31. mar, 2019

Játta Harran

Tí hevur Gud eisini sett Hann ógvuliga høgt og givið Honum navnið, sum yvir øllum nøvnum er, fyri at í navni Jesusar hvørt knæ skal boyggja seg, teirra, sum í Himli eru, teirra, sum á jørðini eru, og teirra, sum undir jørðini eru, og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd. (Fil. 2, 9 – 11)

Tá Jesus var her í heiminum, so kundi hann sum Guds Sonur – og tann, ið setti himmal og jørð í røring, tá kundi hann givið boð um, og fingið menniskjuni í heiminum til at geva seg yvir. Men á hendan hátt er Gud ikki! Gud ynskir, at tað er av fríðum vilja og av einu reinum hjarta, og at vit ynskja samveru við Hann.

Einki ger Gud so val nøgdan sum tá vit játta Hann. Jesus segði mangan: “Eg eri!” Hann elskar at hoyra okkum siga “Tú ert!” Vit gera tað óivað alt ov sjáldan!

“Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur. Tí við hjartanum trýr ein - til rættvísi; og við munninum játtar ein - til frelsu. ... Tí hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.” (Rom. 10, 9 – 10 & 13)

Tá alt gongur gali og alt er kaos, so bið ikki! Játta! “Tú ert Harri!” og “Jesus er Harri!”

Fyri nøkur menniskju er tað tungt við teimum stóru játtanunum. Sjálvt Pætur kom til at uppliva at  skáka sær undan teimum stóru orðunum. Hann avnoktaði sín Harra skírishóskvøld og tá hann møtti Jesusi aftur eftir uppreisnina, fekk hann ikki orði upp.

Ikki minni enn tríggjar ferðir hevði Pætur avnokta, at kenna Jesus – og tríggjar ferðir setti Jesus Pæturi sama spurning, um at hann elskaði hann. Pætur hevði fata, hví hann tríggja ferðir mátti játta sín kærleika til Jesus. Tað neit hann hvørja ferð og til seinast bleiv hann  sorgarbundin. Tí tað nívdi hann at góðtaka, at hann hevur veri vesalur og hevði svikið tann, ið hann elskaði. Pætursa játtan er tí nú eyðmjúk og stillislig: “Tú veitst, at eg havi Teg kæran!”  (Jóhs. 21, 17)

Men júst hesi stillisligu orðini eru nokk. Fylg mær! – sigur Jesus við Pætur. Og gevur so honum til uppgávu, at boða fyrigeving til menniskju, eins og hann sjálvur hevði fingið fyrigeving, tá hann royndi at svíkja Jesus, og sum tí kundi hava eina stillisliga og erliga játtan eftir.

Í dag, har allur heimurin er ein hurlivasi, so statt upp og vitna um, at Jesus er Kongana Kongur og Harrana Harri. Hann elskar, at hoyra okkum at siga, tað vit vita.

Og Sátan, hann skelvur, tá hann hoyrir tey heilagu koma við jaligum trúarjáttanum. Navni Jesus – er navni yvir øllum øðrum nøvnum. Játta tað við munni tínum! Sig tað hart við fíggindar tínar.

Tá okkara bønir, ikki geva nakað úrslit, so kunnu vit heldur við fyrimuni játta Guds Orð.

Tey orð, sum vit vitna við, og sum vit játta við okkara munni, vilja mangan vísa seg, at vera sera virkin. Gud mælir okkum til, at tala hart og beinleiðis til  avbjóðaran (fjalli) - og siga: “Flyt teg!”