17. jan, 2019

Vitigur

Nei, tann, ið vil rósa sær, hann rósi sær av, at hann er vitigur og kennir Meg... (Jer. 9, 24)

Menniskju tráa og tuska eftir tí, ið tó einaferð, fyrr ella seinri, vísir sín tómleika, og um ikki fyrr so seinri, so vil deyðin taka tað.

Tað einasta, ið hevur virði, og er vert at tráa eftir, eru tey virðir, ið hvussu enn gongst her í heiminum, og sum kann halda okkum í javnvág, og sum vit kunnu taka við okkum, tá vit fara “yvirum fjørðin”, har, sum rík og fátæk møtast, men sum Gud gjørdi tey bæði eins. Og í hesum álvarsliga spurningi kunnu vit lesa um í Bíbil okkara: “Tí vísdómurin, ið hoyrir hesum heimi til, er Gudi dárskapur...” (1. Kor. 3, 19) O tann kærleiki, ið hjarta tráar eftir, kann ikki keypast fyri pengar. Nei, tann, ið rósar sær, hann rósi sær í Harranum, tí alt annað er vónbrot. Men tað, at kenna Harran, tað er tað æviga lívið, og at gera eftir vilja hansara í lívið okkara, er at seta inn á tað kontu til tað æviga lívið.

Lat okkum tí, eisini í dag opna okkara hjørtu fyri honum, so at hann, um hann so gevur ella tekur ella um,hannger okkum dapran í huga ella heiðra okkum, so at hann kann tala til okkara, so at vit kunn kenn rødd hansara

Lat tað í dag verða okkara bøn, at vit heiðra  títt navn Jesus, og at vit gjøgnum lív okkara í skiftandi tíðum kunnu hoyra svar hansara: "Eg bæði havi dýrmett tað og skal aftur dýrmeta tað!" (Jóhs. 12, 28)

Tað gerð sál okkara áhaldandi og kastar ein ljóma yvir lív okkara