30. jan, 2019

Skuldin er goldin

Talið milt við Jerúsalem og rópið til tað, at stríð tess er at enda, at skuld tess er goldin... (Jes. 40, 2)

Synd mín, er byrða mín. Fyri Káin var tað ein byrða, ja, ein stór byrða, meira enn hann orkaði at bera. Mong ung bera tungar byrðar, grunda á eina stund í synd. Tað, ið var ein stutt synda njóting, ja, tað kann verða ein plága í mong ár framyvir. Mong trúgvandi ganga við einum afturlatnum munni, tí ein ella onnur synd kom inn í lív teirra. Tað var kanska “bara” illsinni, óvinarligur ella eitt hvørt líknandi, men tað var nokk. Og frá tí innara streymar tað áhaldandi óreinska.

Ein av mínum gongutúrum í góðveðrinum endaði niðri í fjøruni millum steinarnar har, og eg hugdi út yvir tað spegilsblanka hav og frøddist um tað. Eitt sindur burtur frá fekk eg eyga á eitt hvørt brúnt, og tá eg nærkaðist sá eg at tað var meira grumsut. Eg gekk yvir, og fann út av, at ein kloakk frá býnum rann út har. Støðugu – nátt sum dag – rann tað skitna vatni út í tað opna hav.

Á sama hátt er mannahjarta. Men øll tann synd, sum leggur byrðu omaná byrðu á menniskju, hevur Gud tikið sær av. Tað kann  lyftast av einum og hvørjum herðum, tí tað bleiv ein dag lagt yvir á Jesus Kristus.

Vit hava støð í heiminum, har flogfør og skip blíva vek. Og eingin finnur ella sær nakað aftur til hesi fyribrigdi.

Á sama hátt gekk tað fyri seg á Golgata. Tá bleiv mín synd sættast við Jesus. Hann doyði við mínari skuld, og hon bleiv spor leyst vek. Øll skuldin doyði saman við honum og bleiv grivin við honum.

Hann doyði fyri og við míni synd, og tað er goldin fyri mína skuld.

Mín synd skal ikki døma meg meira. Eg fái syndanna fyrigeving. Ja, eg havi fingið hana. Tí kann eg trúgva tí.

Hoyr tað enn einaferð: “Tín skuld er goldin”! Sig Honum takk!