11. feb, 2019

Gud leiðbeinir til innlit og vísdóm

Orð. 4, 4 – 13, 18 og 20 – 27  Orð. 3, 1 – 8, 21 – 26 og 13 – 15

Vinn tær vísdóm og synda ikki

Tá lærdi hann meg og segði við meg: »Hjarta títt haldi fast við míni orð, varðveit tú boð míni, so manst tú liva. Vinn tær vísdóm, vinn tær klókskap! Gloym ikki og vík ikki frá orðunum av mínum munni! Havna ikki vísdómi, so man hann varða teg, elska hann, so man hann verja teg. Upphav at vísdómi er: Vinn tær vísdóm, vinn tær vitsku fyri allar tínar ognir! Set hann hátt, so man hann hevja teg; hann man veita tær æru, um tú fevnir hann. Hann man seta á høvur títt yndisligan krans, prýða teg við dýrari krúnu.« Lýð á, sonur mín, og tak við orðum mínum, tá munnu æviár tíni verða mong. Eg vísi tær á vísdómsins veg, eg leiði teg á beinar gøtur. Gongur tú tær, skal gongd tín ikki verða trong, og rennur tú, skalt tú ikki snáva. Halt fast um áminningina, slepp henni ikki, varðveit hana, tí at hon er lív títt.

Leið teirra rættvísu er eins og morgunglæman, ið ljósnar og ljósnar, til tað er alljósur dagur.

Sonur mín, gev orðum mínum gætur, vend oyra tínum til talu mína. Lat tey ei víkja frá eygum tínum, varðveit tey innast í hjarta tínum. Tí at tey eru lív fyri teimum, ið finna tey, og heilsubót fyri alt teirra likam. Fram um alt, ið verður varðveitt, varða títt hjarta, tí at har er tað, at lívið sprettur upp. Halt svik av munni burtur frá tær, lat fals av vørrum vera tær fjart. Lat eygu tíni hyggja beint fram, og eygnalok tíni horva bert fram fyri teg. Slætta vegin fyri fótum tínum, lat allar leiðir tínar vera rættar. Vík hvørki til høgru ella vinstru, halt fóti tínum burtur frá illum!

Óttast Harran

Sonur mín, gloym ikki læru mína, hjarta títt varðveiti boðorð míni; tí at mangar dagar og æviár og vælferð tey tær munnu ríkliga veita. Kærleiki og trúfesti víki aldri tær frá, bind tey um háls tín, skriva tey á hjartans talvu tína; tá manst tú finna náði og hyggjuráð góð bæði í eygum Guðs og manna. Troysta á Harran av øllum tínum hjarta, men lít ikki á vitsku tína. Minst til hansara á øllum tínum leiðum, so man hann javna vegir tínar. Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast Harran og flýggja frá illum; tað skal verða heilsubót fyri likam títt, heilivágur fyri bein tíni.

Virði vísdómsins

Sonur mín, lat tey ei víkja frá eygum tínum, varðveit tú vísdóm og umhugsan, tá munnu tey verða sál tíni lív og prýði fyri háls tín. Tá manst tú ganga veg tín tryggur og ikki sláa fótin ímóti. Tá ið tú fert at leggjast, skalt ikki tú ræðast, og tá ið tú ert lagstur, skal svøvnurin verða søtur. Ikki skalt tú óttast bráða ræðslu ella ta ódn, sum á teir gudleysu brestur. Tí at Harrin skal vera álit títt og varðveita fót tín, at hann ikki verður heftur.

Sælur er maður, ið vísdóm hevur funnið, maður, ið vinnur sær vitsku. Tí at betri er hana at vinna enn silvur at vinna, og at ognast hana meiri enn gull. Dýrmætari er hon enn perlur, allir dýrgripir tínir kunnu ei metast javnt við hana.