22. mar, 2019

Antin - ella

Eingin kann tæna tveimum harrum... (Matt. 6, 24)

Antin - ella. Eingin millumvegur. Ganga í holdinum – ganga í Andanum. Antin fyri ella ímóti Harranum, sigur Skriftin. Lívið hinumegin deyðan er í tráð við lívið her í heiminum. Tað gerð lívi her heilt annarleiðis. Alt tað, ið eg livið her, tað ávirkar lív mítt her. Vit skulu umbroytast frá Heilagleika til Heilagleika, men Heilagleikin má jú byrja her. Og Heilagleikin her í heiminum er, at koma inn undir Harrans ávirkan í hjarta og atferð. Dámurin av sál tíni er tað einasta, sum tú kanst taka við tær út úr heiminum og inn í sæluna heima hjá Harranum. Statt tú dagliga við Harrans síðu, so at hann kann geva tær alt tað, ið hevur ævinleikans týdning fyri teg í dag. Hann sigur: “Eg halgi Meg sjálvan fyri tey, fyri at eisini tey skulu vera halgað í sannleikanum.” (Jóhs. 17, 19)

Í dag standur Jesus frammanfyri tær. Hvat vilt tú útinna fyri hann í dag? Tað veldst um teg sjálvan, og um úrslitið av svari tínum, hvat lagna tín verður.