18. mar, 2019

Vónin

Tveir av teimum fóru sama dagin til bygd, ið æt Emmaus... (Luk. 24, 13)

Teir vóru syrgnir, meðan teir gingu til Emmaus, tí teir meintu, at Harrin var atvoldin til teirra vónbrot. Teirra vón var jarða saman við honum. Vinur teirra, lærari teirra og hann, sum skuldi seta land teirra í frælsi, høvdu teir mist. Teir hvørki sóu ella kundi merkja Harran. Á sama hátt hava vit tað av og á. Tað var eins og Gud var blivin burtur fyri okkum, eins og eitt menniskja, sum vit høvdu sæð upp til, sum ein av teimum, sum skuldu verða fremst í stríðnum fyri Harran, men sveik tá ástóð, ella trúgvin á kristindómin rillaði. Tá er tað gott, at fáa tosa út um tingini við ein vin, tað minkar um sorgina. Gakk ikki aleinaður við tínum ótta.

Tá kom ein annar, at ganga saman við teimum, ið veitti teimum ugga og hvíld í teirra sinni, við at vísa teimum á Skriftina, so at teir sóu nýggjar dýpdir í teimum kendu orðunum. Teir kundu merkja Harran, men sóu hann ikki. Teir kundu kenna á sær, at alt var í ordan allíkavæl. Hann letur enn tann dagin í dag skriftina upp, fyri teimum sálum, ið treingja til ugga og vilja lurta, so at í teirra hjørtum byrja at vella fram úr nýggjum keldum.

Hann fór innar við teimum, tók breyði, vælsignaði tað og breyt tað. Teir bæði sóu og  kendu Hann. Tað eru tíðir, tá vit í náði fáa uppliva meira, enn tað, at Harrin er í sínum orði. So mangan tá Andi er sera sterkur, tá kenna vit varman frá honum. Tá koma mær orðini í huga, ið siga: “Tit skulu síggja meg, men heimurin sær meg ikki.”