23. feb, 2019

Veking og vitjunartíð

Hugsið ikki um hitt farna, leggið einki í tað, sum áður var! Nei, nú skapi Eg nýtt, longu nú vísir tað seg - síggja tit tað ikki? (Jes. 43, 18 – 19)

Um vit ikki eru eftiransin, so kann okkara vitjunartíð fara framvið, sum Gud hevur í huga sínum fyri Føroyar. Tað er týdningarmikið – at fata tað nýggja – og reagera uppá tað, ið Gud gerð í teimum komandi tíðum. Vit mugu gera okkum tilreiðar til tað nýggja, ið koma skal. Samstundis vil Gud syrgja fyri, at vit blíva búgvin til til tað, ið vit treingja til. Tá vit nú skulu búgva okkum til, so er tað vert, at taka eitt ørindi frá Bíbil okkara, ið sigur: “Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!” (Matt. 6, 33)

Føroyar eru eitt ríkt land í virðum og pengum. Men, hvussu nógv vilja vit gjalda – fyri at fylgjast við Jesusi? Tað er einki gandakent við eini veking -  vit hava sjálv ein avgerandi leiklut at fremja, um so er, at tað skal blíva veking í Føroyum. Tað, ið vit eiga at hugsa eitt sindur um er: “"Vilt tú vera fullkomin, so far og sel tað, ið tú eigur, og gev fátækum tað!  Tá skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!" Men táið hin ungi maðurin hoyrdi hetta, fór hann tungur avstað; tí hann var ógvuliga ríkur. Tá segði Jesus við lærisveinar Sínar: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Torført er ríkum at koma inn í ríki Himmiríkis.Ja, Eg sigi tykkum: Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds!"” (Matt. 19, 21 – 24)

Um tann ríkið ungi maðurin hevði fata tað grundleggjandi í hesum málið, og hvat kalli gekk út uppá, so vildi hann óivað – fylgt Jesusi. Tað er ein sera stór innbjóðing, sum Gud gevur Føroyum, og hann vantar óivað eitt jaligt svar frá okkum. Tað eru dømir í Bíbliuni um persónar og býir, sum svaraðu ja til kalli og angraðu teirra syndir, so sum, Paulus og býurin Ninive. Somuleiðis eru tað dømir um onnur, sum svaraðu nei, so sum Adam og Eva – og býurin Sodoma og Gomorra, og sum harvið mistu tann møguleika, tí tey kendu ikki teirra vitjunartíð.

Jesus møtti eini heilt ávísari kvinnu á einum heilt ávísum stað og tíðs punkti. Staði var Sámaria, ið var eitt umráði, har man hevði fordóm ímóti – og yvirfyri kvinnum. Takka verði Jesusi, at hann tosaði við kvinnuna, so at hon kundi vitna fyri øllum í býnum um Jesus – og av somu grund komu tey øll út – fyri at hoyra boðanina frá Jesusi – og mong komu til trúgv á Jesus, vegna vitnisburðin hjá kvinnuni. Kvinnan var ikki ein leiðari, men bert ein kvinna við eini fortíð. Sámaria kendi sína vitjunartíð – og tað bleiv til vælsignilsi fyri býin.

Vit eiga at duga skina á, at tá Gud ger nakað nýtt, so kann tað koma fyri, at tað er uttan um teir kirkju leiðarar, sum vit kenna í okkara samfelag. Gud vil gera brúk av menniskjum, sum eru tilreiðar til , at hoyra og uppfata, hvat Harrin er í holt við. Gud vil geva innlit í sínar ætlanir  - og hugkveikjan til nýggjar hættir, at gera tingini uppá, og nýggja  stríðsætlan bæði fyri einstaklingar og samkomur.

Vit eiga, at hyggja eftir nýggjum inn komu leiðum og sambondum, sum Gud, sum dugir betur enn aðrir, at koma inn í lív okkara. Gud ynskir, at gera okkum til eitt profetiskt fólk, men tó, so skal okkara skomm og okkara gomlu feilir fyrst takast burtur.

Vit mugu góðkenna ymiskar hættir, at vera ein kirkja uppá. Vit mugu ikki avmarka tað nýggja, og avgjørt ikki royna at forða fyri, at tær nýggju hugsanirnar mugu lagast eftir skipanini sum nú er. Vit mugu vera fús til tað nýggja, ið koma skal. Nýggjar vínkíkar – og so vilja vit afturfyri uppliva tað undursama.