9. feb, 2019

Trúarinnar sannføring

Og við tað at vit hava stóran prest yvir húsi Guds, so latið okkum stíga fram við sonnum hjarta, í fullari trúarvissu, við hjørtum, ið reinsað eru frá ringari samvitsku, og likamum, ið tváað eru við reinum vatni! Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara - tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið! (Heb. 10, 21 – 23)

Bíbliuørindi, sum vit byrjaðu við er ein rein oasa. Her er ein eggjan til, at koma fram fyri Jesus í trúarinnar føstu sannføring, tí hann hevur gjøt alt tað, ið skal gerast. Jesus hevur við blóðinum frá tí nýggja sáttmálanum reinsa okkum heilt, so vit kunnu standa frammanfyri Gudi rein vegna Jesusar blóð.

Lat okkkum serliga geva hesum orðum ans: “fulla trúarvissu”. Tað er ein gáva frá Gudi, tá vit í hjørtum okkara – kenna trúarinnar fullu sannføring um – syndanna fyrigeving. Tað er samtíðis ein gáva, tá vit merkja hetta undir øllum viðurskiftum.

Tað kann fevna um eitt heilt nýtt trúar fet, sum vit standa yvirfyri, og skulu taka støðu til. Angist og ótti kann seyra inn í okkara lívs bát, men tá er tað ein frígering, at fáa tað føstu trúarvissu gjøgnum Guds egna orð.

Tá Jesus gav okkara evnini at hugsa, so fata vit týdningin av Skriftini – og opna harvið tað fullu vissuna – og eina fasta sannføring í trúgv okkara.

“So læt Hann upp vit teirra, so teir skiltu skriftirnar.” (Luk. 24, 45)

“Táið orð Tíni verða upplatin, geva tey ljós; tey geva einfaldum vit.” (Sl. 119, 30)

Gjøgnum alla Bíbliuna – og kirkjusøguna við – hava tað veri menniskju, sum hav uppliva trupulleikar yvirfyri nýggjum trúar fetum. Vit kunnu hugsa um Jósef, Móses, Dávid, Samson og Gidion. Allir vunnu á trupulleikunum og teimum avbjóðingum grunda á gávuna í trúnna.

Jesus sjálvur – útinti tað fullgjørda verki á Golgata – við tað, at trúarinnar fulla vissa barð hann ígjøgnum, so hann til seinast kundi siga:

"Faðir, fyrigev teimum - teir vita ikki, hvat teir gera!" (Luk. 23, 34)

Trúarinnar fasta sannføring er ein vissa um, at Jesusar fullgjørda verk, er nokk til at frelsa okkum, so sum vit eru. Lat vissuna, sum byggir á tað, sum Bíblian boðar okkum – um tað, sum Gud hevur gjørt fyri okkum – og eina vissu um Guds  áhaldandi nærveru.

“Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists.” (Fil. 1, 6)

Tann livandi trúgvin er tengd at Jesus, og um orði um hann. Tað sigur: “Skriva stendur!” Og víðari: “Skriva stendur!” Lat okkum takka Gudi, fyri hvørja fer, hann gevur okkum trúarinnar føstu sannføring.