25. feb, 2019

Brúka tað ella miss tað

Tí hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið, og hann skal hava yvirflóð; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur. (Matt. 25, 29)

Ein týdningarmikil sannleiki er, at vit skulu brúka tí talent og teir møguleikar, sum Gud hevur  lata upp í hendurnar á okkum.

Eitt av teimum mest álvarsamu líknilsum, sum Jesus hevur borði fram, er líknilsi um talentirnar, sum hann hevur liti okkum uppí hendi. Líknilsi fevnir í stuttum um tað, at hava fingið nakað liti uppí hendi av Gudi, tað má berast víðari, so tað kann koma víða um. Vit mugu ikki halda tí aftur, so tað bert fevnir um okkum sjálv. Ella sum Bíblina orðar tað: “Men tann, ið hevði fingið hina einu, fór avstað og gróv í jørðina og fjaldi pening harra síns.” v/18

Vit kunnu á okkara lívsleið, koma út fyri at møta menniskjum, sum áður vóru brennandi tænarar fyri Evangelii, men nú sum bert rista uppá høvdi ella rippa øksl, og hava einki til yvirs fyri Gudi. Hvat var tað, ið kom í vegin? Tað er nærliggjandi at hugsa sær, at tey hava mist tað, sum tey ikki brúktu. Ein møguleiki er kanska tann, at tey bera ikki vitnisburðin víðari, ið Gud minti tey á hann.

Í Heb. 10, 35 – 37, er tað eitt orð, sum vit kunnu brúka sum ískoyti til ørindi vit byrjaðu við: “Tykkum tørvar tol, so tit - táið tit hava gjørt vilja Guds - kunnu fáa tað, sum lovað er. Tí, bert so lítla stund enn, tá kemur Hann, ið koma skal, og Hann skal ikki drála.”

Tí eiga vit at ganga fram við tí frímóð, sum Harrin hevur givið okkum, og at vitna ella á annan hátt gera tað, sum Harrin minnir okkum á. Gud lønir og vælsignar okkum við fleiri góðum gávum og við størri treysti, tá vit reagera við frímóð uppá hansara smáu tekn.

Latum okkum lesa víðari í 5. Mós. 5, 29 og 32 – 33. “Høvdu tey bert allar dagar havt hetta hjartalagið at óttast Meg og akta eftir boðum Mínum - so teimum og børnum teirra kundi gingist væl til ævigar tíðir! Aktið tí nú eftir øllum tí, sum HARRIN Gud tykkara hevur álagt tykkum, og gerið eftir tí! Víkið ikki frá tí, hvørki til høgru ella til vinstru! Á allari leiðini, ið HARRIN Gud tykkara hevur álagt tykkum, skulu tit ganga - so tit kunnu liva, og tykkum kann gangast væl, og dagar tykkara kunnu verða mangir í landinum, sum tit skulu taka í ogn."

Brúka tað ella miss tað er heilt vist ein andalig lóg, sum eigur at hava eina stóra ávirkan á lív okkara. Lat ikki frímóðið bila, so títt og knapt, Gud minnir okkum um, at gera ein gerning, ið Hann hevur lagt okkum á sinnið. Lat ikki hendan møguleikan fara tær framvið, so at Gud sendir okkum út í oyðimørkina eins og Ísraels fólk. Og orð Mósesar renna mær í huga í hesari løtu: “Hví ætla tit at gera ímóti boði HARRANS? - Tað fer ikki at gangast væl! (4. Mós. 14, 41) Her blíva vit mint um, at vit kunnu missa Guds vælsignilsi, um vit ikki lurta eftir honum, tá Hann kallar á okkum.

Bøn:

Gud ger okkum andaliga vakin, so vit síggja tínar møguleikar – heldur enn okkara avmarkingar.

Lat okum virka í trúgv, so, at líka so skjótt, sum tú teskar okkum eitt hvørt í oyra, so eru vit virkin.

Harri hjálp okkum, at vera hoyrilig, líðin og hava ein fúsan anda. Amen!