1. apr, 2019

Vísdóm í hjartanum

“Gud, ver mær náðigur eftir góðsku Tíni, strika út brot míni eftir stóru miskunn Tíni! Tváa meg heilt reinan frá skyld míni, reinsa meg frá synd míni! ... Tú elskar jú sannleik innast í hjartanum - so lær meg tá vísdóm í hjartadýpinum!” (Sl. 51, 3 – 4 & 8)

Dávid ynskti í bøn síni, at Guds nærvera máttu til eina og hvørja tíð verða hjá honum, kost hvat tað kosta vildi. Tað mugu ikki verða forðingar, sum kunnu vera íkomnar av sjálvstilvitan. Dávid ynskti, av øllum hjarta sínum, at Gud mátt verða virkin í øllum hjartanum, eisini har, ið tær loyniligu syndirnar fjaldu seg.

Vit eiga at taka við læru av Dávidsa eyðmjuka ynski, um Guds fyrigeving og við hjarta og sinn søkja Gud. Bert um vit avdúka alt yvirfyri Gudi, so kunnu vit fáa Hansara óuppiborna vælsignið, og tað eiga vit ikki at lata fara frá okkum.

Sjálvt tey klókastu menniskjuni, kunnu ikki fata Guds orð, um ikki Heilagi Andi er við til at greina tað. Tað, sum er viðkomandi er hvønn hugburð vit hava í hjartadýpinum. Søkir man ikki sannleikan við hjartanum, tá vil sannleikin í Guds Orði, ikki blíva sjónligur. Paulus er inni í tí sama evninum tá hann skrivar: “Er tá enn evangelium okkara fjalt, so er tað teimum, ið fortapast, tað er fjalt - har sum gudurin hjá hesum heimi hevur blindað hugsanir hinna vantrúgvandi, fyri at ljósið frá evangeliinum um dýrd Kristusar, Hansara, sum er mynd Guds, skal ikki skína fyri teimum. Ikki okkum sjálvar prædika vit, men Kristus Jesus sum Harra, okkum sjálvar sum tænarar tykkara fyri Jesusar skuld.” (2. Kor. 4, 3 – 5)

Vit mugu eins og Dávid biðja um, at fáa vísdóm í hjarta. Vit mugu í Anda og Sannleika søkja samveru við Jesus, gjøgnum bøn og Bíbil lesnað og samveru við onnur kristin menniskju. Ikki fyrrenn tá, vilja vit uppliva undrini í Heilaga Andans gerningum, ja, mitt ímillum okkum.