5. mar, 2019

Fylgisveinurin

Teir kendu teir aftur, at teir høvdu verið við Jesusi. (Aps. 4, 13)

Ansa eftir, hvønn tú kemur saman við, so at tú samsvarandi tí gamla orðafellinum kann siga: “Sig mær hvønn tú umgongst, so skal eg siga tær, hvør tú ert” – og hvat tú blívur til. Fólks tala og ferðan aftur og fram, kann hava ávirkan á okkara viðurskiftir, og á tað persónligheit onnur kunnu hava á okkum. Pætur og Jóhannes, teir vóru ávirkaðir av Jesusi, so teir blivu nakað heilt annað enn vanligir fiskarar frá Galilea. Tala teirra um Harran var álítandi, ið trúgv teirra um, at hann var sannorðaður. Hann er deyður, hann er risin upp og hann livir í dag Bert í hansara navni er tað Frelsa.

Tann gamla profetin er í honum uppfylt. Á hendan hátt ávirkar tað eitt menniskja, hvønn tú fylgist við, og tá tú fylgist við Jesusi, og tú grundar á hansara orð, so má úrsliti vera hareftir. Á ferðum teirra vóru teir fyrikomandi og hjálpsamir. Tann lamni maðurin var blivin grøddur av teimum. Guds samkoma skal til eina og hvørja tíð seta sín farveg her í heiminum, “har øll stríðast hvør móti øðrum”. Teir høvdu tann ósjónliga livandi heimin tilvitað fyri framman. Teir ivaðust ikki, tá teir bóðu. Teir vóru tryggir mitt í vandanum

Virkar Jesus eisini á hendan hátt í lívið tínum í dag?