4. mar, 2019

Trúar gávan

Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann. (Heb. 11, 6)

Ávís tankagongd, kann forða okkum í at trúgva. Paulus samanber hendan hugburð og fordóm, sum vit ganga og byggja uppá í sinni okkara, við hugsannabygningar. Hesar hugsannabygningar hindra okkum í, at taka ímóti trúgv og kunnleika, sum er guddómligur, og sum er langt yvir tað, ið vit fata. Tí má hann samskifta á einum andaligum støði. “ - táið vit bróta niður hugsannabygningar og alt høgt, sum reisir seg móti kunnskapinum um Gud, og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi”. (2. Kor. 10, 5)

Trúgv er eins og ein sjálvstartari í einum bili. Uttan einsjálvstartaria, so far man ikki motorin í gongd, og so blívur bilurin við at vera deyður.

Øll kristin menniskju hava eitt mál av trúgv, men tá tað er talan um gávuna í trúnni, so er tað nakað serligt. Tað er tað við profeti, kunnskapar orði ella vísdómi, og tað er ein partur av Guds trúgv, sum vit móttaka.

Okkara trúgv er mangan meira merkt av vón, enn av veruligari trúgv. Gávan við trúnni virkar ikki heilt automatiskt. Hon verður givin okkum so við og við, alt eftir hvussu Heilagi Andi bítur út til okkum, at brúks tá vit hava tørv á tí.

Trúar gávan hevur nakað at gera við, at vit ikki bara trúgva, at Gud kann gera tað, men at hann eisini við gera tað. Óansæð, um talan er um, hjálp til dagligar avbjóðingar, heilsu, at vera loystur ella undur.

Tað er undurfult, at uppliva hesa gávu í nýtslu. Man bara veit, at nakað fer at henda, og tí kann man biðja, við meira frímóð og vanta eitt úrslit, ja sjálvt um man ikki upplivir tað, her og nú.

Trúar gávan er heilt serstakt við grøðing. Tann formur fyri trúgv, her er talan um, er ein gáva, sum gevist júst í tí løtu, har tað er brúk fyri tí.

Jesus visti, hvør hann var. Hann hevði hesa trúar gávuna, og visti, at Gud vildi gera tað, hann bað um. Jesus kom ikki fyri, at gera sín egna vilja. Hann kom, at gera Guds vilja, og hann hevði ongar avmarkingar í síni trúgv, um evnini hjá Faðirinum

Trúgvin er veruliga ein gáva. Trúgvin er eitt trúnaðarband frá okkara góða Gudi og Faðiri, og sum er millum ein faðir og son hansara  ella dóttir, ella sum millum mann og konum hansara. Gud sendir okkum persónlig orð á ein serligan hátt, og gevur okkum vissuna um trúar møguleikarnar.