11. mar, 2019

Nakrar hugsanir um náðina

Vit kunnu biðja um náði, tá vit hava gjørt nakað skeivt og fáa vit náði, ja, so sleppa vit undan eini straff, sum vit óivað høvdu uppiborið. Kann ein, sum er dømdur fyri eina kriminella gerð søkja um grið, og sleppur hann so undan at bøta fyri tað, ið hann hevur gjørt, ella minka um dómin sum heild.

Men náði er veruliga nakað annað og meira, tað er ein støða vit kunnu liva í, tí ein ella annar er góður við okkum. Hugsi um foreldur, sum til eina og hvørja tíð fara við børnum sínum, so sum tey hava tað uppiborið. Tey fara um tey á tann hátt, tí tey brýggja seg um børnini og eru glað fyri at eiga tey, sjálvt um tey ikki eru før fyri ella megna, at útinna tað, ið var vanta av teimum.

Kanska kunnu vit allýsa hugtaki náði, sum  tað mótsetta av vinningi, men tá hevur náðin ikki sítt rótfesti í tí, sum fær náði, men í tí, ið gevur náði

Um so var, at náðin á nøkrum sinnið var givin eftir dygd, so er tað ikki náði meira, tá er tað løn.