17. apr, 2019

Sólgeislar frá Opinberingini

Tey sungu nýggjan song og søgdu: "Verdur ert Tú at taka bókrulluna og lata upp innsigli hennara, tí Tú vart dripin og keypti við blóði Tínum Gudi menniskju av øllum ættum, tungumálum, fólkum og fólkasløgum og gjørdi tey til kongaríki og prestar fyri Gudi okkara; tey skulu vera kongar á jørðini!" (Op. 5, 9 – 10)

Jóhannes Opinbering kann á mangan hátt vera ringa at fata. Tað eru tó nakrir kap., sum eru betri at fata enn aðrir, og óivað hava meira uggan við sær. Ein av teimum er kap. 5, har Jóhannes fær loyvi til, at skoða inn í Himmalin.

Hann sær eina bókarullu, sum hevur sjey segl. Ein eingil nærkast, og spyr um tað finst nakar, ið kann opna bókrulluna, sum er skriva á bæði uttan og innan. Ikki heilt vanligt við eini bókarullu og sum kann leggjast út sum, at bókrullan inniheldur alt, ið er vert at vita.

Tað vísir seg, at eingin, hvørki í Himli ella á jørðini ella undir jørðini, eru før fyri at opna hana. Jóhannes græt sárliga og ógvusliga. Tað sær út sum um, at alt er vónloysi og gremjan, ið eftir er har. Men so mitt í tárum og sorg ljóðar ein vónrík rødd: “"Grát ikki! Leyvan av ætt Juda, rótskot Dávids, hevur sigrað og kann lata upp bókrulluna og hini sjey innsigli hennara."” v/5.

So kom sólstrálan mitt í myrkrinum. Guds útvalda Leyva av Juda, er jú før fyri, at opna fyri lívsins loyndarmálum. Hann er tann rætti, ið kann gera tað, tí hann hevur gjørt semju við Gud.

Man kann samanlíkna bókrulluna við Bíbliuna, sum fyri mong er ein afturlatin bók. Vit vita, at mong fara undir at lesa Bíbliuna, uttan at finna tað, uttan at finna tann viðkomandi boðskapin í Bíbliuni, Frelsuna í Jesusi Kristi. Men hevur man góðtikið Jesus og yvirgivið seg til hansara, so fær Bíblian eitt heilt annað innihald, hon blívur áhugaverd og viðkomandi. Ja, hon blívur til dagliga føði, sum man ikki kann verða fyri uttan. Hon blívur lívsins breyð, til tað svongu sál.

Aftur til kap. 5, har Jóhannes sær lambið standa frammanfyri Guds trónu. Lambið stendur heilt inni í miðjuni á trónuni, Jesus stendur heilt innivið Guds hjarta. Tá, ið nú hetta er soleiðis áfatt,  so er eingin grund fyri at gráta. Lambsins góð gerð, var júst tað, at opna fyri Guds hjarta, sum er fylt við náði yvir náði.

Jóhannes sær lambið, sum tað offur, ið mátti til, fyri at frelsa mannaheimin. Fyrst hoyrir hann ein boðskap, og so sær hann tað ítøkiliga innihaldi í bókrulluni. Tað er jú á tann hátt, at tingini hanga saman. Vit mugu fyrst hoyra, og so síggja Guds dýpdir og loynidómar.