19. mar, 2019

Bræv Kristusar

...tit eru bræv Kristusar, vorðið til við okkum... (2. Kor. 3, 3)

Tað er eitt kraftamikið heiti av einum kristnum. Hann er og skal verða eitt bræv, sum Jesus Kristus er rithøvundur til. Pennurin er tað, ið Evangelii sigur okkum og blekki er tann livandi Andi Guds, pappíri er hjartans kjøt talva. Vit eiga á ongum sinnið at ivast í, at Harrin málber seg rætt, tíguligt og við tign. Títt og mítt lív skal vera ein týðuligur vitnisburður um, hvat Harrin vil gera eitt menniskja til. Ver ikki eitt møsn, so at menniskju mugu stríðast fyri, at fata hvat meiningin er, sum tú bert fram. Og ansa eftir, at Harrans bræv ikki verður dálka, tí tá verða Harrans orð ótýðiligt, ella feittut, sum ger, at Skriftin rennur út. Rætta ikki uppá hansara snið, men lat tað verða skriva við stórum bókstavum, so sum tað skal vera. Skil ikki sundur tað, sum Harrin hevur savna, og lat hansara punktum standa, har hann hevur sett  tað.

Og tú, ið lestur hetta, ert tú ein pennur, ið Harrin kann brúka? Hevur tú førleikarnar, sum Harrin kann brúka? Kann hann dagliga reinsa teg, og dyppað teg í sítt blekk, tann livandi Guds Anda? Paulus sigur um seg sjálvan: “Men eg temji likam mítt og kúgi tað, fyri at ikki eg, sum havi prædikað fyri øðrum, sjálvur skal verða rikin aftur.” (1. Kor. 9, 27)