4. apr, 2019

Gudgivin kærleiki

So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi trý - men størstur av teimum er kærleikin. ... Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp; ... hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt. (1. Kor. 13, 13, 4, 7)

Kærleikin kemur frá Gudi. Vit eru skapt í kærleikans mynd, til at líknast Gudi, tað er tann fullkomni kærleikin. Vit eru skapt til, at elska eins og Gud, og til, at útliva hansara kærleika gjøgnum lív okkara í øllum tí, ið vit siga og gera.

Í boðunum um næstakærleika , so er okkum álagt, at royna, at gera Guds kærleika til okkara egna. Men tað, ið sýnist lætt hjá Gudi, tað mugu vit arbeiða uppá, og fáa til at virka.

Tað er bert grunda á tann Gudgivna kærleika, at menniskjaligur kærleiki er møguligur. Kærleikin er fyrst og fremst tann, ið virkar handling, so øll trúgv og allur kunnleiki, kann málast útfrá honum.

Um so er, at vit ikki hava kent Guds kærleika, og hava uppliva, hvussu nógv hann elskar okkum, ja, heilt inn í hjartarøturnar, so er tað bert okkara høvd, sum kennir Guds kærleika. Um vit kenna á okkum, at vit sakna tann Guds givna kærleika, so kunnu vit biðja Gud um tað, og at hann má vísa okkum á hvønn hátt vit fáa meira av honum. Vit mugu vera tilreiðar til, at uppgeva okkara egna vilja og hugsa um onnur fyrr enn okkum sjálv.

Alt byrjar við Guds kærleika. Tað er bara tá, ið vit hava sanna Guds kærleika í hjørtum várum, at Guds egni kærleiki, kann blíva okkara innara kelda til, at elska onnur. Tað hevur altíð veri í Guds ætlan. Vit elska grunda á, “at hann elskaði okkum fyrst!” (1. Jóhs. Br. 4, 10)

Sambært Jesus, so er næstakærleiki, hvørki nakað, ið man hugsar ella ein kensla. Boði um næstakærleika er ein ítøkilig handling. Vit eiga at biðja Gud um, at reinsa okkara hjørtu fyri tað, sum forðar okkum at gera tað, at vit kunnu elska við hansara treytaleysa kærleika. Gud gevur okkum við gleði bæði kraft og myndugleika til, at røkka heimsins menniskjum, á ein slíkan hátt, at tað kann merkjast, at hansara kærleiki streymar gjøgnum okkum.

Okkara vón, er tóm uttan kærleikans megi og fyllu. Eitt lív uttan kærleika, tað blívur ikki nakað gott lív, men bert ein tilvera. Gud kallar okkum til, at uppfylla okkara endaligu støðutakan til lív okkara. “Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at gleði Mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin. Hetta er boð Mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og Eg havi elskað tykkum.” (Jóhs. 15, 11 – 12)