31. jan, 2019

Settur í frælsi til at tæna

...men í eyðmjúkleika rokna hvørt annað hægri enn tykkum sjálv, og ikki hava hvørt sítt egna fyri eyga, men eitt og hvørt eisini tað, sum øðrum hoyrir til! Sama sinnalag veri í tykkum, sum var í Kristi Jesusi! (Fil. 2, 3 – 5)

Jesus kom ikki í heimin fyri, at menniskju skuldu tæna honum, men sjálvur kom hann fyri at tæna og at geva lív sítt fyri mong. Hansara sinnalag var tænandi. Hann hugsaði ikki um sítt egna, men á annans. Hann metti meira um lívið hjá øðrum enn sítt egna. Tí doyði hann í okkara stað.

Í tí kristna umhvørvinum ella samkomu, so blíva vit sett til, at tæna hvørjum øðrum! Men eingin kann gera tað uttan av nýggjum, at venda sær til hansara, sum tænti okkum. Betr tann, sum livir av Jesusar dygd, kann tæna sínum medmenniskjum. Men tá blívur eisini menningin sett í gongd!

Tá læra vit at geva gætur eftir teimum, sum eru sett hægri enn vit. Men hetta kemur ikki av teirri grund, at vit halda minni um okkum sjálv. Gera vit tað, so koma vit eisini til, at halda lítið um onnur. Tænasta hevur einki at gera við, at halda minni um onnur. Tað er júst við tí, ið eg eri og havið, at eg kann verða nakað fyri onnur. Um eg eri “onki”, so kann eg heldur ikki verða nakað fyri nakran!

Nei, tað at virða onnur meira, enn seg sjálvan, kemst av veruleikanum, av sannleikanum. At eg sjálvur, við mínum sterku og veiku síðum, er ein syndari, ið hevur fingið fyrigeving, og at teir samkomulimir í eg komi saman við eisini eru tað. Og, at eg kann vera við til, at: “Verða í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður!” (Rom. 12, 10) Tað er goldið eins nógv fyri tey sum fyri teg.

Tað er ikki nakað, sum tú mást, tað, at vera tænari fyri onnur. Eg eri settur í frælsi til tað.