21. mar, 2019

Brúka tað ella miss tað

Tí hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið, og hann skal hava yvirflóð; men tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, ið hann hevur. (Matt. 25, 29)

Ein týðandi andaligur sannleiki er, at vit skulu brúka tær talentir og møguleikar, sum Gud hevur liti okkum uppí hendur. Eitt av teimum álvarsomu líknilsum, sum Jesus kemur við, er líknilsi um, tær talentir, sum Gud hevur givið tær. Hetta sera stutta líknilsi gongur út uppá, at tað, ið vit fáa frá Gudi, mugu vit fáa í umfar. Vit mugu ikki halda tað fyri okkum sjálv.

Vit kunnu á okkara lívsleið, koma út fyri at møta menniskjum, ið brendu fyri Evangeliinum, men sum bert nú rista uppá høvdi ella rippa øksl, og hava einki til yvirs fyri Gudi. Hvat er tá hent? Tað er nærliggjandi at hugsa, at tey hava mist tað, ið ikki bleiv brúkt. Kanska hava tey ikki vitna tá Harrin minti tey á tað.

“Kastið tí ikki frá tykkum dirvi tykkara - tað hevur stóra løn! Tykkum tørvar tol, so tit - táið tit hava gjørt vilja Guds - kunnu fáa tað, sum lovað er. Tí bert so lítla stund enn, tá kemur Hann, ið koma skal, og Hann skal ikki drála.” (Heb. 10, 35 – 37)

Vit eiga tí, at hava frímóð, tá vit blíva mint á Harrans kall. Gud lønir og vælsignar okkum við enn fleiri gávum og enn størri treysti, tá vit vísa handla í frímóð, tá vit fáa ábendingar frá Harranum um eitt hvørt.

“Høvdu tey bert allar dagar havt hetta hjartalagið at óttast Meg og akta eftir boðum Mínum - so teimum og børnum teirra kundi gingist væl til ævigar tíðir! Aktið tí nú eftir øllum tí, sum HARRIN Gud tykkara hevur álagt tykkum, og gerið eftir tí! Víkið ikki frá tí, hvørki til høgru ella til vinstru! Á allari leiðini, ið HARRIN Gud tykkara hevur álagt tykkum, skulu tit ganga - so tit kunnu liva, og tykkum kann gangast væl, og dagar tykkara kunnu verða mangir í landinum, sum tit skulu taka í ogn.” (5. Mós. 5, 29 & 32 – 33

Brúka tað ella miss tað, er so sanniliga ein andalig lóg, sum eigur at hava stóra ávirkan á okkum. Latum okkum tí hava frímóð, so skjótt sum Gud minnir okkum á eitt hvørt, sum skal gerast í tí gerningi, hann hevur hugkveikt okkum við. Latum okkum tí ikki liggja sjóvarfallið av okkum, tá vit hava møguleikan til eitt hvørt, men má lata okkum eins og Ísraels fólk í Egyptalandi fara út í eina oyðimarkar gongd

Bøn

 Góði Gud! Ger okkum andaliga vakin, so vit síggja tínar møguleikar – heldur enn okkara forðingar. Harri, lær okkum at virka í trúgv, so skjótt, sum tú teskar okkum eitt hvørt í oyra.