Vestmanna á jólum 2013

 

Hey familja, vinir og kenningar! 

 

Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt frá Harranum Jesusi Kristi vælsigna nýggjár!

 

Árið, sum er við at fara aftur um bak, hevur verið eitt gott og signingarríkt ár. Tað er so avbera stórt at vita, at vit eru í Harrans hondum. Tað er so ríkt at lesa í Luk. 24. kapitli, har greitt verður frá, tá ið Jesus verður lyftur upp til himmals. Jesus hevði upp hendur sínar og vælsignaði lærusveinarnar. At vera undir signing Jesu Krist er so ófatuliga stórt. Vit ynskja at Harrans ríka signing hvílir yvir okkum øllum í komandi tíðum.

 

Jólaboðskapurin, so sum vit lesa hann 2. kapitli hjá Lukasi, um tá Jesus verður føddur, er ein signingarríkur boðskapur, tí har verður greitt frá, at hetta eru "eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!" Hetta er avbera rík orð, at bæði tit og vit eisini eru við í hesu ríku orðunum! Harrin signi okkum at duga at bera henda ríka boðskapin víðari til onnur.

 

Vit bæði hava tað gott. Og okkara nærmastu hava tað eisini gott. Ein ferð til Panama verður óiva á skránni í árinum, sum liggur fyri framman. Jesus Kristus hevur so ríkiliga víst og lýst fyri okkum, at Hann er tann sami í gjár og í dag og til ævigar tíðir!

 

 

 

Bestu heilsur

Poula og Jóannes