30. mar, 2019

Ein nýggj byrjan

 

Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur, hitt gamla er farið - tað er vorðið nýtt. ... Býr nú Andi Hansara, sum reisti upp Jesus frá hinum deyðu, í tykkum, so skal Hann, sum reisti upp Kristus frá hinum deyðu, gera eisini deyðiligu likam tykkara livandi við Anda Sínum, sum í tykkum býr. (2. Kor. 5, 17 & Rom. 8, 11)

Um vári eru vit full av vón, til tað, ið koma skal. Vit hava ymiskt, sum vísir tekin um, at nú kemur vári. Tað  er eins og vetur og summar kríggjast um vári, um hvør skal vinna. Eg hugsi mangan um páskaliljurnar, sum eg sá fyri nøkrum árum síðani, tað var kavi, men runt um páskalyljurnar var tað tiðna, so sjálvt grasi kundi fáa, at kenna hitan frá sólini. 

Allur boðskapur um vár vitnar um Guds skaparverk og hevur við sær gleði. Sólin gevur megi. Runnar og trø blóma, og fuglarnir syngja og byggja reiður. Sólin kemur longur og longur uppá himmalin, og vit skunda okkum útum, og lata tær ljósu og heitu geislar kína okkara likam  og sál.

Bjartskygni breiðir seg. Vit fáa meira lætt við, at gleðast um alt tað, ið ber boð um vækurleikan, og fáa nýtt lívsmót og stríðsanda. Natúran vitnar um okkara Skapara, ið við sínum almátti og innliti hevur skapt alt hetta frálíka vakra, sum eygu okkara skoða.

Tá vári er komi, so merkja vit, at verðin er endurfødd. Tað er ein uppreisnar sannroynd, sum er líka so undurfull og løgin, hvørt tað einasta vár.

Vári er ein nýggj byrjan, ein uppreisn við nýggjum lívið, ið sigrar yvir deyðanum. Vári vitnar um tann sannleikan, sum er, at Gud altíð skapar nakað nýtt. Vári gevur okkum nýtt lív, og okkara egna lív, gevur brádliga meining og nýtt frælsi.

Hvørja fer vit geva skarvin yvir, so stendur Harrin hjá okkum, og vísir okkum á, at hann er áhugaður til, at byrja av nýggjum, at byrja við okkum. Óansæð um vit kenna okkum miseydnaða, so tekur Gud okkum í sína hond, og byrjaðar við okkum av nýggjum.

Tá Gud gevur okkum eina nýggja byrjan, so ger hann tað við at leiða okkum aftur til Jesus, sum fyri Gud sjálvan er byrjanin. Tá Gud skapti heimin var Jesus byrjanin. Tá Hann leyskeypti okkum frá syndanna trælaoki, tá var Jesus byrjanin.

Lív okkara er treyta av Jesusi Kristi. Vit fáa eina nýggja byrjan hvønn dag, tí Jesus livir og er Harri okkara. Hann er okkara nýggja byrjan!

“Hann, sum í hásætinum sat, segði: "Hygg, Eg geri alt nýtt!" ...- táið vit bróta niður hugsannabygningar og alt høgt, sum reisir seg móti kunnskapinum um Gud, og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi” (Op.  21, 5 & 2. Kor. 10, 5)