6. feb, 2019

Vón í vónbroti

Harri! Hvønn skulu vit fara til! Tú hevur orð hins æviga lívs.(Jóh. 6, 68)

Í ráðloysi spyrja menniskju mangan. Hvønn skal eg fara til, fyri at fáa hjálp? Mangan hendir tað vist á skeivum stað, og eingin hjálpin er at heinta. Og á sama hátt gongst tað mongum, sum royna, at finna sær hjálp til spurningar á tí andaliga økinum. Tú hevur sóknast her og har, og tú hevur lagt doyðin á, fyri at finna svar. Men hjálpin, sum tú sóknaðist eftir, var ikki at finna. Tú hevur sóknast á skeivum stað. Einki menniskja, eingin skipan er før fyri at hjálpa tær. Nú stendur tú vónbrotin eftir, við teimum brostnu vónunum. Og tú er við at geva skarvin yvir.

Tú er ikki skapt(ur) til, at liva í vónloysi! Og sjálvt um tú hevur givið upp, so er tað ein, sum ikki hevur uppgivið teg. Ein, sum hevur fylgt tær allar vegin, og sum kennir tína neyð, og hevur samkenslu við tær. Navn hansara er Jesus! Tað er hann, sum hevur orð hins æviga lívs. Tað orð, sum kann broyta títt lív, og geva tær eina framtíð og vón. Tí mást tú koma til hansara, at biðja um hjálp. Tá kemur tú til at uppliva – eins og so mong onnur hava uppliva tað. “Tað, ið ongin annar í heiminum kundi, tað bæði vildi og kundi hann.”

Lærusveinarnir høvdu fata, at tað var nyttuleyst, at heita á onnur enn Jesus. Teir søgdu: “Harri! Hvønn skulu vit fara til! Tú hevur orð hins æviga lívs.” Jesus er ikki broyttur, hann er hin sami í dag. Hann hevur megi til, at loysa tíni persónligu viðurskifti, hvat, ið tað enn mátti veri. Kanska ert tú sjálvur tað stóra ivamál. Gev honum tí fram um alt títt hjarta.

Hann ynskir at eiga teg til eina og hvørja tíð, hava teg nær hjá sær. Í Jesu námind vilt tú koma til at sanna, á hvønn hátt hann kann hjálpa tær – í øllum lívsins viðurskiftum!