14. mar, 2019

Být gávurnar

Einum verður soleiðis givin við andanum vísdóms tala, øðrum kunnskapar tala eftir hinum sama anda; øðrum trúgv í sama anda; øðrum gávur til at grøða í hinum eina anda; øðrum at útinna kraftargerðir; øðrum profetagáva; øðrum at døma um andar; øðrum ymis tungutala; øðrum týðan av tungutalu. Men alt hetta virkar hin eini og sami andin, sum býtir sundur til ein og hvønn fyri seg eftir vild síni. (1. Kor. 12, 8 – 11)

Gud hevur eina vón og ein dreym fyri hvønn einstaka av okkum. Hann hevur mynda okkum, so sum vit nú einaferð eru, eisini okkara eginleikar og útsjónd. Hann hevur kent okkum, heilt frá tí vit vóru mynda í móðurlívið, og hevur ein fingur við í spælinum heilt frá tí tíðini. Gud er hjá einum og hvørjum av okkum, sjálvt tá tað kemur niður í smálutirnar, so sum at geva okkum eitt eindømi av einum fingramerki á øllum tíggju fingrunum.

Heilt frá tí, at vit vóru fødd, hava menniskju fingið gávur, natúrlig evnir. Og hesi er júst til tað, ið Gud hevur eina stóra vón til tað, ið hann hevur hugsa og gjørt tilreiðar til lív okkara.

Mong kristin halda lítið um seg sjálvan, og royna harvið at vera sum onnur. Gud hevur kortini gjørt eina ætlan ella fleiri tænastur til rættis, so at vit eru í vilja hansara, so sum tey menniskju nú vit enn eru. Tann ætlan, sum hann hevur gjørt, er avgjørt tann rætta, til tað vit eru og tað, ið vit megna sum tey menniskju vit nú einaferð eru. Gud kennir okkum betur enn vit sjálvi.

Tær tænastur, sum eru meira ella minni sjónskar vilja vit uppliva sum nakað vit ynskja og sum vit koma til at leingjast eftir, at gera. Vit skulu til ókend økir, at tæna hvørjum øðrum við teimum ymisku gávum, ið Gud hevur givið okkum.

Tað eru tænastur, sum ikki eru grundaðar á natúrligar gávur, men eru Gudiliga og Andaliga búnar sum náðigávur. Ein náðigáva er, at týða andarnar. Tað hevur við sær, at kunna síggja við Heilaga Andans fatan. Hendan gáva gerð, at tann, sum hevur hana blívur førur fyri, at komast við andaligar gávur og tænastu í andanum hjá einum øðrum menniskja. Sum heild ynskir Heilagi Andin, at fáa okkum til, at vit  skulu hyggja serliga at tí jaliga og ikki tí neiliga, fyri á tann hátt, at kunna hjálpa hvørjum øðrum, so at vit, ið hava fingið eitt eitt hvørt lagt á okkara hjarta blívur gjørt.

Vit mugu skilja, at okkara brøður og systrar í Harranum, hava nakað, ið mong onnur ikki hava. Hóast tað, so hava ein og hvør av okkum nakað,ið onnur ikki hava. Vit eiga at læra, at  virðismeta ymisleikan hjá hvør øðrum, og vera eyðmjúk til at biðja um ráðføring, vegleiðing og hjálp, tá vit tørva tað.

Okkara evnir og gávur, hava stórt virði! Í tí tíðini, sum kemur, er tað brúk fyri, at vit hvør í sær bjóða okkum fram til tað, sum Gud hevur mynda okkum til. Og lat okkum minnast til, at tann, sum Gud kallaði til tænastu - ger hann búnan til tænastuna! Hetta er ein sannleiki av stórum týdningi!