19. jan, 2019

Gevur tú teg undur Guds orð

Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd. (Matt. 7, 1)

Tað, at døma, vil ikki siga tað sama sum, at siga sína meining um eitt hvørt. Mong misfata orði og meina, at Gud forbjóðar at úttala dómin, sum vit lesa um í Bíbliuni yvir menniskju, ið liva uttan Gud í lívið teirra, liva í opinlýsari synd, ella sum boða og læra í stríð við Guds orð. Tað mark, ið er millum frels og ófrelst, millum sannleika og lygn, má ikki blíva tikin burtur. Ein kristin má tí verða noyddur til, at siga tað, sum er sannleiki út frá Guds orði – sjálv um tað mangan kann pína.

Týdningurin av at døma, hevur tann týdning her, at Guds orð blívur brúkt sum ein gongd leið fyri onnur, men ikki fyri ein sjálvan. Man kennir Guds vilja, og dømir onnur út frá tí, men hevur ikki sjálvur givið seg undir vilja Hansara. Man sær flísina í eyganum hjá øðrum, men leggur ikki til merkis bjálkan í eyganum hjá sær sjálvum.

Tað er so nærliggjandi hjá okkum at døma og ummæla onnur menniskju. Vit síggja teirra feilir og trot og fáa eitt dømandi sinnið yvirfyri teimum. Vit tosa um feilirnar hjá øðrum uttan at síggja okkara egnu. Men hetta er synd, so sigur Guds orð!

Eitt dømandi og  atfinningarsamt sinnið hoyrir ikki heima í tí kristna lívinum hjá nøkrum. Eingin kann blíva varðveittur sum kristin, um man samtíðis vil geva pláss fyri einum slíkum sinnið yvirfyri øðrum. Tað kann ikki lata seg gera, so sigur Guds orð, tí lívið vil spakuliga doyggja.

Tú mást tí lata Guds orð verða ein rættleiðing fyri teg í øllum sínum  strangleika. Tú mást gera tað, tá tað talar til tín um tína synd, tínar feilir, og eisini um tínar  atfinningar. Og so kanst tú blíva noyddur til í allari eyðmýkt, eisini at leggja rødd til Guds dóm, so sum tú møtir honum í Guds Heilaga Orði.