1. mar, 2019

Álit á Harran

Lítið í allar ævir á HARRAN, tí Harrin HARRIN er ævigur klettur! (Jes. 26, 4)

Tað, at hava álit á Harran, vil ikki siga, at vit so skulu sita hendur í favn, og ikki arbeiða fyri okkara egnu frelsu og fyri Harran í tí tíðini, sum vit hava her í heiminum. Paulus skrivar, at vit skulu arbeiða uppá okkara egnu “frelsu við ótta og bivan uppá frelsuna!Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum.” (Fil. 2, 12 - 13) Tað vil siga, at vit hava eina persónliga ábyrgd, so at vit ikki kunnu kasta ábyrgdina á nakran annan, um so er, at vit ikki vaksa andaliga.

Vit frelsast ikki av nøkrum, sum vit sjálv megna at gera, men vit “skoðar inn í fullkomnu lóg frælsisins - og heldur á við tí.” (Ják. 1, 25) Vilji okkara kann á ongum sinnið leiða okkum fram til, at taka ímóti frelsuni frá Gudi. Tað er Gud, sum má leiða okkum, so vit verulig náa fram til, at vilja og virka fyri Jesus. Tá Jesus ger sítt inntriv í lív okkara, og blívur Harri okkara, so broytist lív okkara stillisliga, eina helst tað innara menniskja, so at vit sameinast spakuliga við Hann, og tær broytingar, sum henda við okkum gera, at vit koma til at líkjast honum meira og meira, og harvið blíva Guds lýtaleysu børn, so at vit vera leidd av Anda Guds og trúgva á Jesus.

Tann, ið hevur álit á Harran, hann vil altíð hava eina lykt frammanfyri fótum sínar, ið lýsa tann rætta vegin. “Kennið, at HARRIN er Gud! Hann skapti okkum; vit eru Hansara, fólk Hansara og fylgið, ið Hann røktar.” (Sl. 100, 3)

Lít allar tínar leiðir og tína hjartasorg í hendur hans, sum eigur ta blonku stjørnuborg! Hann trygt á bylgjum gongur, hann stormin hótta kann – sál, trúgv og stúr ei longur, tín veg væl finnur hann!

Orð: Paul Gerhardt Lag: Hans Leo Hassler Týtt: Victor Danielsen Upprunaheiti: Befiehl du deine Wege