5. apr, 2019

Bøn er lykil á morgni og lás á kvøldi

Byrja vit dagin við, at takk Gudi fyri tann nýggja dagin og biðja um hansara vælsignilsi fyri hann? Og enda vit dagin við, at biðja um hvíld á náttini og um Guds vernd móti øllum óndum? Vit eru vist meira ella minni vanrøkin hesum viðvíkjandi. Men vit eiga, at leggja okkum í sinnið, at bøn letur upp fyri fjaldum vælsignilsum. Og at bønar lási steingir dyrnar fyri tí ónda. Vit hava sterkt brúk fyri at læsa fyri teimum óndu maktunum. Vit síggja ikki teirra oyðing í lívið okkara, og hvat ávirkan tær hava á lívið hjá okkara kæru, tí tær eru myrkursins arbeiðarar, men vit síggja ávirkanina av teirra gerningum.

Vit hava støðugt brúk fyri, at biðja um vælsignilsi yvir okkum sjálv og okkara arbeiði, og at tosa við Gud um okkara gleði og trupulleikar. Gud hoyrir bønir nógv betur enn hvat vit hugsa okkum til, at hann ger. Mangt av tí góða, sum vit halda, at tað kemur av okkara ávirkan, er vist gáva av Guds hond. Og tey góðu hugskot, sum vit eru errin av og hugsa, at tað er av okkum sjálvum, er eisini givin okkum av Gudi. Tí eigur tøkk okkara til Gud á ongum sinni at halda uppat.

Vit liva í eini tíð, har tað er fátæksligt við bøn, og vit er ikki eins og tey eldru, sum hildu seg til Gud og livdu eitt heilagt lív, sum vit ikki síggja í dag. Tey kundi biðja og  og trúgva í treyst ár eftir og áhaldandi halda fast við teirra bønarevnir. Og tey fingu loyvi til, at síggja fruktirnar av teirra bønum, ið bidnar vóru. Tey upplivdu stórar vekingar og tey mongu, sum søktu Gud, sum vit ikki síggja í dag. Latum okkum verða meira røsk til at brúka bønina, sum letur upp fyri tí fjalda vælsignilsinum.