16. apr, 2019

Megnar bøn

Men somuleiðis kemur eisini andin veikleika okkara til hjálpar; tí at vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, soleiðis sum tað eigur at vera gjørt; men sjálvur andin gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum. Og hann, sum rannsakar hjørtuni, veit, hvat trá andans er, at hann eftir Guðs vilja gongur í forbøn fyri heilagum. (Rom. 8, 26 – 27)

Tá vit skulu biðja sannførandi bønir, tá er tað Andin, sum skal biðja bønina ígjøgnum okkum.

Guds gylti millumvegur er tann leið, har vit blíva leidd av Andanum. Tað er hann, sum setur okkum frí til, at liva tað lív, sum Gud hevur lagt til rættis fyri okkum. Hann vil vísa okkum á, hvat vit skulu gera, og hann vil verða Guds styrki í okkum. Tað ger okkum før fyri, at gera tað, sum av Gudi er gjørt tilreiðar av honum til ein og hvønn av okkum. Um vit geva Heilagum Anda rúmd til, at leiða okkum, so vil hann brúka alla okkara gongd her í heiminum til, at opinbera meira og meira um, hvør Hann er.  

Gud hevur altíð tað størsta hjarta! So tá vit biðja fyri okkara børnum ella fyri okkum sjálv, so er longsul Guds eftir at verja og vælsigna tann av okkum, so langt størri enn okkara hugur er til tað. Tess meira man fatar tann sannleika í sínum hjarta, tess meira vil man broyta tann hátt ein biður uppá.

Tað vil ikki í longdini vera nøkur grund til, at yvirtala Gud til nakað sum helst. Tað er altíð Gud, ið hevur tað størsta hjarta. Tað er Gud, sum er einamest brennandi fyri, at gera og geva teir lutir, sum hann hevur lovað okkum í sínum Orði.

Tá vit skulu biðja eina megnar bøn, so er tað ikki í egnari kraft, vit skulu biðja, men inniliga og hjartalig. Gud er altíð brennandi eftir, at fáa tað, sum hann longu hevur goldið fyri, við deyða Sonar síns. Okkara bønir skulu bert verða Guds málgagn fyri tað, hann hevur ætlanir um, ynskir, hugsanir og kenslur.

Jesus hevur longu sigra! Jesus hevur fingið navni yvir øllum nøvnum. Tí skulu okkara bønir ikki evnast til, sum um, at tað eru aðrar maktir, sum eru størri enn Jesus. Vit eiga ikki at lata okkum noyðast til  at biðja verndar bønir. Í okkara bønum eiga vit ikki at ógilda Guds almakt og stórleika – og hansara fullkomna sigur.

Tá vit biðja megnar bønir, so er eingin grund til, at rópa ella at uppføra seg annarleiðis. Týdningurin av eini megnar bøn er, at vit hava fata hvør Gud er, og hvat hann longur hevur gjørt. Vit eiga, at játta hansara almakt, stórleika og Orð – í bønum okkara.

Megnar bønir blíva meira  úrslitagóðar, og meira fyltar við kraft, tá man tekur sær tíð til, at bíða eftir, at Heilagi Andi fyllir á. Kraftin kemur ikki frá okkum sjálvum, men frá Gudi. Guds brennandi hugur er nógv størri enn okkara. Gud er glaður fyri eina og hvørja bøn, men Gud hevur goldið prísin fyri teg og meg, ja, fyri allar Føroyar – fyri øll menniskju og hann ynskir bønir, sum opna dyr fyri teg, og nýtt dirvi, so at tú hevur dirvi til at ganga ígjøgnum tær dyr, ið Harrin vísir tær á. Og – ikki minst  - ynskir Gud bønir um stóran vøkstur av frelstum syndarum, og fyri framgongd í ríkið Hansara.