26. feb, 2019

Steðga við at synda

Øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds. Siga vit, at vit hava ikki synd, so dára vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. Siga vit, at vit hava ikki syndað, so gera vit Hann til lygnara, og orð Hansara er ikki í okkum. (Rom. 3, 23 & 1. Jóhs. 1, 8 – 10)

 

Eitt hvørt menniskja, sum vit møta á vegi okkara, er ein syndari. Øll hava synda! Eins val tey ódámligu sum tey dámligu. Bæði tú og eg eru eisini syndarar. Vit gera persónligar syndir hvønn einasta dag, so sum ósannindi, skeivar hugsanir um onnur, seksuellar syndir, siðloysi, hatur, skeldast og øvund, illsinnið, sjálvsøkni, heiðurstráan, lagsflokkur og øvundsjúka.

 

Synd er í Guds eygum sera álvarsom. Synd er ein gerð  ella hugsan, sum stríðir ímóti Guds vilja. Okkara synd er í botn og grund mangul uppá gudsótta, og álit á Gud, og fylgjan er í størri mun sjálvsøkni, bangilsi, og tráan eftir tryggleika og menniskjaligari fatan. Tað kann verða hart, at síggja seg sjálvan í eyguni, men tað er frígerandi, at síggja seg sjálvan, so sum man er. Tann fulla synda játtanin, fáa vit fyrst, tá vit møta Jesusi Kristusi.

 

“Hvør tann, ið ger synd, ger eisini lógbrot, og synd er lógloysi. Børn míni! Latið ongan villleiða tykkum! Tann, ið ger rættvísi, er rættvísur, eins og Hann er rættvísur. Tann, ið ger synd, er av Djevulinum; tí Djevulin hevur syndað frá upphavi. Til tað er Sonur Guds opinberaður, at Hann skal gera verk Djevulsins til einkis.” (1. Jóhs. 3, 4 & 7 – 8)

 

Vit hava megi til, at standa ímóti syndini, tí hjálpina fáa vit frá Heilagum Anda, sum er í okkum, og sum sannførir okkum um synd, tá, ið vit gera hana.

 

“So standa vit tá, brøður, ikki í skuld til holdið, so vit skuldu livað eftir holdinum. Tí liva tit eftir holdinum, skulu tit doyggja; men um tit við Andanum deyða gerðir likamsins, skulu tit liva. fyri at tað, sum lógin kravdi, skuldi verða fullgjørt í okkum - sum ikki liva eftir holdinum, men eftir Andanum. Tí tey, sum eftir holdinum eru, tráa eftir tí, sum av holdinum er; men tey, sum eftir Andanum eru, tráa eftir hinum andaliga. Og tráan holdsins er deyði, men tráan Andans er lív og friður.” (Rom. 8, 12 – 13 & 4 – 6)

 

Guds ætlan við menniskjunum er, at vit skulu verða hansara hjálparfólk í skaparaverkinum. Gud veit alt um okkara evnir og hvat vit megna. Hann ynskir, av vit skulu síggja hvørji og hvat vit eru, og í sjálvstilvitan siga: “Eg eri ein syndari – og havi brúk fyri tíni fyrigeving Gud!”