12. jan, 2019

Vilji Guds

Tí hetta er vilji Guds, heilaggering tykkara... (1. Tess. 4, 3)

Men tað eigur eisini, at vera vilji tín. Har mugu tú og Gud møtast, og ikki fyrrenn tá kanst tú gera, tað, ið tú skalt, og blíva tað, tú skalt blíva: “Eitt Guds elskað barn”.

“Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum.”  (Fil. 2, 13)

Hvat, ið skal møta tær í dag – ja, bert Gud veit tað –, men endamáli við øllum er, at lýsa gjølla títt sálarlív, og at tú av fullum huga kanst taka ímóti Gudi. Hann vil standa við allar tær dyr, ið tú skalt ígjøgnum, ja, inn í heim títt og út til tínar gerningar, og taka teg í hondina og hjálpa tær, at gera tína skyldu. Hann vil siga við teg eins og hann segði við Jóhannes Doyparan: "Lat tað nú verða gjørt! Tí soleiðis sømir okkum at fullkoma alla rættvísi." (Matt. 3, 15)

Tað er ein uggi, at Guds sterki vilji er aftanfyri okkum og við okkum. Tað kendu vit so manga á okkum, tá Frelsarin stóð hjá okkum, tað var ein makt, sum dreiv okkum framvið, tí ávarandi ágangi, sum kom frá heiminum.

Tað er ein stór uggan, at vita, at vit á ongum sinnið eru aleina í stríðnum móti okkum sjálvum og heiminum.

Legg tí títt hjarta í bønina: “Veði vilji tín, so í Himli, so á jørð.”