar syndir tínar.

Gud hevur reist eitt frelsuhorn fyri teg. Í allar ævir er hetta horni reist. Tað er bert frelsuhorni, ið heldur tær uppi. Tú stendu á náðinar undurfulla griðstaði. Tá ert tú frelstur. Veruliga frelstur av Jesusi.