28. jan, 2019

Tæni við náðigávu tíni

Hvussu er tað tá, brøður? Tá ið tit koma saman, tá hevur hvør sítt: ein hevur ein sálm, ein læru, ein opinbering, ein tungutalu, ein týðing. Alt veri til uppbyggingar! (1. Kor. 14, 26)

Tá tann Kristna samkoman samlast, so eigur tað ikki, at vera eina framførsla, har mong menniskju koma fyri at fáa eitt undirhaldi av einum ella fleir skemtarum.

Tann Kristna samkoman er eitt arbeiðistoymi, og endamáli við tí er, og tí sum hendir har, er uppbygging. At vera uppbygd í Orðinum, skal ikki verða fata sum ein ella onnur kensla av  kæti, men av andanum. Tað eigur, at vera fata sum nakað ítøkiligt. Tað, ið hendir, tá tann Kristna samkoman kemur saman, so er tað til, at uppbyggja tað Kristna likami.

Skal tað henda, so er ongin nytta í tí, at tey mongu koma fyri at fáa undirhald ella bert at njóta. Í millum Guds fólk ræður tann Kristna tænastan. Tá vit koma saman, so er tað eisini fyri at tæna hvørjum øðrum, við síni náðigávu.

Tað er av stórum týdningi, at Guds orð verður boða, men tað er alt ov lágt hugsa, al lata alt byggiarbeiði uppí hendurnar á presti, trúboðara ella prædikumanni.

Tá Kristi likam samlast, má tað tí skapast møguleiki fyri, at øll koma til at virka við, so sum Andin minnir tey á, sang, leiðbeining, opinbering, tungutalu, og tulking av tungutalu. Um so er, at tað ikki er á hvørjum møti, so ikki alt for langt ímillum.

Guds náði er  margfalda, og ynski Guds er, at fáa okkum í talu á ymiskan hátt. Tí mugu tær ymisku náðigávurnar koma til orðanna í tí heilaga samfelagnum í tess margfaldi.

Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum, og tá Andi Guds minnir okkum á, at siga eitt hvørt í tí heilaga samfelagnum, so skulu vit gera tað – eisini fyri annans skuld.