29. jan, 2019

Hann hevur talt tíni suff

Tú hevur talt, hvussu mangan eg havi flýtt; tár míni eru goymd í skinnsekki Tínum - standa tey ikki í bók Tíni? (Sl. 56, 9)

Gud er vist heilt annarleiðis, enn vit ímynda okkum. Vit eru mangan skjót við hvat vit meina, hvat Gud kann rokna við av okkum, at vit koma við eini rúgvu av avleiðingum og stórum sigrum í tænastuni fyri hann. Nakað, sum menniskju kunnu leggja merki til. Hvussu mangan hava vit hoyrt, at vit mugu syrgja fyri, at tað koma kristin inn har týdningarmikil størv eru í okkara samfelag. Men Bíblian, Guds Orð, sigur okkum nakað heit annað.

Í tí fyrsta brævinum  til Timoteus lesa vit: “Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum, fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett - fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði.” (1. Tim. 2, 1 – 2)

Tú livur kanska eitt lív, har tú kemur lítið út millum fólk. Kanska hevur tú eina ella aðra sjúku ella annan mótgang, og kreftirnar ganga undan. Ja, í teimum stillu løtunum, so mást tú suffa og gráta yvir, at lívið ikki bleiv tað, sum tú hevði sett tær sum mál. Lurta so eftir, á hvønn hátt Gud er! “Tú hevur talt, hvussu mangan eg havi flýtt; tár míni eru goymd í skinnsekki Tínum” Hann hevur kanska einki annað at gera, hugsar tú kanska. So lurta eftir, hvat Gud hevur at siga tær: “Tí so sigur hin høgi, Hann, sum situr so høgt, Hann, sum í allar ævir situr í hásæti, og hvørs navn er "Heilagur": Á hæddini og á heiløgum staði búgvi Eg - og hjá honum, sum er sundursoraður og niðurboygdur í andanum, til aftur at lívga anda teirra, ið niðurboygd eru, og gera livandi hjarta hinna sundursoraðu.” (Jes. 57, 15)

Lat okkum heldur taka Gud uppá orði, og liva samsvarandi honum, sum elskaði okkum fyrst.

Lyftini kunnu ei svíkja,

ævigt tey standa fast.

Jesus hvørt orð hevur prógvað,

tá í hans hjarta brast.

MS. 228, 1