28. mar, 2019

Hygg uppá teg sjálvan eins og Gud ger tað

Harri, tú meg rannsakar og kennir. Hvørt eg siti ella standi, tú tað veitst, langt burtur mín ætlan er tær kunn. Hvørt eg gangi ella liggi, tú tað kannar, tú gjølla veitst um vegir mínar allar. Áður enn orðið er mær á míni tungu, tú, Harri, tað kennir til fulnar. Fyri aftan, fyri framman ert tú um meg, og hond tína hevur á meg tú lagt. (Sl. 139, 1 – 5)

Hesi ørindini frá sálma 139 siga okkum, at Gud sær okkum og er um okkum áður enn vit eru fødd. Hann er við okkum víðari í lívinum óansæð hvat hendir okkum. Og hann, ikki bert sær okkum, men hann elskar okkum og hevur góðar ætlanir við okkum, hóast hvat, ið so hendir. “ Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum - sigur HARRIN - friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva  tykkum framtíð og vón.” (Jer. 29, 11)

Sannleikin er, at okkara virði í Kristusi er óendaligt

Heimurin minnir okkum støðugt á, at vit skulu meta um okkara virði í pengum, navnkendur, klæðir, eyðkendur, útsjónd ella arbeiði. Men tað er ikki á hendan hátt Gud sær ella metir um okkum. “Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.” (1. Sám. 16, 7)

Sannleikin er tí, at okkara virði í Kristusi er óendaligt! Tað er ikki virðismett í okkara pengum, navnkend, klæðir, eyðkend, útsjónd ella arbeiði. Sjálvt um vit koma út fyri einum ella øðrum keðiligum ferð eftir ferð, ja, Gud kennir okkum betri enn vit gera tað sjálvi, so vendir hann sær á ongum sinni burtur frá okkum. Hann vil altíð møta okkum, og vit hava altíð møguleikan at hitta hann.

Eingin kann skilja  okkum frá kærleika Guds

Í Lukas 15, kunnu vit lesa líknilsi um tann burturvilsta sonin. Tað stendur at lesa, at tá faðirin sá hann langt burtur, tá fór hann at renna honum í møti. Hann fevndi hann uttan ákærur av nøkrum slag. Tað er treytaleysur kærleiki.

Eingin kann skilja okkum frá Guds kærleika. Vent ryggin til lygnina, sum heimurin sigur um okkara virði. Fest títt eyga á Jesus, so at tú so við og við kann síggja tað, ið Gud sær tá hann sær teg. Tað hevur stórt virði. Tú er Guds skaparverk!