27. feb, 2019

Óróligar hugsanir

Táið hjarta mítt var fult av óttafullum hugsanum, lívgaði troyst Tín sál mína. (Sl. 94, 19)

 

Vit kenn øll til, at óttafullar hugsanir ávirka okkum, og at stúran treingir seg á. Sálmaskaldi kennir eisini til fjáltur í sínum hugsunarhátti, men hann hevur sett sítt álit á Gud, og at hann kann ugga hann. Vit elska, tá tað er stilli og sólin skínur, tá alt sýnist at vera so bjart og alt gongur gott, eins og tað sum vanligt er. Tá er tað ikki so tungt, at siga Gudi takk fyri dagin. Men tá teir stillu dagarnir broytast til storm ella ódn, og alt stendur í einum andarisa, so er tað ikki so lætt, at verða róligur. Vit eiga, at vera íðin til at lesa Guds orð, fyri at læra, at skjálvtum um vit eru órólig at síggja til, so kann tað vera kvirt innan í okkum, tí vit seta okkara álit á Gud, sum hevur hjálpt okkum líka til nú, og hann vil áhaldandi hjálpa okkum.

 

Sátan fyllir okkum við ótta, um so er, at hann fær loyvi til tess, og leiðir okkum út harðar, har vit ikki longur kunnu síggja nakran útveg. Men vit eiga, at fara ímóti honum og siga, at vit hava sett okkara álit á Gud. Hvussu tað so enn gongst, so eru vit í hansara hondum. Men Gud loyvir til tíðir, at vit blíva sett uppá prøva, fyri at vit kunnu styrkjast í trúnni, og at hann, ið hevur sett sítt álit á Gud, á ongan hátt ferst, men koma ígjøgnum trongdirnar við enn størri áliti til Hansara. Tað er ikki altíð, at hann hjálpir á tann hátti vit kundu ynskt og vóna okkum tað, men leiðir okkum ein annan veg, um vit halda okkum til hansara. 

Eg havi lisið í Guds orði um bæði stór og smá, manga ferð ræðsla tey nívdi, men Gud, hann var teim hjá. Móses var ræddur, hann kundi ei tala, Gud honum lovaði styrki at fá. Pætur var ræddur, tá hann steig út á vatn, men Gud var honum hjá.

Orð og lag: Hervør S. Djurhuus