2. apr, 2019

Opnir møguleikar

Eg veit um gerningar tínar. Sí, eg havi latið dyr standa opnar fyri tær, sum eingin er mentur at lata aftur; tí at tú hevur lítlan mátt, og kortini hevur tú varðveitt orð mítt og ikki avnoktað navn mítt. ... Av tí at tú hevur varðveitt orð mítt um tolmóð, skal eg eisini varðveita teg frá freistingarstundini, sum koma skal yvir allan heimin, til at freista teir, sum á jørðini búgva. Eg komi skjótt; halt tí fast, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína! (Op. 3, 8 & 10 – 11)

Gund ynskir við hesum Bíbil ørindum, at fløga okkara hjørtu. Orði er borði fram til okkara fyri, at skapa trúar virðir og vón. Gud kennir okkara gerningar. Hann kennir tænastu okkara fyri hann, og neyð okkara og vilja.

Jesus hevur opna einar dyr fyri okkum. Hann hevur stilla okkum frammanfyri einar dyr. Í Bíbil okkara stendur: “Eg havi framman fyri tær sett dyr opnar!” Einar opnar dyr, tað vil so siga, at, at tú kanst uttan hindur fara inn ígjøgnum  tær.

Jesus hevur við sínum gerningi á Golgata, opna ein nýggjan og stóran møguleika fyri okkum. Vit eiga tí, at fara út gjøgnum dyrnar og taka tað land, ið hann ynskir at taka, og gera brúk av reimum møguleikum, ið liggja fyri framman.

Mangan bera vit ótta fyri, at tær opnu dyrnar skulu smekka í. Vit eiga at fata, at tá Gud hevur opna einar dyr fyri okkum, so er tað eingin megi, ið kann lata tær aftur.

Gud veit um okkara maktaloysi og evni. Tað fylgir stórt vælsignilsi við, at halda fast við Guds orð, og ikki avnokta navn hansara ella trúnna á hann.

So lat okkum halda fast við tað, at Gud hevur givið okkum eitt støðumet, at halda okkum til. Lat okkum biðja Gud um, at hann má staðfesta og játta tær grundreglur, ið hann gav okkum í royndar tíðum.

Latum okkum fara út við frímóðið, og við teimum lyftum frá Gudi, ja, sjálvt um fatan og skynsemi eru ímóti tí. Lat trúnna blíva okkara livimáta. Guds orð stendur fast og tað stevnir móti síni uppfylling.

Tað, ið vit stríðast fyri, tað stríðist Gud enn meira fyri. Tað sigur orð hansara. Tað gevur okkum væntan og vón.

Her í okkara tí, er tað so mangt, sum vit blíva órógva av, og vit blíva so lætt meira og meira rótleys. Gud hevur eina góða mynd til okkara, sum vit kunnu hugsa um og taka støðu til: “So sigur Harrin: Takið støðu við vegirnar og rannsakið og spyrjið eftir fyrndargøtunum, har eydnuleiðin man liggja, gangið tit hana; tá skulu tit finna hvíld fyri sálir tykkara.” (Jer. 6, 16)