16. jan, 2019

Ikki gloymd

Man kvinna gloyma bróstabarn sítt, so hon miskunnar ikki lívsfrukt síni! Og um so var, at tær kundu gloymt, gloymi Eg ikki teg! Hygg, í báðar hendur Mínar havi Eg rist teg... (Jes. 49, 15 – 16)

At freistast til, at trúgva, at Gud hevur gloymt teg, kann koma fram fyri teg av og á. Tað kemur helst fram fyri teg, tá tú hevur biði og biði í stórari neyð, og hann ikki hevur gjørt nakað enn við tína bøn. Tað kemur fram fyri teg, tá gamlar syndir stinga seg fram av nýggjum fyri tínum innara eyga. Og tað kemur fram fyri teg, tá tú biður  um sigrar, men við ræðslu sært tú nýggju synda sár, ið bløða.

Jesus sigur við teg: “Eg gloymi ikki teg!”  Og hann gevur tær esini grundina fyri, at hann ikki gloymir teg: “Tú er myndaður í hondum mínum!” Navn títt er ikki skriva á tann hátt, at tað lættliga blívur vek. Nei tað er rist í hond hansara.

Tú kanst ikki lesa hesi orðini, uttan at hugsa um naglamerkini. Tá tú gert tað, tá blívur tín hjartans hugsan, at Jesus bleiv negldur til krossin sum títt skuldarbræv, og tá bleiv navn títt rist í hond hansara.

Tú veitst, at tá Jesus møtti Tummasi, tá hevði hann naglamerktar hendur. Uppreisnin hevði ikki broytt tær. Er tað nakað annað stað, har tú heldur vildi verði ristur? Um so var, so mátti tað veri í hjartanum hjá Jesusi. Men tú ert hara eisini. Hann ber teg í sínum innara æviga kærleika.

Hesin kærleiki er ikki bert orð. Hansara gjøgnumstungnu hendur eru prógv um, at hann elskar teg. Hann vil, at tú og hansara kærleiksverk skulu verða eitt. Tað hendir gjøgnum trúnna á tað náðar verk, sum hann gjørdi á Golgata.

Um tú hugsar djúpt, um tað, sum tað kostaði Jesusi, at keypa teg frían, so blíva allir spurningarnir burtur. Jesusar bløðandi hjarta sigur við tað innasta í tær, at tú ert ikki gloymdur. Tú er harafturímóti elskaður við einum kærleika, sum bæði er høgur og djúpur, at tú á ongum sinnið kemur til at fata tað til fulnar.

Gud letur teg ikki altíð fata, hví hann leiðir teg so sum hann gerð. Men hann vil ikki, at tú skalt ivast um hetta. Hann hevur ikki gloymt teg. Hann hevur rist teg í sínar hendur. Títt navn stendur har í dag. Tað stendur har, tá alt sær myrkast út fyri tær. Tað stendur har, tá tú skalt fram fyri dómstólin. Tú ert ikki gloymd(ur) av Jesusi.