27. mar, 2019

Bøn til styrk

Biðið, og tykkum skal verða givið! (Luk. 11, 9)

Gud hevur lagt tað soleiðis til rættis, at bønin kann frígera Guds kraft til vælsignilsi. Eins og mylnan lyftir slúsulemmin, og vatni streymar yvir móti hjólinum og setur tað ígongd, og streymar víðari út yvir bøin og ger hann gróðurríkan. Trúgv okkara verður styrkt og lívga upp av bønini.  Tí hvørja ferð Harrin svarar, ja, so veksur trúgvin. Eg havi lagt til merkis, at veruliga biðjandi menniskju hava ongan iva um Guds trúfesti. Okkara andaliga durvandi natúr ressast á av bønini, og vit koma í samband við tann ósjónliga og veruliga heimin og okkara tráan tekur skap. Bøn ávirkar okkum, tá tað umræður okkara  medmenniskja, tí hon gevur okkum møguleika til, at hjálpa teimum á tann hátt, tí vit av einari ella aðrari orsøk ikki kunnu náa tey á annan hátt. Tað stimbrar okkara kærleika til Gud,  og megnar á tann hátt, at vit kenna eyðmýkt. Tað gevur okkum eina játtan um okkara veruligu trongd og stimbrar okkara og úthaldandi. Bið ikki bert fyri at fáa nakað frá Gudi, men eisini fyri at blíva nakað í tíni persónligheit.