12. mar, 2019

Útveljingin byggir ikki á okkara stríð, men á Gud, sum kallar

Tí at áðrenn teir vóru føddir, og áðrenn teir høvdu gjørt nakað gott ella ilt, tá varð, fyri at Guðs útveljingarráðagerð skuldi standa føst, ikki vegna gerninga, men hansara vegna, sum kallar, sagt við hana: »Hin eldri skal tæna hinum yngra;« (Rom. 9, 11 – 12)

Øll menniskju eru kallaði, øll eru bjóðaði við, øll eru vælkomin, men tað eru ikki øll, ið vilja taka ímóti kallinum. Mong eru kallaði, eingin verður settur eftir, um so er, at tey koma til Jesus.

Gud, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan. Eg úthella Anda Mín yvir alt hold. Øll tey, sum Faðirin gevur Mær, koma til Mín, og tann, ið kemur til Mín, skal Eg als ikki koyra burtur. Tí mong eru kallað, men fá eru útvald.

Um so er, at vit koma til hansara, so er tað í sær sjálvum eitt prógv um, at vit eru útvald av honum! Tá eitt menniskja gjarna vil koma til Gud, so er tað bert Guds vilji, tí so er hetta nakað, sum Gud hevur lagt niðurí okkum. Tá vit kenna kalli, so mugu vit hvør í sær taka eina avgerð um, um vit vilja verða Guds útvaldu, ella um vit bert, vilja taka til takka við, at vera kallaði. Støðan er tann, at vit mugu velja at gera tað, ið Hann biður okkum um. Gud hevur biði okkum um, at venda um, og geva lív okkara til Son sín Jesus.

Tá tað í Bíbil okkara verður tala um útveljing, so skal tað ikki fatast sum um, at tey útvaldu hava nakrar serligar førleikar, ella hava nakran fyrimun fram um ein annan. Gud velur ikki okkum út eftir okkara dygd, men grunda á sína náði. Vit hava einki gjørt fyri, at hava hetta uppiborið, sum hann bjóðar okkum.

Tað, at vera útvaldur, tað er at vera nakað serligt í Guds eygum. Á sama hátt sum at vera einabarn, er nakað serstakt og einstakt í eygunum hjá foreldrunum. Gud velur okkum út bert av sínum  kærleika og náði. Um so er, at vit eru villig til at arbeiða í hansara víngarði, so vil hann brúka okkum. Vit koma til tað niðurstøðu, at vit blíva tænt av honum! Vit arbeiða ikki meira við Guds orði, men nú er tað Orði, sum arbeiðir við okkum.

Fullvissan um, at vera útvaldur, og forút bestemtur til tað frelsu, sum Gud veitt okkum,  so  uppnáa tað vissuni um, at eiga syndanna fyrigeving og Jesu Kristi rættvísi. Hetta gevur eina undurfulla kenslu av uggan og friði, og eina grundfesta vissu um, at vera útvaldur til frelsu.

Leggið tykkum tí enn meiri eina við, brøður, at gera kall og útveljing tykkara føst! Táið tit gera hetta, skulu tit aldri snáva; tí á henda hátt skal tykkum ríkliga verða givin inngangur í æviga ríki Harra og Frelsara okkara Jesu Krists. (2. Pæt. 1, 10 – 11)