19. feb, 2019

Trúgv uttan himpr

Brøður mínir, ið við mær høvdu verið, gjørdu fólkið mótfallið, men eg helt meg trúliga til HARRAN Gud mín. Tann dagin svór Móses og segði: "Sanniliga - landið, ið fótur tín steig á, skulu tú og eftirkomarar tínir hava í arvalut til ævigar tíðir, aftur fyri at tú trúliga heltst teg til HARRAN Gud mín!" (Josva 14, 8 – 9)

Ísraels fólk høvdu høvdu bæði sæð og uppliva mong undur, sum Gud hevði víst teimum, tað longu leið, sum tey høvdu verði saman. Gud leiddi tey heilt fram til málið, heilt til tað lovaða landið, ið fleyt við mjólk og hunangi. Men har, sum tað mest umráðandi var, tá himpraðust tey. Vit kunnu kanska siga sum so, hví ivaðust tey? Tað er ikki lætt at skilja. Kaleb ivaðist ikki eina løtu – hvat viðvíkti Gudi og hansara lyfti – og um, at sigurin longu var vunnin.

”Men Josva, sonur Nun, og Kaleb, sonur Jefunne - sum verið høvdu við at kanna landið - skræddu klæði síni og søgdu við alla samkomu Ísraelsmanna: "Landið, ið vit hava ferðast ígjøgnum og kannað, er ovur honds gott land. Standa vit væl í eygum HARRANS, so leiðir Hann okkum inn í hetta land og gevur okkum tað, eitt land, ið flýtur í mjólk og hunangi. Setið tykkum bert ikki upp móti HARRANUM, og ræðist ikki fyri fólkinum har í landinum, tí tey skulu ikki vera okkum meir enn ein munnbiti! Vernd teirra er vikin frá teimum, men við okkum er HARRIN - ræðist ikki fyri teimum!"” (4. Mós. 14, 6 – 9)

”Við Harrans hjálp kunnu vit gera tað”, soleiðis ljóðar tað frá munninum á monnum og kvinnum, sum hava treytaleyst álit á Harran. Tá vit hava treytaleyst álit á, at Guds lyftir eru álítandi – og, at hann er við sínum fólki, ja, so er sigrað yvir hvørjum sum helst fígginda, ja, vunnin frammanundan.

Trýrt tú hesum? Mong trúgva tí, men við einari trúgv, sum er  óstøðug. Tey syngja teirra lovsang – og orðini eru røtt, men tað er nakað drálandi við tónalagnum. Tað var nakað annað við Kaleb. Hann sang tey røttu orðini við fastleika – og til tað rætta tónalagi. Man kann næsta hoyra teir  djørvu og ljómandi tónar í hansara rødd: “Har búgva Anakitar, og har eru stórir, víggirdir staðir; kanska HARRIN er við mær, so eg fái rikið teir burtur, so sum HARRIN hevur sagt!” (Josva 14, 12)

Trýrt tú, at Harrin hevur hjálpt tær, har til, sum tú ert nú, og til at blíva, tað, ið tú ert nú? Vilt tú við yvir um marki, og inn í tað lovaða landi?

“Og snimma morgunin eftir fóru teir dygst niðan á fjallaásin og mæltu: »Sí, nú viljum vær fara niðan á tann stað, sum Harrin talaði um, tí at vær høvum syndað!« Men tá segði Móses: »Hví vilja tit bróta boð Harrans? Tað man ikki fara at eydnast væl. Farið ikki niðan hagar, tí at Harrin er ikki við tykkum; tit fáa ósigur av fíggindum tykkara! Har koma tit fram á Ámalekitar og Kánáanitar, og tit skulu falla fyri svørði; av tí at tit eru viknir frá Harranum, er Harrin ikki við tykkum!«” (4. Mós. 14, 40 – 43)

Sonn trúgv tolir ikki himpr. Tann, sum hevur fult álit á Gud, fer fram á hendan hátt, ikki bert við, at gera vilja hansara, men við at gera tað beinavegin.