10. apr, 2019

At leita eftir gleði er fáfongd

Men táið eg so fór at hyggja at øllum, sum hendur mínar høvdu virkað, og at strevinum, ið tað hevði kostað mær, sá eg, at alt var fáfongd og eftirsókn eftir vindi; nei, undir sólini er einki, sum roknast kann fyri vinning! ... Tað er jú ikki lukka, sum stendur til menniskjað sjálvt, at tað kann eta og drekka og gera sær góðar dagar í øllum strevi sínum. Eg dugdi at síggja, at eisini hetta kemur frá hond Guds, Hansara, sum hevur sagt: "Hvør kann eta, og hvør kann njóta nakað, uttan Eg vil!" (Prædikarin 2, 11 & 24 – 25)

Hendan talan virkar kanska ógvuliga neilig, men her verur tala erligt um, hvussu tað er, at vera menniskja. Í brotum uppliva vit mangan spurningin um lívsins meining, tí málið er ikki so lætt, at svara uppá. Vit kenna okkum vist aftur í mongum av tí, ið vit lesa í bók Prædikarans.

Luther kallaði Prædikarans bók fyri “ugganarbókina”. Hon lærir okkum, at vit skulu verða takksom, og uttan ótta fyri framtíðini, og at vit skulu gera brúk av tí, ið Gud hevur givið okkum og ikki minst, at vera nøgd við tað, sum hann gevur okkum.

Prædikarans bók vísir á, sum eingin onnur bók í Bíbliuni, at uttan frelsu í Jesusi Kristi, so er lívið meiningsleyst og vónleyst. Vit eru skapt til eitt lív í samsvar við Gudi, og um okkara hjarta er óróligt til tað, ja, so finnur hvílu í Honum. Gud vælsignar okkum gjarna, við góðum gávum og tær ynskir hann, at vit skulu njóta og gleðast um. Lívið er jú ein gáva, og ein uppgáva. Vit kunnu fáa loyvi til, at njóta mangt gott, og tað eru eisini serlig pláss, sum vit hvør í sær eru før fyri at útinna. Vit skulu geva av okkara tíð og tí tilfeingi, sum Gud hevur givið okkum til tey, ið tørva tað, so at vit kunnu gleða okkara Skapara, og gleða okkara medmenniskju.

Prætikarin sigur frá, á hvønn hátt hann sóknast eftir eydnuni. Og alt sigur hann er, at hjarta hevur gleði. Men hansara niðurstøða er, at tað í grundini er, fáfongd og eftirsókn eftir vindi”, og at sóknast eftir vindi er jú meiningsleyst! Gud ynskir tað besta fyri okkum, og tað, ið Prætikarin leingist eftir er tað sama, sum Gud ynskir, at vit skulu verða lukkulig.

“Sælur er tann, ið hevur fingið misbrot sítt fyrigivið og synd sína fjalda, sælur er tann maður, ið HARRIN ikki tilroknar misgerð, og sum ikki hevur svik í anda sínum!” (Sl. 32, 1 – 2)

Hvussu er tað so vit fáa fulla vissu um, at vit hava fingið fyrigeving, og at syndin er strika út? Tað megna vit ikki í okkum sjálvum, men eisini hendan spurning, svarar Jesus okkum uppá. Ein kristin bróðir ella systir í Harranum kann geva tær og mær syndafyrigeving.

“Jesus segði tá aftur við teir: "Friður veri við tykkum! Sum Faðirin hevur sent Meg, sendi Eg tykkum." Táið Hann hetta hevði sagt, andaði Hann á teir og segði við teir: "Takið ímóti Heilaga Andanum! Fyrigeva tit einum syndirnar, eru tær honum fyrigivnar; nokta tit einum fyrigeving, er hon honum noktað."” (Jóhs. 20, 21 – 23)

Vit eiga, at takka Gudi fyri, at vit hava hann og hansara umsorgan og kærleika, at seta okkara álit á.