Hugmóð

Og fyri at eg ikki skal gerast hugmóðigur av hinum miklu opinberingum, er mær givin ein tornur í holdið, ein Sátans eingil, at hann skal sláa meg, so at eg ikki skal gerast hugmóðigur. (2. Kor. 12, 7)

 

Tað má vera trupult hjá Gudi at halda stýr á okkum og at halda okkum niðri. Tað skal so líti til, áðrenn vit blíva høg í hattinum, men tað skal mangan nógv til fyri at gera okkum lítil. Sjálv eitt vælsignilsi frá Gudi, er ein herlig uppliving, og ein serlig náði kann gera okkum innbilsk. Og tá vit kunnu erpa okkum av tí, ið er ein náði, so vísir tað til fulnar, hvussu oyðiløgd okkara natúr er.

 

Men Gud sleppur okkum ikki. Hann fer við okkum av síni náði og vísdómi. Til tíðir má hann ruska hart í okkum. Sjálvt sátan má ganga ørindir fyri Gud fyri at eyðmýkja okkum. Hann letur ein torn stinga okkum í holdið, fyri at minna okkum á, hvussu veik vit í grundini eru, og hann letur okkum eyðmýkja enn meira, hóast við biðja hann taka hann frá okkum. Tí hann vil gjøgnum hana geva okkum tað røttu vælsigning, nevniliga, Náði. Ja, at vísa okkum á, at náðin er nóg mikið, og tá tú ert veikur, ert tú sterkur

 

Tí mást tú ikki missa móti, sjálvt um tornin stingur. Tað má verða á hendan hátt, fyri at tú kanst blíva við við, at merkja at tú ert lítil.

Týsdagur 12.03.2013

12-03-2013

Gerið beinan veg Harrans (Jóhs. 1, 23)

Djevulin brúkar heimsins børn til at gera Harrans veg óslættan. So tað blívur trupult at síggja Guds ríkið, ella at taka støðu til, at taka ímóti Guds frelsu. Harvið hindra hann mongum at blíva frelst. Vit mugu í sorg drýpa høvur og ásanna, at eisini nakrir, sum bera orði fram, eru blindir, og harvið ikki boða á ein slíkan hátt, at vegurin til Harran verður javnaður. Men vit eiga at takka Gudi fyri tey, ið boða eina bíbil trúgva boðan, sum vísir á vegin og royna at javna hann, so tað blívur lættari at koma til trúnna á Jesus sum Frelsara.

Øll kristin hava fingið sum uppgávu, ikki bert at javna Harrans veg, men eisini at taka burtur tær forðingar, ið gera tað trupult at síggja vegin.

Tá tað stendur eitt einsamalt ella syrgjandi menniskja við vegin, og saknar kærleika, troystarríkt orð, so roknar Gud við okkum, at vit javna vegin, so hetta menniskja av nýggju kann ganga vegin í trúgv og tøkk.

Gud hevur kalla okkum til at vera trúføst og at hava umsorgan í okkara gerningi fyri hann og gera okkara vegarbeiði við gleði til eina og hvørja tíð. Men vit kunnu uttan at vit hugsa um tað siga eitt skeivt orð ella gerð, sum mótarbeiðir Gudi, um vit ikki lata okkum leiða av Orðinum og Heilaga Anda.

Djevulin hevur ikki stórar trupulleikar við at fáa sínar arbeiðarar, at gera Harrans veg truplan at ganga eftir. Men hann eiga vit at standa ímóti. Vit eiga ikki at lata okkum leiða av einum og hvørjum lærdóms vindi, men gjølla hyggja eftir, um tað vit gera, er eftir Harrans boðum, og ikki eftir okkara egnu vitsku.

Mánadagur 11.03.2013

Ein synd kann spilla nógv

Tað liggur ikki til okkara, at vera umhugsin. Og heimsins freistingar og eina helst tey seinastu árini hava veri so stór, at børn og ung eru drigin inn í gerðir, sum seinri í lívinum eru ikki til at halda út, tí tær seta síni merkir, sum verða sjónlig alt lívið, og so ikki minst, at hava ævinleikans týdning. Á hendan hátt bera nógv eldri menniskju í dag byrðar, sum vóru løgd á tey í ungum árum.

 

Tað er tí av størsta týdningi, at fáa ungdómin at fata, at syndin ber oyðandi spírar við sær. Hesin spíri til sorg og oyðilegging kann taka langa tíð at spíra, men við árunum veksur tað upp, so tað heilt skuggar fyri tí røttu gleðini.

 

Man ikki Pætur, sum avnoktaði sín Harra, ikki mangan hava haft eitt pínufult minni at hugsa um, sjálvt um hann vendi um, og fekk sínar syndir fyrigivnar? Og man ikki Móses, sum í ein veikari stund, ikki gjørdi, so sum Gud hevði boði honum at gera, og tí ikki fekk loyvi til at føra tann skaran, hann undir Guds leiðslu førdi út av Egyptalandi, og inn í Kanans land, mundi hann ikki mangan minnast tað løtu, tá vreiðin tók yvirhond? Bíblian hevur mangar frásøgur um tær fylgjur, ið fylgja við syndini, og hvussu djúp og ræðandi spor tey seta. Tí eiga vit á ongum sinni at gloyma, at syndin liggur uppá lúr við dyr okkara og tekur yvirhond, um so er, at vit ikki eru vakin.

 

 

Um Gud vil

 

…Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur. (Ják. 4, 14)

 

Tað liggur okkum mangan á, at leggja ætlanir uttan Gud. Eins og Jákup eisini skrivar: ”Í dag ella í morgin skulu vit fara…tit sum ikki vita, hvat ið verða skal í morgin!” Vit vita heldur ikki hvussu mangir dagar falla okkum í lut, og endin á lívið okkara er kanska nærri enn vit hugsa. Tí eiga vit at gera eins og sálmaskaldið skrivar: ”Á hvørjum degi vil eg teg prísa og navni tínum lova um aldur og ævir!” (Sl 145,2)

 

Vit eiga at læra at liva ein dag ísenn. Tá okkara byrðar blíva ov tungar fyri okkum at bera, so er tað tí, at vit vilja bera byrðar fyri fleiri dagar samtíðis. Vit eiga at leggja til rættis eins og ein, sum er á eini stuttari vitjan frá vøggu til grøv, og altíð verða tilreiðar at fara. Tí eiga vit ikki at lata nakað, sum kann gerast í dag bíða til seinri. Vit eiga heldur ikki lata sólina seta yvir okkara vreiði, meinhuga ella nagg. Ver altíð tilreiðar! Ta átti at verði okkara aðalmál, tí tað er avgerandi, at vit eru tilreiðar tá Gud kallar.

 

Og læra at hava álit á Gud, ta má roynast. Vit hugsa, at vit eru nakað í okkum sjálvum og kunnu alt sjálv, og verða lætt freista til at leggja ætlanir langt fram í tíðina fyri lív okkara. Men lív okkara er eins og roykur í stilli. Tí eiga vit at taka ávaringina í álvara um, at vera tilreiðar, so vit gera okkum tilreiðar, vit, sum eru eins og ein roykur eiga at minnast, tá vit gera ætlanir, so eiga vit at leggja afturat: Um Gud vil!

 

Sum ein roykur, í stilli man standa,

so er menniskjalívið á fold;

vinur skilir tú ikki tín vanda?

Tínir javnlíkar leggjast í mold.

Sigurstónar 69, 1

Sunnudagur 03.03.2013

Um einhvør ikki elskar Harran, hann veri bannaður! (1. Kor. 16, 22)

 

At enda í fyrsta Korintiabrævi stendur skriva: Um einhvør ikki elskar Harran, hann veri bannaður! Tað vil so siga, at tað heldur ikki bert at bera navni kristin, tí vit eiga eisini at elska okkara Harra Jesus Kristus. Vit lesa í Matteus 10, 37, har Jesus sigur: “Tann, ið elskar faðir og móður meir enn meg, er mær ikki verdur; og tann, ið elskar son ella dóttur meir enn meg, er mær ikki verdur.” Á hvønn hátt kunnu vit tá vísa, at vit elska Jesus? “Tann, sum hevur boð míni og heldur tey, hann er tann, sum elskar meg; men tann, sum elskar meg, skal verða elskaður av faðir mínum, og eg skal elska hann og opinbera meg fyri honum.” (Jóhs. 14, 21)

 

Samkoman í Korint var merkt av heimspeki og av avgudtemplum í býnum, har tað eina var  eitt siðloysis tempul Afrodite-tempul at navni. Tað voldi til stríði í samkomuni um, hvat tey hoyrdu heima. “Eg meini við hetta, at ein og hvør tykkara sigur: »Eg eri í parti Paulusar«, »eg eri í parti Ápollosar«, »eg eri í parti Kefasar«, »eg eri í parti Krists«.” (1. Kor. 1, 13) Taka vit eitt samdømi til okkara tíð, so er munurin kanska ikki so stórur. Mong av teimum kristnu i dageru merkt av tí nútíðar frælsisstevnu, sum er í heiminum. Men eisini fyri okkum eru hesi orðini galdandi: “Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guðs verður verandi yvir honum.” (Jóhs. 3, 36)

 

Med venlig hilsen

Johannes Danielsen

Leygardagur 02.03.2013

Undir Harrans vernd

 

Eins og seyðahirði goymir hann at teimum. (Jes. 40, 11)

 

Jesus talaði mangan til fjøldina og til sínar lærusveinar í myndatalu, tí tann stóri sannleikin á tann hátt bleiv lættari at fata. So nú fara vit í GT, har vit møta myndatalu, har vit eru at líkna við eitt seyðafylgi, sum hevur sjálvan Harran sum hirða. Og vit hava brúk fyri einum hirða við Guds kunnleika, makt og kærleika, tí rundan um seyðafylgið eru rovdýr, sum til eina og hvørja tíð eru tilreiðar at leypa á og oyðileggja seyðafylgið.

 

Hví verða vit líkna saman við eitt seyðafylgið? Seyður er millum tey djór, sum eru eina mest verjuleys og kend fyri teirra trot uppá skil. Mitt í okkara kunnleika, so eru vit ikki før fyri at stýra uttanum Sátans gørn og selja okkara sál fyri svikafult hugarensl. Tí hava vit brúk fyri einum hirða, sum bæði ansar eftir og leiðir okkum til grønar fløtur og til hvíldar áir, og sum leiðir okkum á tí rætta vegum. Tí Gud er okkara hirði, og harafturat ein hirði, ið hevur umsorgan fyri øllum í sínum fylgi, og lombini tekur hann upp í føvningin og leiðir ærnar lagaliga. Hann sær tørvin hjá hvørjum einkultum, og hevur umsorgan fyri, at øll hava skýli og kunnu verða nær honum, tí tín stavur og tín keppur, teir ugga meg. Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni.

 

Týsdagur 26.02.2012

Tí at Guðs starvsfelagar eru vit. (1. Kor. 3, 9)

 

Guds samstarvsfólk! Tann hugsan er so ovurhonds stór, at vit eru næstan ikki før fyri at fata tað heilt. Hann, tann stóri, almáttugi Harri og skapari, kann brúka eitt dust sum vit eru í heims høpi, sum samstarvsfólk. Men Skriftin sigur, at vit eru tað, ella skulu vera tað. Nøkur fáa nógv litið upp í hendi at fara í gongd við, onnur mikið minni. Nøkur kunnu samla fjøldir av fólki til møtir, onnur skulu brúkast í forbønartænastuni. Men tað umráðandi er, at vit blíva brúkt til tað, sum Gud setur okkum til. Eydnurík eru tey, sum við gleði kunnu siga, at tey eru Guds samstarvsfólk, og royna art vera trúgv í tí tænastu, ið er givin teimum.

 

Øll, sum hoyra Gudi til, hava fingið eina tænastu, men tað eru mong sum ikki taka tænastuna í álvara, men tæna bert sær sjálvum og sínum. Í Jesusar síðsta bøn sigur hann. Jesus sendi sínar lærusveinar út, mitt í millum úlvar, men hann lovaði, at vera við teimum, og virka við sínum Anda. “Og dýrdina, sum tú hevur givið mær, havi eg givið teimum” Teir høvdu einki at óttast, tí hann var við teimum, og hann er eisini við okkum í tí gerningi vit hava fingið frá Harranum Jesusi, at gera.

 

 

Fríggjadagur 22.02.2013

Tveir brøður

 

Tí hyggi tann, sum heldur seg standa, um seg sjálvan, at hann ikki fellur! (1. Kor. 10, 12)

 

Tað vóru tveir beiggjar, hvørs vegir skiltust. Tann yngri fekk sín arv útgoldnan og fór so sín veg, meðan tann eldri bleiv verandi heima hjá faðirinum og gjørdi tað, ið bleiv vanta av honum. Tað gekst ikki tí yngra so væl, sum hann hevði vóna. Og hann endaði sum hirði hjá svínunum í stórum fátækdømi. Tá kom hann at hugsa um heim sítt, har nokk var av øllum. Og hann hugsaði: “Eg vil standa upp og fara til faðirs míns!” Men tá tann heimagangandi bróðurin sá tann yngra sonin venda heim, tá bleiv hann óður og vildi ikki vera har, tá faðirin heithjartað bjóðaði sínum heimkomna soni vælkomnan heim og gav honum bæði klæðir og mat.

 

Tað eru mong, sum eru á sama hátt eins og tann yngri sonurin, tey eru farin burtur frá Guds faðirhúsið. Og sum andaliga svølta, og liva eitt vánaligt lív. Men tá slík menniskju eru aftur ávegis til Faðirhúsið, so eru vit mangan at líkna við tann eldra bróðurin ónøgd. Nú hava vit gjørt so nógv fyri Gud í so mong ár, og so blívur tað gjørt meira burturúr, tá ein niðurundirkomin syndari kemur, enn av okkum. Hava vit tað soleiðis, so mugu vit ansa okkum. Vit sum halda okkum standa eiga ikki at hugsa á hendan hátt, tí slíkar hugsanir, kunnu skjótt føra til fall. Okkara Faðir syrgir yvir eitt hvørt menniskja, sum ikki finnur vegin heim til hansara. Tí mugu vit ikki standa í vegin, men hava somu áskoðan sum Faðirin, og gleðast yvir, at tað farna er afturfunnið, “tí at hesin bróðir tín var deyður og er livnaður aftur, var farin og er fingin aftur.” 

 

 

Týsdagur 19.02.2013

Men so mongum, sum tóku ímóti honum. (Jóhs. 1, 12)

 

Loyndardómurin í at blíva ein kristin, er at taka ímóti og koma til at liva í einum tøttum samfelagi við Jesus, okkara Frelsara og Harra. At taka ímóti Guds frelsu er sera einkult, at sjálvt eitt líti barn kann tað, og tó so tungt, at mong vaksin ikki megna tað.

 

Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn. Men hvat hendi við teimum, sum tóku ímóti honum: Sum ikki er giti av blóði, ei heldur av holds vilja, ei heldur av mans vilja, men av Guði. Vil so siga, at tá vit lova Jesusi inn í okkara hjørtu og taka ímóti honum, sum Harra og Frelsara, føðast vit av nýggjum. Eitt óskiljandi inntriv av Gudi. Alt tað gamla er fari. Vit blíva heilt einkult eitt annað menniskja. Men tað byrjar alt samalt við, at vit taka ímóti Jesusi.

Hvat hjálpir tað okkum, at sólin skínur, um so er, at vit eru í skugganum? Hvat hjálpa øll Guds lyftir okkum, um vit ikki trúgva teimum? Hvat hjálpir tað okkum, at Jesus kemur til okkara sum Frelsari, um so er, at vit ikki taka ímóti frelsuni? Tað heldur ikki bert at lurta, ella, at verða áhugaður, men at taka ímóti. Paulus skrivar til Timoteus: “Gríp hitt æviga lívið, sum tú varðst kallaður til...”  (1. Tim. 6, 12)

 

Gud rættir okkum sítt orð, fult av ríkidømi og dýrd. Mugu vit við takksemi taka ímóti tí útrættu hond frá okkara Frelsara.

 

 

Mánadagur 18.02.2013

...bindindi í góðum verki... (Rom. 2, 7)

 

Tað er bert trúgvin á Jesus, ið frelsir, men ein trúgv uttan gerningar er deyð. Tí eiga vit í álvara hyggja eftir, um vit eru úthaldandi í góðum gerðum. Trúgv er at hvíla í syndanna fyrigeving, og ein gleðis vissa um fría atgongd til Gud. Og út frá hesi vissu bera vit frukt, sum er byrja av kærleika til Gud og til okkara næst.

 

Nøkur blíva kallaði til eitt uppofrandi lív fyri tey, sum hava tað tungt. Onnur tæna meira í tí stilla. Men fyri øll er tað umráðandi, at trúgvin er livandi og styrkist við at hon verður umsett í gerðum. Trúgv kann ikki yvirliva uttan at vera virkin. Trúgva vit, so tala vit eisini, tí trúgvin kann ikki steingjast inni og livir bert, tá hon undir Heilaga Andans vegleiðing breiðir seg út. Trúgvin á Gud tekur eitt fast tak í okkum og leiðir okkum, so vit frá tí eini støðu til aðra vita, hvat vit mugu ella ikki mugu. Trúgvin er Heilaga Andans amboð. Og ein virkin trúgv vísir okkum á, at Guds Andi arbeiðir í okkum. Uttan trúgv er tað ógjørligt, at toknast Gudi.

 

 

Sunnudagur 17.02.2013

Hevur tú tvigið klæði tíni og gjørt tey hvít í blóði lambsins.

 

Men tá ið kongurin fór innar at síggja gestinar, bar hann eyga við ein, sum ikki var klæddur í brúdleypsklæði. Og hann sigur við hann: "Vinur mín, hvussu ert tú komin inn higar, og ert ikki í brúdleypsklæðum?" Men hann tagdi. Tá segði kongurin við sveinanar: "Bindið hendur og føtur á honum, og kastið hann út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl!"

Guds náði er ókeypis, hon verður givin fyri einki, men tann, sum forkastar Guds náði, fær hana heldur ikki. Vanvirðing fyri Guds náðitilboði; kann vísa seg á ymiskan hátt. Tað eina er, sum er lættari at skilja, hon er, at siga nei til innbjóðingina, ella at sláa tað hen við tómum undanførslum.

Tað gjørdu tey, sum Jesus fortelur um í byrjanini av líknilsinum. Tey søgdu nei, tí tey høvdu so nógv annað, sum var av størri týdningi fyri tey.

Men vanvirðing fyri Guds innbjóðing, kann eisini vísa seg á annan hátt. Jesus fortelur um tað í endanum á hesum líknilsinum. Ein av gestunum var ikki í brúdleypsklæðum, hann hevði sníkt seg inn fyri at vera við til veitsluna, og tað gleði, ið har er. Men hann hevði ikki nógva virðing fyri Konginum, tá hann kom, sum ikki sømuligt er fyri tann, sum situr við Kongsins borð. Nú nýtist okkum ikki, at undrast á hvar hann skuldi fáa klæðini frá. Tað sigst, at kongurin gav teimum innbodnu ein klædning, tá komi var til veitslu, men slíkt er ikki kent, og var í hvørfall ikki kent alment. Men vit nýtast ikki at hugsa um hesa søk. Jesus gongur ikki við til tað. Hann setur bert fingurin á tað sum er høvussakin. Tann sum er innbjóðaður til kongin, má koma soleiðis sum kongurin vil ein skal koma.

Tað stórsta við eini stórari fest er ikki maturin, ella alt tað fína ein sær. Nei tað stóra er, at síggja konngin, at verða saman við honum. Um so var, so burdi hann  hava fingi tað søk í ordan. Tí vit sleppa bert innum dyrnar, sum er Jesus, og klædningurin er Jesu dýrabara blóð, sum rann á Golgata hin dag fyri teg og meg. Hygg hvat hann sjálvur sigur í Markus 1, 15. "Tíðin er fullkomin, og Guds ríki er í nánd! Vendi um og trúgvið gleðiboðskapinum!" Umvend teg sigur Guds orð. Játta tínar syndir fyri Gudi, og vend tær til Jesus. Lurta eftir tí Evangeliska orðinum, um tað fullgjørdu frelsu í Hansara navnið, sum doyði fyri teg.

Og vil tú vita hvat fyri brúdleypsklæði sum passa til Guds ríkið, so les Jesaja 61, 10. "Stórum eg gleðist í Harranum, um Gud mín fegnast mín sál, tí at hann hevur latið meg í frelsubúna, sveipa meg í rættlætis skikkju, eins og brúðgomur bindur sítt høvuðskreyt, eins og brúður, sum letur seg í skart."

Minnist til hvat Johannes fekk at síggja í himlinum. Opinberingin 7, 14. Og eg segði við hann: "Harri mín, tú veitst tað. "Og hann segði við meg: "Hetta eru teir, sum komnir eru úr trongdini miklu, og hava tvigið klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins."

 

Leygardagur 16.02.2013

Ert tú tilreiðar

 

…Tí at menniskjusonurin kemur í teirri stund, sum tykkum ikki varir. (Matt. 24, 44)

 

Vit verða mint á, at vakja og biðja, fyri at vit skulu verða tilreiðar, tá Jesus kemur aftur. Men sum árini fara so blíva vit dølsk, og vit gloyma at verða til reiðar. Vit vita ikki, um Jesus kemur í dag ella bíðar enn eina tíð, men vit vita, at hann kemur. Eins og jødarnir skuldu verða tilreiðar at fara út úr Egyptalandi, eiga vit at verða tilreiðar tað stund, Jesus kemur, so vit kunnu fara við honum.

 

Vit møta so mongum ávarandi orðum um at verða tilreiðar, at vit gloyma at taka tey til okkum, og liva eftir teimum. Um ikki orðini um at verða tilreiðar vóru av stórstað týdningi, so vildi Jesus ikki ferð eftir ferð í álvarsemi ávara okkum um tey. Vit falla mangan í tað freistin, at trúgva, at vit kunnu rokna okkum fram til afturkomu Jesusar. Men vit blíva dølsk, so vit ikki halda okkum vakin. So vit festa okkum við okkara útrokningar, heldur enn at verða tilreiðar.

 

Tær fimm hygnu moyggjarnar høvdu eyka olju til teirra lampur. Men tað vóru aðrar fimm, tá í tímin kom, tá brúðgommurin kom ikki høvdu meira olju. Tað er ein mynd, ið líkist  okkum kristnu. Nøkur hava eyka olju, so at tað er áhaldandi ljós í teirra lampu, onnur ikki. Eftir øllum at døma, er alt í ordan, men tað er ein avgerandi munur, at tær ikki eru tilreiðar, tá Jesus kemur.

 

Vinur tú mást fylla á meðan tað enn eitur í dag!

Fríggjadagur 15.02.2013

Vitnisburður

 

Men trúgv er treyst…teir trúðu skriftini og tí orði, sum Jesus hevði sagt. (Heb.11, 1) & (Jóh 2,22)

 

Var stýrimaður við einum skipi og vit vóru við snellu undir Íslandi. Vit høvdu haft góðan fiskiskap, og høvdu fingið fulla last og nógv á dekki. So var sett kós heim. Men nú átti eg vakt aleinaður og eg visti at teir næstu 12 -15 tímarnar sá eg ongan. Veður líkindini vóru ikki góð og beint frammaná. Tá eg kom í stýrhúsið og var blivin aleinaður, so hugsaði eg at tað hevði verði gott við nakað av tónleiki, so eg tók niður í ein kassa, sum vit høvdu bond í, og hvat, eg setti bandi í bandspælaran og hvat hoyrdi eg, jú: ”Sig hví byggir tú Nóa ein bát, eins og dárin so bert tú teg at, móti fjøllinum fert, langt frá sjónum tú er, hvussu kunnu vit skilja títt verk.” Hesin sangur kom til at vera mær ein stór uggan hesa nátt, sum var sera drúgv og sum er eitt got vitni um uggan frá Jesusi. Eg visti um Jesus hevði lært um hann, men tað persónlig, sum kom mong ár eftir hetta hevði eg ikki.

 

Tann stóri munur, sum er ímillum vantrúgv og kristin, er, at tann fyrri bólkurin ikki trýr Skriftini, men hin bólkurin ger. Skriftin er ikki til nakra hjálp í neyð, um so er, at áliti á hana ikki er. Tað vildi verði tað sama sum, at ikki at hava álit á ferðaætlanir, koyrireglar, o.a. Ein dag komu lærusveinarnir har til, at teir kundu trúgva Skriftini og øllum tíð, sum Jesus hevði sagt. Tað frígjørdi Guds kraft í teimum og var byrjanin til ein stóra broyting, har henda kraftin bleiv meira og meira sjónlig í teirra gerningi sum ápostlar.

 

Sama kraft er í Skriftini í dag, tí hon kann ikki takast vek frá Jesusi Kristi, so sum Jóhannes í innganginum til sítt evangelium nevnir: ”Orði”. Lesa vit Bíbliuna, uttan at hon sigur okkum nakað, er tað tíð, vit lesa hana sum nakað, sum ikki kemur okkum við, og, sum vit ikki trúgva uppá. Lesa vit ferðaætlan, koyrireglur og sjóreglur o.a., á sama hátt, so vilja vit skjót sanna, at tað endar galið. Tað gongur eisini galið, um so er, at vit ikki trúgva orðinum, sum er av størsta týdningi. So leingi vit ikki trúgva, tí Gud sigur okkum í sínum orði, so nevna vit hann beinleiðis fyri ein lygnara.

 

Vit eiga at venda um, so vit ikki longur hava ryggin móti Gudi og hansara orði, og vera eins og lærusveinarnir trúgva Skriftini. Tá hendir tað eitt óskiljandi undur. Tann kraft, sum er goymd í Guds orði, hon setir okkum í frælsi. Og tað, Orði sigur vil henda, tað hendir. »Sí, eg geri allur lutir nýggjar!« (Opb 21,5)

Hósdagur 14.02.2013

 

Jóhannesar Evangelium 16, 8 - 11

 

Og tá ið hann kemur, skal hann sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm. Um synd, av tí at teir ikki trúgva á meg; um rættvísi, av tí at eg fari til faðirin, og tit síggja meg ikki longur; men um dóm, av tí at høvdingin í hesum heimi er dømdur.

  Tað eru ørindi í Bíbliuni, sum vit javnan hava brúk fyri, at blíva stillaði yvir fyri, so vit spakuliga treingja niður í teirra dýpið og tann sannleika, sum tað gevur okkum. Ørindi um tað uppgávuna hjá Talsmanninum skulu vit støðga við eitt bil, og tað uppgávu hann hevur. Talsmaðurin, skal geva okkum fatan um rættvísi, av tí at eg fari til faðirin.

 

  Fyri at leita inn í hesi orðini, av Jesusar egna munni, eiga vit fyrst, at leggja til merkis, hvat hann segði, hetta kvøldi áðrenn hann doyði – altso sjálvt Skíriskvøld. Tað kastar ljós  yvir ørindi, tí tað vísir okkum á, at Jesus tosar um sín fyrigevandi deyða á krossinum. Har fer hann til Faðirin! So er rættvísin jú bigd á Jesu deyða Langafríggjadag! Sama kvøld segði hann eisini: Tí at hetta er blóð mítt, blóð sáttmálans, sum verður út helt fyri mongum til fyrigevingar syndanna. ( Matt. 26 – 28)

  Hervi er tað tíguligt, at Jesus í talu síni um rættvísi hugsar um sín komandi deyða á krossinum. Har skuldi hansara gerningur fullførast. Her skuldu menniskju foreinast við Gud. Her vildi hann vinna æviga rættvísi fyri ein hvønn, sum trýr.

 

  Hettar er jú eisini skriftsins høvus endamál. Allareiða í tí Gamla Testamentinum er tað profiterða; vit skulu bert samanlíkna við Jesaja, hvar hann skrivar:  ”Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.” ”Hin rættvísi tænari mín, gera mangar rættvísar, hann sum bar misgerðir teirra.” ( Jes. 53, 5 & 11 )

  Og í tí Nýggja Testamentinum verur tað sagt: ”Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guðs rættvísi í honum.” (2 Kor. 5, 21)  Ja, Jesus er ”hann sum fyri misgerðir okkara varð givin upp og fyri rættvísgering okkara varð uppvaktur.” (Rom. 4, 25)

 

 

Hyggið tað er tann centrali frelsuboðskapurin, Jesus sjálvur setur orð á Skíriskvøld, tá hann sigur ”um rættvísi: av tí at eg fari til faðirin”! Júst hettar, at hann fór til Faðirin gjøgnum deyðan á krossinum, og ogna verðini rættvísi. Við hesi gongd í okkara stað gav hann Gudi alt sítt lídni, heilagleika og rættvísi, sum vit av røttum skyldaðu honum – og harvið bleiv Jesus okkara rættvísi.

Halleluja!!!

Mikudagur 13.02.2013

…Hann græt og bønaði hann um náði. (Hós. 12, 5)

 

Á henda hátt var tað at Jákup bleiv ”Ísrael”, eitt nýtt menniskja. Gud fann hann í hansara synd og stríddist við hann, so Jákup græt. Tað var sorgin yvir sína fortíð, hann græt yvir. Tað komu livandi myndir fram fyri hansar samvitsku eygu, har snýtti hann bróðir sín, og har segði hann ikki sannleikan fyri faðir sínum, og har handlaði hann óárliga yvirfyri mammubeiggja sínum, men í øllum hesum og ikki minst syndaði hann móti Gudi. Og hann bað um náði, og fyrigeving og kraft til eitt nýtt lív, tá hann neyðhelt sær til eingilin og segði: »Eg sleppi tær ikki, fyrr enn tú vælsignar meg!« (1 Mós 32,26)

 

Eins og eitt lítið barn, ið fær yvirvág yvir faðir sínum, tað hevur órætta, ikki við at gera mótstøðu móti honum ella umbera syndina, men við at kasta seg í hansara armar og gráta angursins og kærleikans tár.

 

Hevur tú uppliva hetta, so er tað ein partur av tínum egna lívið, sum tú á ongum sinni gloymir? Tá vitst tú, hvønn týdning umvendilsi hevur, og hvat tað vil siga: »Ikki skalt tú longur eita Jákup, men Ísrael; tí at tú hevur barst við Guð og menn og hevur vunnið sigur!« (1 Mós 32,28)

 

Í egnari kraft, at taka stríði upp móti syndini, er tap. Men at verð sterkur ”í veldis mátti hansara!”(Ef 6,10) , tað er tað rætta. Harrin sigraði á hesum sinni, og hann sigrar enn í tí hjarta har hann fær loyvi til at koma inn. Og um tú kemur í freistingar, so møtt freistingunum saman við tínum Frelsara, sum býr har inni frammanundan. Bið til hansara, og sigurin er vísur.

Týsdagur 12.02.2013

Og tá ið Harrin sá hana, tókti honum hjartaliga synd í henni, og hann segði við hana: »Grát ikki!« Og hann gekk fram at líkbøruni og nam við hana; men teir, sum bóru, steðgaðu; og hann segði: »Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp!« Og tann deyði settist upp undir seg og tók at tala; og hann gav móður hansara hann. (Luk. 7, 13 – 15)

 

Lívið og deyðin møtast í Náin henda dag. Einasti sonur eina einkju var deyður, og nú vóru tey ávegis at jarða hann uttanfyri býin. Tað er tað eina fylgi. So møta tey honum, ið kallar seg sjálvan ”uppreisnin og lívið”. Tað var tað annað fylgið. Tað bleiv til eitt áhugavert møti.

 

Tey tvey fylgini støðgaðu. Henda dag síggja vit tíðliga, at Jesus boðar og lærir, at lívið er sterkari enn deyðin. Syndin leiðir okkum til deyðan og endan. Men Jesus er ikki bundin av synd, deyða og enda. Hann er lívið beinleiðis frá Gudi. Hann er Gud, nú kann hann vísa tað fram.

 

Mamma til dreingin kendi svára sorg og neyð, til Jesus kom. Hon var meinari rakt enn tey flestu. Maður hennara var deyður, og nú doyði hann, sum skuldi taka sær av henni í ellini. Allur tryggleiki vóru skryktir vek undan fótum hennara, til Jesus kom.

 

Longdin frá Náin til okkara er ikki so langur. Vit eru eisini undirløgd syndsins og deyðans lóg, og vit kunnu ikki loysa okkum frá henni. Til Jesus kemur. Hann kemur til tín í dag, til tín, sum stríðist við synd, deyða og enda. Hann kemur við lívið.

 

Tað er bert Jesus, sum kann loysa okkum frá deyðans makt. Hevði ikki deyðans fylgi ikki møtt Jesus henda dag, hevði øll vón verði úti! Á henda hátt er tað djúpast sæð fyri øll menniskju, ið ikki møta Jesusi. Øll vón er burtur. Vit eru øll dugnalig á ymiskan hátt. Men tá tað kemur til deyðan, er okkara ágrýtni til onga nyttu.

 

Tað er gott at vita, at Jesus kemur til okkara, eins og hann kom til Náin. Hann kemur við lívið. Ikki bert eitt lív, sum seinri skal doyggja ein dag, men eitt lív í livir og livst í allar ævir saman við honum í hansara ríki.

 

Deyðin er vónleysur, men bert til Jesus kemur. Hann gevur lív.

Mánadagur 11.02.2013

…Og hin ríki doyði við og fór til gravar. Og tá ið hann læt eygu síni upp í helheimi, har sum hann var í pínu, sær hann Ábraham langt burtur og Lázarus í fangi hansara. (Luk. 16, 22 – 23)

 

Øll doyggja. Eisini tann ríki og stóri. Ikki fyri at sova, men fyri at vekjast upp aftanfyri deyða og grøv, har tann ríki maðurin opnaði síni eygu í pínu og neyð.

Tann ríki maðurin, Jesus í hesum álvarsama líknilsi sigur frá, hevði haft eydnuna við sær. Hann var blivin ríkur, men tað var eitt skarð í gleðini. Hann var blivin plágaður av tí fátæka Lazarus, sum lá uttanfyri dyr hansara og biddaði. Jú sanniliga ynskti hann Lazarus langt vek. Annars hevði hann tað gott.

 

So fekk hann sítt ynski uppfylt. Lazarus tók tað longu ferðina. Tað tann ríki ikki visti, var at einglarnir komu og bóru hann í fang Abrahams. Túrurin kom eisini skjótt til tann ríka. Á henda hátt er tað altíð. Og nú møta vit honum í deyðsríkinum við svárari pínu.

Hann kundi nokk ikki trúgva tí, hann sá í byrjanini har langt burtur. Hann sáð Lazarus. Hann var heilt broyttur. Einki fátækdømi og eingin neyð. Eingin pínandi sár. Eingir hundar, ið slikkaði sár hansara. Hann sat í fangi Ábrahams, og hevði tað betur, enn nakar kundi hugsa sær.

 

Tann ríki vildi sleppa yvir til Lazarus. Men Ábraham segði nei. Og Àbraham vildi ikki loyva Lazarus at fara aftur til jarðar til at ávara familjuna, og siga teimum sannleikan um lívið, um deyðan og dómin.

 

Tað var ov seint. Hann var glataður. Burtur vóru hansara skreytklæðir og tað væl tilgjørt borð. Burtur var gleðin og veitslurnar. Og burtur var Lazarus. Alt tað góða var burtur. Øll vón var burtur. Tíðin stóð still. Fyri ævir í hesi pínu! Hann hevði bert hugsað um seg sjálvan. Ikki hugsa um Lazarus. Ikki havt brúk fyri Gudi. Nú hevði hann av sonnun brúk fyri bæði Gudi og Lazarus.

 

Vit skulu øll fylgja einum av hesum tveimum. Hvar gongur leið tín? Eftir deyðan skulu vit øll lata eyguni uppaftur. Lívið er ævigt. Tá tann ríki  bað fyri familju síni, svaraði Ábraham: »Teir hava Móses og profetarnar, lýði teir á teir!« (Luk. 16, 29)  Tað eru eisini eini boð til tín. Tú hevur Guds orð. Har vísir Gud tær vegin til dýrdina.

Sunnudagur 10.02.2013

Latum tí okkum eisini, við tað at vit hava slíkt stórt skýggj av vitnum uttan um okkum, seta av okkum eina og hvørja byrði og syndina, sum lættliga darvar, og við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar. (Heb. 12, 1-2)

 

Hvussu kann tað verða, at vit skulu hava hesa uggan, at vit skulu hyggja burtur frá okkum sjálvum og bert uppá Jesus? Tað er ein hjálp til okkum, tá teir dimmu dagarnir eru. Tá vil Harrin, at vit lyfta okkara eygum móti tí rætta staðnum, har tað er hjálp at fáa.

 

Tað kann verða mangt og hvat, eisini í einum kristnum lívið, sum ávirkar til mótloysi. Og mótloysi skuggar fyri Jesus. Og ikki minst mugu vit sanna, at tá vit hyggja inn í okkum sjálvi, so gevur tað ikki beinleiðis mót. Tí hvat síggja vit: ótrúskap, eitt svikafult hjarta.

 

Tað er ikki lætt at taka ímóti náðini, tá ein hevur tikið móti henni fleiri fer áður. Ein kann syrgja seg til deyðis yvir seg sjálvan.

 

Tað kann eisini verða umstøður í tænastuni, sum ein var litin til, sum gekk øðrvísi enn ein hevði vænta ella ynskt. Eg fløkti alt saman, ella var tað ein annar í gjørdi tað.

 

Tað kann verða tað sama hvat er, sum hevur skapt mótloysi, so ljóðar tað her: Latum tí okkum eisini... seta av okkum eina og hvørja byrði og syndina...  við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus.

 

Fyrst eiga vit at hugs um, at hann gekk í okkara stað, og at hann Frelsti okkum frá syndini og deyðanum, frá Guds vreiði og Sátans makt, og gav okkum ævigt lív. Harnæst eiga vit at hugsa um, at tað var hann sjálvur, ið segði: “Fylg mær”, og gav okkum eina tænastu í hansara ríkið. Við eygunum rættum móti Jesusi blívur tað ikki so tungt. Ja stórt sæð, so ber hann bæði okkum og byrðar okkara.

Leygardagur 09.02.2013

Og sí, teir komu berandi til hansara við einum giktsjúkum manni, ið lá í eini song. Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, segði hann við hin giktsjúka: »Sonur mín, hav tú gott treysti, syndir tínar eru tær fyrigivnar.« (Matt. 9, 2)

 

Teir bóru teirra sjúka vinmann til Jesus. Teir vistu, at hann kundi lekja hann. Nú bíðaðu teir í spenningi, at Jesus vildi nerta við hann og gera hann frískan. Men til teirra stóru undran, gerð Jesus nakað heilt annað. Hann fyrigevur honum hansara syndir: »Sonur mín, hav tú gott treysti, syndir tínar eru tær fyrigivnar.«

 

Í byrjanini fataðu teir einki av hvat meiningin hjá Jesus var. Tað var jú tað teir vóru komnir til! Samstundis var tað nakað heilt ávíst, Jesus vildi vísa teimum, at syndanna fyrigeving er meira átrokandi enn at lekja sjúkir! Hetta eigur altíð at liggja fremst í huganum, og ikki gloymast.

 

Men Jesus hevur eisini áhuga fyri likaminum, tí grøðir hann tey sjúku. Tey koma í aðru røð. »Statt upp, tak song tína og far heim til húsa!« (Matt. 9, 6)

Í okkara tíð eru menniskju nógv upptikin við at røkja likami. Tað blívur einki spart á hesum umráði. Tað verða nítur stórar upphæddir av peningi til likamsrøkt og ímóti sjúku. Men sálin fer í órøkt. Frelsan og syndanna fyrigeving kemur í síðstu røð, og blívur av mongum heilt gloymd.

 

Tí eiga vit gjøgnum innbjóðing og bøn, at vera íðin eftir at bera menniskju til Jesus. Tey koma ikki av sær sjálvum. Tey vita enn ikki, hvussu neyðugt tað er fyri tey, at fáa eitt møti við Jesus. Tey mugu “berast” til hansara. Hann stendur har og tekur ímóti einum og hvørjum, og hann hevur guddómsmátt til bæði at fyrigeva syndir og at lekja.

Fríggjadagur 08.02.2013

Dýrur er í Harrans eygum deyðin hjá dýrkarum hans.  (Sl. 116, 15)

 

Tað er ikki ring at fata, at Bíblian kallar deyðan ein fígginda. Eitt andlát kann verða ógvuliga tungt, óbehagiligt og ónt einahelst tá tað kemur for nær uppá og sníkir seg innum okkara egnu dyr. Jú deyðin kemur okkum uppá tvørs av okkum, sum eru skapt til at liva.

Men samtíðis er deyðin eisini dýrabarur, tá hann kemur til ein heilagan. Dýrabarur eins og Harrin sær tað. Tí tá ein av teimum trúgvandi fer frá okkum, so er enn ein náddur heim í dýrdina.

 

Tonk, um vit høvdu eygu og rættulig kundu sæð, hvat var sett í ein kristnan. So vildi vit sæð hvussu mikið dýrabarur hann var. Fyrst eitt arbeiði av einum undurfullum skapara, og hartil ein frelsara, ið gav seg sjálvan so nógv at hann hevði einki meira at geva. Er tað so nakað at siga til, at tað er dýrt keypt í Harrans eygum, tá ein kemur heim, eisini tá tað er gjøgnum deyðans dyr. Fyri okkum kunnu dyrnar virka stórar og tungar. Men Harri stendur á hinari síðuni og sigur: ”Vælkomin heim mítt dýrabara barn.”

 

Harrin hevur fylt við okkum allan vegin, fyri at tann dýrt keypta sálin ikki skuldi farast. Hann hevur stongt fyri mongum síðuvegum, sum kundu fingið okkum til at fara á glatunarvegin. Og uttan at vit gruna tað, mátti hirðin av og á senda teir himmalsku tænarar á veg okkara. Men við endan á hesum vegi er tað arbeiði komi at enda. Tann dýrabara sálin er komin heim. Og nú standa teir saman. Teirra eygu møtast: ”tann frelsti syndarin og frelsarin”. Stríði um tann eina er at enda komi. Men sigurin hevði ein prís, og júst tí:”Dýrur er í Harrans eygum deyðin hjá dýrkarum hans.” 

 

Hósdagur 07.02.2013

Nóa so gjørdi; hann bar seg at í øllum lutum eins og Guð hevði boðið honum. (1.Mós. 6, 22)

 

Nóa bleiv vist hildin at vera dummur. At hugsa sær at byggja ein bát uppi á landi! Gud hevði sagt við hann, at flóð skuldi koma av regni. Men Gud vildi bjarga honum, um hann bygdi ein bát.

 

Nóa bygdi á Guds orð. Tí bygdi hann eina ørk eftir Guds ávísing. Tað var ikki nakað ítøkiligt, sum váttaði, at á jørðin skuldi flóð koma av einum áhaldandi regni. Bert Guds orð. Fyri Nóa var tað nokk.

 

Tað gekk eins og Gud hevði sagt. Tað ger tað altíð. Regnið kom, og skjótt gav jørðin ikki lívd meira. Tann einasta bjargingin var ørkin. Við henni bjargaði Gud Nóa og húski hansara, og eitt par av øllum sløgum av djórum. Tá henda Guds straff yvir syndina og ótrúskap kom yvir jørðina, var tað bert eitt, sum var avgerandi, um ein var í ella uttanfyri ørkina.

 

Mong halda tey kristnu fyri gjøldur. Tey halda tey vera dumm. At hugsa sær, at trúgva á ein dómadag! Tonk at trúgva á Gud, ið kann bjarga okkum frá dóminum! Og tað einasta vit hava at halda okkum til, er Guds orð!

 

Í dag vil Gud minna okkum á, at hansara orð og lyftir halda. Tað, at seta sítt álit á Gud, og byggja sítt lív á hansara orð, er av sonnum eingin vánaligur grundvøllur.

 

Tað er einki meira trygt enn Guds orð. ”Himin og heimur skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki forganga”, sigur Jesus í (Luk. 21, 33). Hann sigur eisini:  Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni.” (Matt. 7, 24-25)

 

So kann tað vera, at tað eru nøkur, ið flenna og rópa teg dumman. Men tá eigur tú at hugsa um Nóa og læra av honum. Hann hevði heldur einki annað at halda seg til enn Guds orð og lyftini í teimum. Men tað helt!. Minst til at regnið kemur! Men vit eiga at vita, at tað er Guds orð, sum helt hjá Nóa í syndaflóðini, tað heldur eisini fyri teg á dóminum.

 

Mikudagur 06.02.2013

Farisearin stóð og bað soleiðis fyri seg sjálvan: »Eg takki tær, Guð, at eg ikki eri sum aðrir menn: ránsmenn, órættvísir, horkallar ella líka sum hasin tollarin. (Luk. 18, 11)

 

Hús mítt skal nevnast eitt bønhús. (Matt. 21, 13), segði Jesus, men farisearin gjørdu tað til eina framførslu. Hann vísti fram sína góðheit. Tað var heldur ikki nøkur vánalig framførsla! Tí í tí ytra livdu farisearirnir eitt pent lív í lýdni móti teimum mongu boðum og fyriskipanum.

 

Hóast alt var tað nakað grundleggjandi galið við farisearanum eins og vit møta tí á Jesusar døgum. Og í dag. Teir gerningar teir gjørdu vóru ikki Gudi ella menniskjum til vildar, men sær sjálvum. Men tað var teirra egna sjálvrættvísi teir bygdu á. Teir brúktu sínar gerningar eins og ein stiga til Gud, og trúðu, at teir við at ganga lógarinnar veg, kundu blíva rættvísir fyri honum.

 

Góðir gerningar og lógargerningar er hvør sítt. Tað eru tað mong, sum ikki eru greið yvir. Sjálvsagt eiga vit altíð at royna at gera tað besta móti øllum. Lógargerningar er nakað ein ger fyri sítt egna besta. Tað er hetta Jesus fordømir so hart.

Tað var tollarin og ikki farisearin, ið fór rættvísur heim frá templinum. Tollarin sá sína synd og bað um fyrigeving og náði. Farisearin setti sítt álit á sínar egnu gerningar, og teir hildu ikki fyri hann, og heldur ikki fyri teg.

 

Óivað er tað eisini at síggja í templinum í dag, at hægri ein setur seg sjálvan, tess lægri setur ein hini. Tess minni eg síggi av míni egnu synd, tess meira síggi eg annans.

 

Farisearisman liggur nær við hjá einum og hvørjum av okkum øllum. Eitt orðatak sigur: ”Ein eigur ikki at sløkkja annans ljós, fyri at eins egna skal lýsa”. Tú blívur ikki stórur við at gera onnur lítil. Nei, tað er bert við at vera lítil í sær sjálvum, at ein kann blíva stórur. Fyrst tá hava vit brúk fyri Jesusar fyrigeving og rættvísi.

 

Nøkur kunnu vist eisini nýta meinigheitina sum framførsluhøli. Vit blíva óivað bergtikin, men Gud sær hjarta. Har hann finnur stoltleika og eginrættvísi, kann hann ikki gera sín góða gerning.

 

Um so er, so bið Harran um at taka tað burtur, sum forðar...

 

Týsdagur 05.02.2013

Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, tókti honum stórliga synd í teimum, tí at tær vóru illa viðfarnar og vanrøktaðar rætt sum seyðir, ið ongan hirða hava. (Matt. 9, 36)

 

Tað var ein flokkur av menniskjum, sum Jesus á ein serligan hátt setti sín kærleika til. Tað vóru tey,illa viðfarnar og vanrøkt”. Hann tókti synd í teimum, og so stendur tað eisini, at hann tók sær av teimum.

 

Á henda hátt er Jesus fullur av kærleika og eymleika, fullur av umsorgan. Og hann hevur áhuga fyri teimum, sum lýða, og tað er bæði likamliga og sálarliga. Bíblian sigur okkum, at Jesus hótti at storminum á sjónum, og harvið bjargaði menniskjum frá at drukna. Hann gav einum stórum mannaskara breyð, sum ikki kundu fáa mat á annan hátt. Hann grøddi allar sjúkdómar og veikleikar.

Jesus hevði stóra umsorgan fyri likaminum, men hann gloymdi ikki sálina. Tá hann sá tey vanrøkta og illa viðfarnu, segði hann: »Akurskurðurin er mikil, men arbeiðismenninir eru fáir. Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðisfólk at heysta inn skurðin.« (Matt. 9, 37 – 38)  Her meinar hann helst við tað andaligu neyðina.

 

NT er fylt við frásagnum, sum vísa á, at Jesus tók sær av menniskjum í neyð. Og hann er júst tað sama í dag. Hann er her. Hann sær okkum, og hann sær okkara neyð. Hann sær tey gomlu og veiku, tey einsligu og sjúku. Hann sær tey, sum syrgja. Hann sær tey øll, og tekur stórliga synd í teimum! Serliga tekur hann synd í teimum, sum í teirra neyð ynskja at fáa hjálp, men ikki hava dirvi grunda á mannaótta.

 

Tað er gott at vita, at Jesus kennir okkara neyð og tekur synd í okkum. Men hann ger meira enn tað! Eins og tann miskunnsami samaritanarin, reinsar hann okkara sár, bindir um tey, og vissar sær, at tey verða lekt. Hann førir okkum til tryggleika og hevur umsorgan fyri okkum.

 

Hann tekur burtur okkara neyð!

 

Mánadagur 04.02.2013

Hví ert tú illur. (1. Mós. 4, 6)

 

Um vit ikki læra at stýra okkara kenslum, so koma vit at missa virðing, og koyra onnur menniskju burtur frá okkum, og vit missa mangar møguleikar av tí grund. Okkara kenslur eru eins og at koyra bil. Um vit kenna bilin og koyra við skynsemi, so kann hann verða við til at føra okkum víða um. Men uttan kunnskap og skil, kunnu vit koyra okkum út í stórar vandar.

 

Gud spurdi Káin hví hann var so illur inn á bróðir sín, og vildi við tí spurningi føra hann til at sanna, at kenslur hansara vóru í fer við at leiða hann út á ein síðuveg. Um hann ikki kundi stýra sínum kenslum, vildi hann koma í tað støðu, sum vildi verða ómøgulig at liva við. Ja, hann kundi umvenda seg og angra, men hann kundi ikki gera tað gjørda ógjørt. Men Káin lurtaði ikki eftir Gudi. Støðan var eftir øllum at døma órættvís. Hann merkti, at eingin virdi hann. Hann upplivdi, at bróðurin fekk vælsignilsi av hansara ávum. Hvørjar kenslur vóru ígongd her? Skuffilsi, virðisleysur og so henda kenslan av at vera offur. Hesar kenslur fingu hann til at myrða bróðurin, og fara yvir um eitt mark, sum hann aldrin kundi koma yvir um aftur.

 

Vit hava øll eina innbygda reaktión, ið ikki altíð er undir kontroll. Og kenslur kunnu taka yvirhond á okkum, og mennast innan í okkum, eins og ein stormur í tekur til í styrki.

 

Ein maður greiddi soleiðis frá: ”Eg rósti mær mangan av, at eg altíð helt mínar kenslur fyri meg sjálvan. Eg helt meg sjálvan ikki vera ein óðan mann. Men so bleiv eg giftur, og kona mín segði mær, at eg hevði eina rúgvu av vreiði í mær. Sjáldan kom tað út í orðum, men tað vísti seg tíðliga í andliti mínum.”

 

Eg hevði fingið nakað at taka mær av. Eg hevði kenslur, sum eg var noyddur til at taka mær av, og fáa greiðu á.

 

”HVAT VIÐ TÆR?”

 

Sunnudagur 03.02.2013

Men Nóa fann náði í eygum Harrans. (1 Mós. 6, 8)

 

Tá Jesus doyði á Golgata Langafríggjadag, legðist eitt myrkur yvir Jerusalem frá kl. 12 – 15. Forhangið í tí allarheilagasta skrædnaði í tveir partar. Og gravirnar opnaðu seg. Eitt er heilt víst, tað er, at tað vóru mong skelkaði menniskju í Jerusalem henda fríggjadag.

 

Hóast alt,  trúgvi eg, at skelkurin var størri fyri tey í Nóasa tíð. Tey fingu vitjan av Jesusi – í tíðini millum hansara deyða og uppreisn. Pætur sigur soleiðis um Jesus: ”Tí at Kristus leið eisini eina ferð fyri syndarar, ein rættvísur fyri órættvísar, fyri at hann kundi leiða okkum fram til Guðs, hann, sum leið deyðan í likaminum, men varð livandi gjørdur í andanum, sum hann eisini fór í og prædikaði fyri andunum, sum vóru í varðveitslu, teimum, sum í forðum høvdu verið ólýdnir, ta ferðina Guðs langmóð bíðaði á døgum Nóa, meðan ørkin varð smíðað.” (1 Pætbr. 3, 18 – 20)

 

Vit vita ikki hvat Jesus boðaði teimum. Tað er heldur ikki nakran týdning – tað týdningarmesta er, at tey vóru livandi. Deyðin merkir ikki oyðing. Tann, sum doyr, kemur til at bíða eftir tí stóra uppreisnardag, tá tey rættvísu skulu verða skild frá teimum órættvísu fyri ævir. Nøkur bíða í forgarðinum til glatan. Onnur bíða í forgarðinum til Paradís. Men øll eru andaliga livandi til dómin.

 

Við hesum vil Jesus vísa á sín sigur – og vísa á, um tey nú høvdu bíða í árhundraðir ella ártúsundir, so máttu tey ikki trúgva, at dómurin var avblástur.

 

Tað er ræðuligt at lesa um, hvussu fólk gingu til grundar á Nóasa døgum. Synd og ómoralur blomstraði. Tey møttu Guds náði við vanviring. Tey høvdu ikki brúk fyri frelsu og bjarging. Tey trúðu, at alt fór at laga seg til tað góða. Hvør kundi festa sítt álit á Harrans orð um ein stóran dóm?

 

Tíverri er ólukkan ikki yvir enn. Hon er ikki búnað fyrr enn dómadag. Tá skal Jesus døma livandi og deyð!  Tá stendur helvitis æviga pína eftir fyri øll tey, sum ikki hava tikið ímóti Guds náði og frelsu.

 

Jesus líknar tær síðstu tíðirnar við Nóasa tíð. Vit síggja, hvussu gott henda frásøgnin er at líkna við okkara tíð. Jesus kemur skjótt aftur. Tí er tað av størsta týdningi, at vit taka við læru av Nóasa tíð. Tí Bíblian sigur okkum um freisting og synd, at: ”Tann, sum trýr á hann, verður ikki dømdur.” (Jóhs. 3, 18) Jesus sigur hetta í eini samtalu við Nikudemus. Og samanhangi, sum hetta stendur saman við er einki minni enn, at Gud hevur elskað verðina, so hann gav son sín hin einborna, fyri at ein hvør sum trýr á hann ikki skal glatast, men hava  ævigt lív.

 

Hettar eru stór orð. Vit vita frá Guds orði annars, ”at tað er menniskjum tilmált einaferð at doyggja, og so dómur”. Og so sigur Jesus heilt einfalt, at tann, ið trýr á hann, ikki blívur dømdur, tá hann kemur til dómin. Og tað er ikki bert einastaðni hann sigur tað: ”Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið.” (Jóhs. 5, 24)

 

 

Leygardagur 02.02.2013

Latum okkum tí ikki longur døma hvør annan, men dømið heldur soleiðis, at tit ikki leggja ástoytingarstein ella meinboga fyri bróður tykkara.

 

Í hesum kapitlið í Rómverjabrævinum talar Paulus inn í eina støðu, hvar samkoman var deild upp í fleiri ymiskar bólkar, sum á ymiskan hátt, ið sóu uppá ein annan hátt hvussu ein  kundi, skuldi ella átti at liva sum kristin. Nøkur kundu við góðari samvitsku gera ting, sum onnur í samkomuni blivu órólig av at gera, og harvið komu tey í hesa støðu, at tey byrjaðu at døma hvønn annan út frá tí áskoðan, sum hesi høvdu til ávísar spurningar.

 

Ávaringin frá Paulus ljóðar tá:  Latum okkum tí ikki longur døma hvør annan, og har er eisini vert at leggja til merkis, at hann tekur seg sjálvan uppí ávaringina. Hann talar ikki bert til tey, men eisini til sín sjálvs.

 

Hervið fata vit fyri tað fyrsta, at vit hava óivað eina sera sterka trongd til, at gera okkum sjálvi til dómarar yvir øðrum kristnum menniskjum.

 

Tá í vit nú erliga hyggja uppá okkum sjálv, mugu vit mangan geva skriftini rætt í hesum. Bert av tí grund, at ein í eisini er kristin málber seg á ein øðrvísi hátt, enn tað vit eru von við, kunnu vit fáa misálit til hansara andaliga lív; um so er at ein persónur uppførir seg annarleiðis, etur, drekkur ella klæðir seg á ein annan hátt, ella vit síggja annarleiðis uppá ymiskar spurningar, so seta vit beina vegin spurnartekin við hansara erligheit. Eisini sjálvt um tað ikki snýr seg um spurningar, sum ikki eru avgerandi fyri tað kristnu trúnna.

 

Um vit harvið merkja nakra opinbera synd hjá viðkomandi, fella vit vist skjótt dóm yvir hann – sjálvt um vit ikki hava gjørt okkum tann ómak, at tosa við viðkomandi fyri at finna útav, um hann virkuliga er líkaglaður við hesa synd, ella um tað veruliga er nakað, ið hann berjist við. Tað er næstan óneyðugt at siga, men um hann nú hevur fornerma okkum, ella tosa ljótt um okkum, so eru vit beinanvegin  tilreiðar við eygum sum hjá falkinum, sum uppdagar einhvønn feil hjá viðkomandi.

 

Tað ringasta við øllum hesum er, at vit oftast meina at gera ein góðan gerning fyri Gudi, tá vit soleiðis avdúka og døma onnur, men í staðin ganga vit stikk ímóti Bíbliunnar ávaringum um, at hevja okkum sjálv, ella sagt á ein annan hátt gera seg sjálvan betur enn ein er. Tí, vit eru jú øll syndarar og eingin er góður, tað er bert ein, og tað er Gud

 

 

Tann onnur álvarsama grundgeving í áminningini er, at dømi sjúkan er nógvar ferðir vandamiklari enn synd, enn vit av okkum sjálvum fata. Ikki nokk við tí, at vit við okkara dómi, fara inn har  bert Gud ræður, og vit eru atvold til nógv meira ónt, enn gott er yvir fyri okkara kristnu systkjum. Meðan tann eyðmjúka og kærliga áheitan í eini samrøðu í trúnaði, er betur egna til at vegleiða og hjálpa í stríðinum, so skapar dømi sjúkan bert nagg, split og stríð.

 

Í staðin fyri eiga vit at leggja okkum á sinni, at vit ikki á nakran hátt vilja taka tann tjansin, at fáa okkara kristnu brøður og systrar til at falla. Tað hevur tann tídning, at eg royni av øllum alvi at handla á ein slíkan hátt, at samvitskan hjá míni  kristnu systkjum ikki blívur órógva. Halleluja. Amen…

 

 

Fríggjadagur 01.02.2013

»Vakna, tú, sum svevur, og rís upp frá deyðum, og tá skal Kristus lýsa fyri tær!« (Ef. 5, 14)

 

Svøvnur og deyði eru nøvn, sum bíblian brúkar um ófrelstar mannasálir. Kroppurin livir, men sálin svevur deyðans svøvn. Møði og kuldi kunnu fáa ein fjallmann at leggja seg til hvíldar í deyðans mjúku, køldu kavasong. Á sama hátt kunnu møði og kuldi í kristin lívinum fáa eitt hvørt, Guds barn at leggja seg til hvíldar og sova leti og deyðans kalda svøvn.

 

Eitt menniskja kann so sera lætt møðast av at stríðast ímóti syndini, av tí at tað stríðist í egnari kraft. Tað kann eisini møðast av kristiligum arbeiði, av tí at tað hevur so nógv um at vera, at tað als ikki hevur stundir at leita sær kraft av nýggjum hjá Jesusi. Og meðan lívskipið siglir undir Jesu merki, er sálin longu farin at frysta í hel, ja, kanska er hon stívna í gomlum vanum, og tað hjarta, sum eina ferð kendi fløvan av tí fyrsta kærleikanum, er steðgað. Men er eingin bjarging møgulig? Jú, Jesus er mentur at vekja upp, tey deyðu.

 

Tí at skriva stendur: »Vakna, tú, sum svevur, og rís upp frá deyðum, og tá skal Kristus lýsa fyri tær!« Vit treingja áhaldandi til at blíva vakt av Gudi. Hesi orðini umfata øll – bæði óumvend og tey sum hoyra til Guds fólk. Svøvnurin hevur eina stóra megi yvir hvønn einkulta av okkum.

 

Tá í Gud setur inn fyri at vekja menniskju til frelsu, so freistar djevulin tey til at sova eitt sindur longur og útseta avgerðina til seinri. Tað er tann størsti vandin fyri øll søkjandi. Tí bert í ávísum tíðarskeiðum í einum menniskja lívið kann Gud møta tí við sínum kalli og fáa tað vakt. Tí er djevulin sera sniðfundigur, tá hann sigur: ”Sjálvandi skal tú umvenda teg, men tað hastar ikki. Tú kanst róligt sova víðari eina tíð enn.”

 

Tann yvirnatúrliga kraftin, sum fylgir við kallinum, blívur burtur aftur, um so er, at tann søkjandi ikki nítur tað til at umvenda seg við. Tað veit sátan. Og tí freistar hann menniskju til ikki at taka eina støðu í tí eygnabrá, sum Gud kallar.

 

Men eisini Guds fólk hava fyri neyðini, at blíva vakt. Alla tíðina lúrur vandin fyri at falla í svøvn. Hugsa um lærusveinarnar í Getsemane hava! Jesus bað teir um at halda seg vakjandi, men hóast tað sovnaðu teir. Og tonk uppá tær 10 brúðarmoyggjarnar! Tær fimm, sum virkuliga hoyrdu Harranum til, skuldu av illum kunna hildið seg vaknan – men eisini tær sovnaðu. Tað vandamikla er, at man líka so stillisliga blívur yvirtiknir av svøvninum, uttan rættuliga at vita av tí. Og áður enn, man veit av, snork svevur man.

 

Um so er,  at vit sova í einum myrkum verilsi, vakna vit lættari, tá í ljósi blívur tendra. ”Vakna, tú, sum svevur.” sigur Jesus og lovar, at hann vil lýsa fyri okkum. Við sínum ljósi vil hann avdúka og vísa okkum tað, sum darvar okkum, ja við at halda okkum vaknan.

 

Hann vil vakja okkum til sjálvroynslur.

 

Bið til Harran, at so má verða, tí mótstøðu maðurin er grammur í huga, so tað ræður um at halda seg vaknan, og tað við Harrans hjálp.

 

Hósdagur 31.01.2013

Lambsins blóð

 

Og teir hava vunnið á honum vegna blóð lambsins. (Johs. Op. 12, 11)

 

Vit vinna ongan sigur uttan stríð. Tann gamla slangan Sátan, roynir at vevja okkum inn við sínum lygnum, sviki, óndskapi og snildi fær hon okkum á ivast um trúnna. Ella at binda okkara frímóð, við at fáa okkum til at synda, og so aftaná kemur og sigur: Tú ert ein syndari, tú kanst ikki loyva tær at vera ein glaður og virkin kristin, tað vil bert kasta skugga yvir Guds navn! Minst til syndir tínar!

 

Men vit eiga ikki, at lata okkum binda av hansara lygnum. Játta vit syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. (1. Jóhs. Br. 1, 9) Og víðari lesa vit: Og tó at onkur syndar, tá hava vit ein talsmann hjá faðirinum, Jesus Krist hin rættvísa. (1. Jóhs. Br. 2, 1) Tað  eigur at vera okkara skjøldur, tá Sátan setur síni óndu álop inn, fyri at lata munn okkara aftur. Vit hava loyvi til at vera frímóðið, tí Jesus er fyri okkum og ikki ímóti okkum. Tí vilja vit taka stríði upp og siga við djevulin: Steðga tínum álopum, tí annars mugu vit biðja dupult so nógv! Sátan dámar ikki biðjandi menniskju. Og jú meira vit biðja, tess meira hatar hann okkum.Jesu blóð er prógv um, at hann hevur endurloyst okkum og goldið fyri okkara syndir. Og vit vita, at vit kunnu sigra við trúnni á Lambsins blóð. Vit eru ikki trælur hjá djevlinum, men vit eru keypt frí og eru Guds børn. Má Gud sjálvur leggja lovsongin inn í hjørtu okkara, so vit av røttum kunnu takka og lovprísa honum.

 

 

Mikudagur 30.01.2013

At trúgva, tað er at hvíla í hansara fullgjørda verki

Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja. (Hebr 11,1)

Trúgv er at hava samband við lívsins keldu, og at hava samband við Gud, og harvið eitt nýtt lív í okkara Harra Jesusi Kristi. Trúgv kemur framman undan eini broyting til at vera lík Kristusi. Trúgv er at ogna sær Guds opinbering í Jesusi Kristi og at byggja alla tilveruna á Guds Heilaga orð og blíva rótfest í øllum, sum Bíblian sigur um áminning og uppbygging. At trúgva er einki minni enn, at hvíla í trúnni á Jesusar fullgjørda verk á Golgata.

Trúgv og lívsáskoðan hava einki til felaga. Lívsáskoðan er nakað, vit kunnu vísa framm, men trúgv er okkum givin frá í erva, og sum einki menniskja av sær sjálvum kann vísa framm. Vitinskapurin kann evna eitt fræ, sum í okkara eygum heilt líkist einum vanligum fræði, men sum ikki hevur evnini til at spíra og vaksa. Á sama hátt kunnu vit ímynda okkum eina deyða trúgv, sum ikki kann brúkast til nakað, tí hon kann einki útinna og er og blívir eins og tað menniskjaliga framleidda fræði, deytt. Hava vit eina Gudsgivna trúgv, so eiga vit at vækja yvir henni, tí hon er meira dýrabarð enn tað størsta ríkidømi, sum forgongur, men trúgvin verður verðandi.

Trúgvin evnar eina brúgv yvir um dýpi, sum berð okkum yvir um tað avgrund, sum er skapt av syndini. Við at trúgva á Gud, var tað rokna Ábrahmi til rættvísi. Og taka vit við trúgv móti boðskapinum um semju við Jesusi Krtisti, so kallar Gud okkum eisini rættvís við trúnni. Trúgvin sær ein veg, har tað fyri okkum er eingin vegur at hóma. Trúgvin er ein gáva frá Gudi.

 

Týsdagur 29.01.2013

Trongt er portrið, og mjáur er vegurin

 

Tað er eitt vegamót, sum øll, ið kenna nakað til kristindóm, náa fram til. Tað er tann breiði vegurin, har heimsins falsan verður víst fram í síni dýrd. Og tað er trúar vegurin, har eingin følsk kunning er, tí Gud bjóðar ikki okkum tóm lyftir.

 

Hesir báðir vegir, har fjarleikin økist meira og meira frá hvørjum øðrum, tess longri ein gongur fram eftir vegnum. Á tí breiða vegnum uppliva vit aftur og aftur, at tann lovaða dýrd, ið var bjóða okkum, ikki kemur og vónbrot omaná vónbrot og sorg í staðin fyri gleði. Á tí smala vegnum, sum bleiv valdur í trúgv, sannast gleði eftir gleði og dýrd, sum verður fylgd av enn størri dýrd. Og byrðarnar, ið blíva bornar, er á ongum sinni so tungar, at tann, sum ber tær, ikki ørmaktast, tí Harri og Gud okkara sjálvur er við til at bera tær byrðar í annars vildu knúst okkum.

 

Tann, sum gongur eftir hesum vegi í áliti á Harrans leiðslu, økir sín vísdóm og fatan, ikki bert um Skriftina, men um tað, ið gerð Gud harman um tað, sum vit hava við í skjáttuni frá okkara tíð úti í heiminum. Vit hava vist mangar lutir við okkum, sum óivað kunnu forða okkum í, at hava tann djúpa friðin við Gud. Men ganga vit á tí smala vegnum, so blíva vit viðkvæm og koma í andanum til ein dag í lívi okkara at fata, at tá nakað, ið ger Gud keddan, tá blíva vit eisini kedd í anda okkara.

 

Um so er, at vit vilja blíva Guds vallari á veg til Halgan stað, so mugu vit taða mót til okkum og byrja at ganga á tí smala vegnum, helst í dag heldur enn í morgin.

 

 

Mánadagur 28.01.2013

At elska

Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan. (Jóhs. 13. 34)

Tørvurin eftir kærleika og menniskjaligum hita er stórur í okkara kenslukalda heimi. Eisini nútíðar menniskju bera uppá ein stóran tørv eftir kærleika. Tey hungra eftir persónligum áhugamálum og umsorgan, eftir einum sindri av blíðskapi, eftir einum brævi, eini heilsan, sum vísur, at tey hava týdning fyri einum ella øðrum. Og tá ið sjúka og sorg vitjar, so er tað vist einki, sum kann ugga meira enn ektaður kærleiki. Av øllum tí, sum vit kunnu geva til og gera fyri hvønn annan, kann einki setast í staðin fyri kærleikan!

Einki boð dømir okkum so hart, sum boðið um tann fullkomna kærleikan. Og eingin sannleiki treingir so djúpt niður, sum júst hesin. Tað sáldar ikki bert míni orð og gerðir, men eisini rótina í míni sál. Tað sáldar hvørja grund fyri hvørji hugsan og kenslum, hvørjum orði og gerð.

Jesusar boð um fullkomnan kærleika handlar ikki bert um útihýsan av øllum neiligum í okkum, men tað umfatar eisini tað jaliga í okkara áskoðan, bæði á Gud og menniskju. Ikki bert til nøkur fá menniskju, men til øll!  Og her koma vit í eina álvarsliga støðu. Tí, tá vit kanna okkara dagligu gerðir, tá síggja vit, at vit ikki hava kærleika. Vit kunnu ikki av egnari megi elska Gud yvir allar lutir og elska okkara næsta eins og okkum sjálvi.

Í okkum sjálvum finna vit ikki nakran íblástur til at elska okkara næsta, í hvussu so er ikki nokk. Íblásturin, tilstuðlan og kelduna til at elska hvønn annan, finna vit við at liva í Guds óbroytiliga kærleika. Hygg uppá Kristi kærleika. Verð verandi síðu um síðu við Hann, sum elskaði okkum fyrst, og tú vilt verða førur fyri at elska onnur, uttan mismun , uttan meting.

Tann størsta eydnan er ikki at hava ella at fáa, men bert í at geva. Tað størsta hjá okkum menniskjum er sjálvsøkin kærleiki.

Í okkara kalda heimi, hevur tað eina góða og stóra ávirkan at vera saman við menniskjum, ið hava eitt heitt hjarta og milt lyndi, og sum í kærleika vísir persónliga umsorgan fyri okkum. Eiga vit so ikki eisini at víst sama mildni yvirfyri øðrum menniskjum.

 

Sunnudagur 27.01.2013

Máli hjá einumhvørjum kristnum

 

“Ein og hvør, sum er fulllærdur, skal verða sum meistari hansara.” (Luk. 6, 40)

 

Meðan Jesus enn var millum lærusveinar sínar, so royndi hann at mynda hesar ólærdu menn til, at hugsa eins og Hann. Hann lærdi teir, at teir skuldu vera vandnir um sína atferð og málburð, við øðrum orðum sagt, teir skuldu hyggja væl eftir sínum egnu feilum heldur enn feilum hjá øðrum menniskjum. Hann lærdi teir, at eins og fariseararnir vístu honum frá sær, á sama hátt vildu teir blíva vístir aftur. Og at tann gerning, sum hann lærdi teir til at taka sær av, áhaldandi skuldi mennast og á ongum sinni halda uppat. Lærusveinarnir sóu tann eyðmjúka atburð, teirra meistari legði fyri dagin og lærdu, at “Ikki er ein húskallur størri enn húsbóndi hansara.” (Jóhs. 13, 16)

 

Vit syngja: Tú ferðamaður til halgan stað, miss ikki Jesus úr eygsjón! Ei villist tú í hans ferðalag, miss ikki Jesus úr eygsjón! Hava vit Jesus í eygsjón í stórum og smáum, sum vit gera í dagligdegnum?  Tað tikist kanska, sum um máli er so langt burtur, so at vit gloyma at fylgja okkara meistara. Hví skal nakar hava loyvi til at traðka á meg, uttan at eg havi loyvi til, at svara aftur? Vit eru nom í lívshátti heimsins, men tornæm, tá tað er at taka ímóti Jesu læru, at venda hin kjálkan til. Vit hava tað vist ikki so lætt, tá tað kemur til, at biðja fyri okkara fíggindum, ella tey sum tala ilt um okkum, og sum ger okkara dagar meira torførar. Men máli fyri einhvønn kristnan er, at vit skulu fylgja Jesusi eftir í øllum tí, Hann hevur lært okkum. Vit vilja so gjarna sleppa at rósa okkum eitt sindur av, hvat vit hava gjørt, - men hvussu líti er tað tó, ja, sjálvt eftir at hava fylgt Jesusi eftir í mong, mong ár.

 

 

Leygardagur 26.01.2013

Vitni

 

Harmur í hjarta á manni nívir tað niður, men eitt gott orð gleðir tað. (Orð. 12, 25)

 

Eitt vinarligt orð kann avrikar nógv meira enn vit trúgva, og so kostar tað einki. Hóast tað, so eru vit sera sparin, tá tað umræður vinarlig orð, og ikki at tala um, tá tað er eitt vinarligt smíl. Fyri Jesusar eftirfylgjarar átti tað at veri ein sjálvfylgja, sum vit ikki kundu lati verði við, tí blíðskapur og tað vinarliga smíli bleiv givið okkum, tá Jesus av síni náði gjørdi allar lutir nýggjar fyri okkum í einum nýggjum lívið saman við honum. Tað stendur nógv skriva um gleði í Bíbliuni, men leggja vit áherðslu á, at tað kemur okkum við? Kunnu vit gleða okkum tá “teir høvdu verið hildnir verdir at líða vanvirðing fyri navnsins skuld”. (Aps. 5, 41) Jesus segði, at vit skuldu elska okkara fíggindar. At vísa góðvild og vinsemi er tað fyrsta feti at náa hesum máli. Tí eigur okkara vinsemi ikki bert at umfata tey, sum vit kalla fyri vinir okkara.

 

Vit standa mangan frammanfyri eini læstari hurð, sum vit ikki eru før fyri at fáa upp. Men vinsemi og eitt smíl er mangan tað háttalag, sum er ført fyri  at opna rustaðar hurðar. Serstakliga millum eldri finnast tað mong, sum ikki uppliva nógv av vinsemi. Og innsíðan av tí afturlatnu hurðini kann vera dapur at hyggja uppá dag eftir dag hjá tí, ið býr har inni. Tí eiga vit at hugsa um, hvussu einsligt tað er  at blíva gamal og sita og hugsa um síni mongu ár, og hugsa um, hvat tað bleiv av teimum.

 

Vit mugu spyrja okkum sjálvi, um vit spreiða ljós, sum tey í til eina og hvørja tíð eru tilreiðar við einum vinarligum og hjálpandi orði. Ella hava vit nokk í okkum sjálvum? Tað er nokk av ljósi og vinsemi at fáa frá Gudi. Tí eiga vit ikki bert at fáa okkum nokk til egi brúk, men nokk, so at vit allan dagin kunnu bera vitnisburðin um Hann, sum er ljósi út til onnur.

 

 

Fríggjadagur 25.01.2013

Hoyrið

»Hvussu leingi vilt tú halda sál okkara í óvissu? Ert tú Kristus, tá sig okkum tað beint fram!« Jesus svaraði teimum: »Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva ikki. Teir gerningarnir, sum eg geri í navni faðirs míns, teir vitna um meg; men tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum. Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni. Faðir mín, sum hevur givið mær teir, er størri enn allir, og eingin skal slíta teir úr hond faðirsins. Eg og faðirin eru eitt.«

 

“Ert tú Kristus? So sig okkum tað beint fram!” “Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva mær ikki – tí at tit eru ikki av minum seyðum. Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær”

Vilja vit vita hvør Jesus er, mugu vit lurta eftir honum, lurta eftir hansara rødd soleiðis at vit koma at kenna hann betur.

Hvat sigur Jesus við okkum? Lat okkum fara til Evangeliið og hoyra: Hann sigur: “Tí at so elskaði Guð heimin, at Hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á Hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív!” Hann hevur bøtt fyri okkara synda skuld, og kann tí bjóða okkum frelsu við trúnni á hann.

Hann sigur: “Fylg mær!” – so einkult og tó so trupult, hann kallar okkum til at fylgja sær eftir, og samveru við seg sjálvan! Tað, at vera kristin er ikki, at halda seg til eina religión, men at hava samband við Jesus.

Hann sigur: “Far og synda ikki meira!” – hann biður okkum um, at hava eina uppgerð við syndina í lívið okkara, í smáum ein væl og í stórum!

Hann sigur við tann blinda mannin við Jeriko vegin: “Hvat vilt tú at eg skal gera fyri teg?” – hann sær okkara tørvir, og hann ynskir at hjálpa okkum, men hann ynskir at vit skulu seta orð á okkara tørvir, og á tann hátt bjóða honum inn í lív okkara. Jesus vil ikki sjálvur treingja seg inn á okkum, men hann ynskir at lut okkara lívs viðurskiftir saman við okkum!

Hann sigur: “Og hetta er tað æviga lívi, at teir kenna teg, tann eina sanna Gud, og hann sum tú hevur sent út, Jesus Kristus!” – hann gevur okkum himmalin og ævinleikan inn í lív okkara, hann bjóðar okkum samfelag við seg, eitt samfelag, sum skal vara við eisini út um tað, sum skilir okkum sundur, hann sum vit kenna sum deyðin.

“Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær!” So lat okkum lurta eftir Jesusar rødd í dag, lat okkum lesa hansara orð – sum av sonnum vóru talaði fyri nærum 2000 árum síðani, men sum eru enn tann dagin í dag líka viðkomandi og galdandi fyri okkum í dag, ja, sum kann upplivast sum dýrgripir fram við lívsvegi okkara, tí tey tala beint inn í hjørtuni og eru ljós fyri okkum í dag.

Jesus kennir teg, hann nevnir teg við navni, hann talar orð inn í veruleikan í tínum gerandisdegi, eisini í dag. “Lurta eftir honum!”

Hósdagur 24.01.2013

Bert góðska!

Eina góðska og náði mær fylgja allar mínar lívsins dagar. (Sl. 23, 6)

Kann tað í veruleikanum vera satt?

Ja! Tú undurfulli Gud. At vera kristin, er at vera ein eftirfylgjari av Jesusar góðsku.

Sálma 23, talar ikki bert um tað, ið gott er. Har verður eisini tosa um “okkara fíggindar” og um “deyðaskuggans dal”, og um tað, “sum er ónt”. Og kristnilívið hjá hvørjum einkultum inniheldur mangt av hesum, sum nevnt er, og sum vit langt frá kunnu kalla “bert gott”.

Og tó, so eru orðini galdandi: “Bert gott”.

Tí allir lutir samvirka til tað góða hjá teimum, sum elska Gud. Í deyðaskuggans dali blívur hann, sum fylgir við, enn meira kærur. Og á hendan hátt blívur tann myrki dalurin til vælsignilsi. Tá “tað, sum er ónt” nærkast, tá finna vit uggan í stavinum og keppinum, har vit koma nærri inn til hansara. Og á hendan hátt blívur tað, ið ónt er, honum til reina góðsku og miskunn.

Tá trongdirnar kasta sínar myrku skuggar, so er bert miskunn eftir. Tá vit flýggjar frá tí, ið vit trúðu var ónt, so blíva vit fylgd av tí, sum er gott.

 

Hósdagur 24.01.2013

Vit eiga at liva “av trúnni og hini góðu læruni” (1 Tim 4,6)

 

Lygn kann koma fram sum eftirfarandi. Og tað fær mong við eldhugi at viðurkenna eina falska læru. Sannleikans vegur, ið er ein sjálvsnoktan, uppvenjing  og rannsóknar vegur, sum ikki kann gangast uttan áhaldandi at ganga í Jesu fótasporum, annars finnur eingin vegin fram. Stríði móti ranglæru blívur harðari og harðari sum tíðin gongur. Vit lesa: Men andin sigur beinan vegin, at í komandi tíðum skulu summir falla frá trúnni og halda sær at villandi andum og lærdómum av illum andum”.( Tim 4,1)  og  “tí at bardagi okkara er ikki móti blóði og holdi, men móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í hesum myrkri, móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum.” (Ef 6,12)  Hesin máttur vil vinna á okkum, um so er, at vit ikki halda okkum til Guds sanna orð, sum bert kann frígera okkum av teirra taki.

 

Okkara týdningarmiklasta vápn er at íklæðast Guds herklæði og trúarskjøldurin á lofti. Okkara egna megi er veik og fíggindin kann okkum lættliga falla, er ein veruleiki í stríðnum, ið kann tøla okkum við illum andum og falsi. Tí eiga vit at læra, bert at byggja á tað, sum minst tvey ella trý skriftstøð ummæla, er sannleiki. Tað hevur sátan funnið uppá, at taka orð út úr teirra rætta høpi. Harvið eru mangar villandi lærur komnar fram. Vilja vit kenna sannleikan, so hevur Gud lova í sínum orði, at vit eisini skulu finna hann. Gud hevur skilliga greina tann rætta vegin, ið er Jesus Kristus, fyri okkum, so vit við Heilaga Andans vegleiðing ikki kunnu villast.

Mikudagur 23.01.2012

Bjarging

Tí harímót, sum ikki ger gerningar, men trýr á hann, sum rættvísger ógudiligan, verður trúgv hansara roknað til rættvísi. (Heb. 4, 5)

Hann rættvísger tann ógudiliga.

Tað kundi ikki veri sagt sterkari. Tann ógudiligi  fær játtan um, at hann er rættvísur, bert tí hann trýr, uttan at hann hevur gjørt seg tilreiðar, ei heldur ein spíra til eina betur lívsførslu í lívinum. Tann ógudiliga!

Men tað kundi ikki verði sagt betur,- meira guddómligt meira vónríkt. Tann ógudiligi, tann, sum ikki hevur nakrar góðar gerðir at vísa á, einki, sum kann standast fyri Guds eyga, hann, sum kannar orsøk og sinnalag, - hesin ógudiligi syndarin fær tað váttan, at hann er fríur og rættvísur. Hann leitar til sítt hjálparloysi og angist inn til Guds náði, og har verður hann fjaldur í Kristi rættvísi. Hann veit heldur ikki sjálvur, um hann hevur tað, sum Skriftin kallar: “Trúgv!”  Men hann suffar í hjálparloysi um bjarging. Og tað er trúgv. Og so er hann frelstur!

Hesin ógudiligi syndarin, hann, sum ongar góðar gerningar hevði at vísa á, hann stendur fyri Krists skuld rættvísur yvirfyri Gudi. O, tann undurfulla náði.

Týsdagur 22.01.2013

Kletturin

Síðan segði Harrin: »Kom og statt her í námindu hjá mær, har á klettinum; og tá ið so dýrd mín fer framvið, skalt tú standa í klettasprunguni; og eg skal halda hond mína hyljandi yvir tær, til eg eri farin framvið. (2. Mós. 33, 21 – 22)

Her er ein góð mynd um, á hvønn hátt ein syndari møtir tí Heilaga Gudi. Einki óreint kann standa frammanfyri Guds hvassa eygnabrá.

Men Harrin sigur: “Kom og statt her í námindu hjá mær, har á klettinum; og tá ið so dýrd mín fer framvið, skalt tú standa í klettasprunguni.

“Klettur, klovin fyri mær, lat meg fáa lívd hjá tær!” Við allari míni synd og øllum mínum vesaldómi fjali eg meg í klettinum, - Kristusi. Í hansara sárum, hevur sál mín sítt skýli.

Hann sigur sjálvur:Eg skal halda hond mína hyljandi yvir tær”.

Fjaldur í klettinum, - og lívd undir hansara hond kann eg armi syndari ótarnaður møta tí Heilaga Gudi.

Mánadagur 21.01.2013

Ídni

Latum okkum tí royna alt tað vit kunnu at ganga inn til hina hvíldina... (Heb.4, 11)

Tú svevur teg ikki inn í himmalin.

Mín sál, tú ert vælsaktans ikki byrja at blíva lin og líkasæl. Svøvnur tín kann kosta tær tað ævigu hvíluna.

Ídni má til! Guds ávaring ljóðar álvarslig!

Ídni er tað mótsetta av leti, - tað vil siga, at ta lyndi, sum ikki vil ofra og stríðast. Ver vakin. Stríðst í álvara. Stríðst í hansara kraft móti tínum sálar fígginda. Kæra sál, ger tær ómak.

Men er ídni og hvíla ikki mótsetningar? Nei, teir passa saman eins og fótur í hosu. Tí tann, sum ger sær ómak, hann kemur at sanna, ta ævigu hvíluna.

Ver íðin í dag!

Leygardagur 19.01.2013

Máli av trúgv

Í Rómverjabrævinum 12, 3, skrivar Paulus ápostul: ” Guð hevur býtt einum og hvørjum sítt mál av trúgv.”  Tá tú kemur inn í hendan heim, tá leggur Gud trúnna niður í hjarta títt. Gud gevur tær kraft til at trúgva á hann. Tann sterkasti máttur í tíni sál er óivað hetta mál av trúgv. Tað er lættari at trúgva á Gud, enn at trúgva á djevulin. Tað er lættari at trúgva á tín besta vin, enn at trúgva á tín versta fígginda. Tað er lættari at trúgva, at Gud vil grøða teg, enn at djevulin vil trælka teg. Tað er lættari, tí Gud hevur lagt trúnna niður í títt hjarta. Hann hevur lagt inn eitt mál av trúgv. Og tú hevur hana.

Áður bað eg: “Áh, Gud gev mær trúgv!” Tað var eingin, sum hevði sagt mær frá, at vit hava eitt mál av trúgv í okkum. Eg las í Bíbliuni, men tað kemur fyri, at vit hoppa yvir nakað av tí mest týdningarmiklu frálæru í Bíbliuni. Eg hevði mangan lisið hesi orðini:  ” Guð hevur býtt einum og hvørjum sítt mál av trúgv,” uttan at hugsa meira gjølla yvir tey.

Ein dag rann upp fyri mær hvat Rom. 12, 3, hevði at siga mær. Eg havi trúgv. Gud segði hetta við meg. “Trúgv er ikki nakað tú fær, tað er nakað, sum tú longu hevur.” So eg gavst við, at biðja um meira trúgv. Tú heldur ikki á við at biðja Gud um nakað, sum hann longu hevur givið tær. Tú hevur trúgv. Men tú kanst oyðsla hana burtur.

Jesus gav ikki ápostlunum ábreiðslu um, at teir høvdu ov lítla trúgv. Men hann segði: “Hvar er hon? Hvat hava tit gjørt við hana? Hví brúka tit hana ikki? Hví hava tit goymt hana? Hví hava tit lagt hana frá tykkum, tá tit hava brúk fyri henni, tá, ið tit eru í trongstøðu?”

Jesus og lærusveinarnir vóru í einum báti, sum rullaði illa í tí nógva vindinum og tí ringa sjónum, og lærusveinarnir vóru ræddir fyri lívinum. Og teir vaktu hann og søgdu: »Meistari, leggur tú ikki í, at vit ganga burtur?« (Mark. 4, 38)

Og hann reistist og hótti at vindinum og tað bleiv blikastilli.

Trúgv kemur av at hoyra

Rómverjabrævið 10, 17 sigur okkum frá á hvønn hátt tað virkar: “So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists.” Legg til merkis á hvønn hátt ørindi 13 samsvarar við orði “kemur”: “Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.”

Ørindini 14 og 15 halda áfram: “Hvussu skulu tey tá ákalla tann, sum tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar? Og hvussu skulu teir prædika, uttan at teir verða sendir?”

Í teimum mongu síðstu árunum, hava milliónir av menniskjum mist trúnna á alt – ríkisstýrir, politi, samkomur og kristniboðarar. Menniskju hava mist trúnna á so gott sum alt, ið nevnast kann. Men meðan eg luti hetta við teg nú, so kemur trúgvin upp í hjarta títt. So verður máli av trúgv gjørt virkið.

Tað er ófriður inni í tær. Unduri tú hevur bíða eftir – at sál tín skal blíva frelst, at likam títt skal blíva grøtt, og at alt tær tørvar kemur til tín, at tú skalt blíva settur í frælsi, at støða tín skal blíva vend – er komið!

 

Fríggjadagur 18.01.2013

Vónrík framtíð

Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð. (Jer. 29, 11)

Á hvønn hátt skal tað gangast okkum í framtíðini? Á hendan hátt spyrja menniskju ráðleys og bangin. Gud svarar aftur við teimum orðum, sum vit byrjaðu við, at hansara hugsanir við okkum er ikki ólukka, men framtíð og vón. So vit hava nakað gott í væntu, nakað vit kunnu gleða okkum til.

Guds hugsan er ikki trilvandi og ósikkur. Hansara hugsanir um okkum streyfa ikki hann bert av og á. Hann hugsar á ein slíkan hátt, at hann veit, hvat hann hevur hugsa, og hann hevur hugsa seg um, hvat hann hevur í umbúna við hvørjum einkultum av okkum. Gud ráðførir seg við seg sjálvan, og so leggur hann ætlanina fyri lív okkara. Vit standa mangan spyrjandi, bangin og óttafull yvirfyri, á hvønn hátt alt vil koma at ganga. Men Gud stendur tryggur, og veit við vissu, hvat hansara ætlan er við okkum!

Allar Guds hugsanir við okkum hevur hann skipa fyri av kærleika, tí er framtíðin, friður og vón. Tað liggur okkum menniskjum so nær, at trúgva, at Gud setur saman ólukkur og sendir tær sum straff yvir okkum. Og hann undirstrikar so týðuliga, at hann ikki hugsar tankar um ólukku.

Hóast tað eru tað mong, sum eru ivandi við, at lata Gud ráða frítt í lívið teirra. Tí má hann aftur og aftur vissa okkum um, at hann avgjørt ikki hevur hugsanir um ólukku, men at hann tvørturímóti vil geva okkum framtíð og vón. Tá vit trúgva, at øll vón er úti, og at ein ólukka vil raka okkum, so er Gud tilreiðar, at birta vón í okkum. Ja, hann gevur okkum eina ljósa framtíð.

Vit hava so ringt við at fata Gud, og hansara hugsan við okkum, men tað ger heldur einki. Tað, sum hevur týdning er, at hann forstendur okkum og veit, hvat er okkum at gagni, so at vit eru lukkulig. Um hann bert fær loyvi til, at føra sínar hugsanir og ætlan út í lív okkara, so kunnu vit verða trygg og gleða okkum til, at alt vil verða gott.

Tí hann vil gera allar lutir reiðuliga! Eru vit í Guds ætlan?

Íblástur frá Kol. 1, 15 - 23

Heimlongsul ella?

 

Tí at eg eri í iva millum tey bæði, við tað at eg havi hug at fara hiðani og vera hjá Kristi, tí at tað hevði verið ólíka nógv betri. (Fil. 1,23)

 

Paulus hevði ein brennandi longsul og ynski, sum togaði í hann hvønn sín veg. Men hann vildi rætta seg eftir Gudi, og setti sítt egna ynski afturum í álitinum á, at tá hann skuldi fara herfrá, so var tað at møta Jesusi og vera saman við honum.

 

Trúgvin, ið fylti Paulus við hesum álitinum, var, at hann skuldi heim til Jesus. Er hetta greitt fyri tær og hevur tú sama álit? Tað er so nógv, ið treingir seg inn framum hetta at liva fyri og við Jesusi, so at vit síggja fram móti tí síðsta ”arbeiðsdegi” okkara við gleði, tí tá skulu vit heim til Jesus.

 

Trúgva vit av hjarta, at tá tíðin er endað her, at vit tá verða saman við Kristusi, tá hevur deyðin mist makt sína yvir okkum. Tá vilja vit hvønn dag vaksa í trúnni á Jesus Kristus. Eisini í vissuni um, hvørja náðigávu vit fingu, tá vit tóku ímóti honum, og hann kom inn í lív okkara. Tá bleiv tað lív, gleði og sæla.

Hetta eru tríggjar grundsúlur, sum halda í lívi og í deyða, og gevur okkum dirvi at enda her, fyri so at vera heima hjá Kristusi.

 

Í himmiríkis høllum tá

teg, Jesus, eg í dýrd skal sjá; tá er mín sál av syndum loyst,

tá tørvar mær ei aðra troyst.

 

 

Med venlig hilsen

Johannes Danielsen

At vera í samband við

Sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdum. (Sl. 107, 28)

Menniskju eru í neyð. Tað var eisini á teimum døgum, tá sálmarnir í Bíbliuni vóru skrivaðir, og teir finnast eisini í dag. Tey búgva í tínum grannalagið og eru óivað eisini at finna í tíni familju. Og tað kemur kanska enn nærri: ” Hvat við tær sjálvum?”

Tað er so vælgerandi at møta onkrum, sum erliga viðganga: “Jú, eg eri eisini í neyð!” So er tað eisini eitt grundarlag fyri, at tosa saman og biðja saman. Men ta bestu hjálp fáa vit, tá vit venda okkum til Harran, við okkara neyð. “Teyheittu á Harran, og hann tá hjálpti úr trongdum.” Hvat enn tín trupulleiki er, so hevur tú loyvi til at bera hann fram fyri Gud í bøn. Sig honum alt. Gud veit um alt í forvegin, hóast tað, so vantar og ynskir hann, at tú opnar teg fyri honum, og greiðir honum frá tíni neyð. Hann vil lurta eftir, hvat tú førir fram, og hann vil svara tær í sínum tíma.

Tú skalt nokk biðja meira enn ta einu ferðina. Ver ikki kedd um, at biðja um ta sama umaftur og umaftur. Jesus sigur, at vit til eina og hvørja tíð skulu biðja og ikki troyttast. Og hann heldur fram: “Og man tá Guð ikki lata síni útvaldu fáa rætt, tey, sum rópa til hansara dag og nátt? Og hevur hann ikki tol við teimum? (Luk. 18, 7)

Og letur Gud teg bíða við sínum svari, so kanst tú hóast tað halda fram við at biðja við frímóðið. Minn Harran á hansara lyftir. Ikki, tí at hann er gloymskur, men tín veika trúgv hevur brúk fyri, at tú ert í samband við hann alla tíðina. “Tit, ið áminna Harran, gevið honum ongan frið, fyrr enn hann hevur bygt upp aftur Jerúsalem.” (Jes. 62, 6-7)

Guds orð eggjar okkum so innarliga og úthaldandi, at vera í bøn. Í hesi eggjan liggur ein stórur og sterkur tryggleiki um, at hann vil bønhoyra okkum! Kanska í eini aðrari stund og á ein annan hátt, enn vit høvdu hugsa okkum. Men ta eigur at geva okkum ein sera stóran tryggleika. Vit vita jú, at tann háttur, Harrin svarar okkara bønum á, og tað stund, hann velur sær, er til eina og hvørja tíð, tann besta.

Ìblástur frá sangløtu í Blákross kafe 14.01.2013

Hann er hjá okkum

 

Tí at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara. (Jóhs. 16, 7)

 

Vit ynskja mangan, at Jesus var hjá okkum, so sum hann var hjá lærisveinunum, tá vildi alt verði mikið betur. Men Jesus sigur, at tað er til okkara egna besta, at hann ferð burtur, tí tá kemur Talsmaðurin, Heilagi Andi til okkara og skal altíð verða hjá okkum, við okkum og í okkum. Jesus kundi ikki blíva verandi hjá sínum lærusveinum og vinum til allar tíðir. Men Talsmaðurin vil altíð verða hjá okkum, og vil verða okkara hjálpari til eina og hvørja stund og í hvørjum gerningi, sum vit gera í Harrans víngarði. Frá honum fáa vit vísdóm og íblástur, so orð okkara ikki verða tóm.

 

Opna vit fyri Talsmanninum og biðja hann koma inn í lív okkara, so fáa vit nakað, sum heimurin ikki kann yvirvinna. Áðrenn Hvítusunnudag vóru lærusveinarnir ein bólkur av bangnum persónum, ið goymdu seg. Men tá Heilagi Andi, Talsmaðurin, kom niður til teirra og fylti teir, tá blivu teir onnur menniskju, sum uttan ótta traðkaðu fram og talaðu um tann krossfesta, men upprisna Frelsaran. Vit síggja ta stóru broyting, sum hevur veri teimum fyri. Stutt frammanundan høvdu teir skeldast um, hvør av teimum var størstur. Nú blivu teir fyltir av ágrýtni og kraft til at geva víðari av tí undurfulla boðskapi um Jesus, sum deyðin ikki kundi halda í sínum kalda favni. Í tí løtu, vit vitandi opna okkum fyri Heilaga Andanum, tá hendir tað nakað við okkum. Vit blíva meira fylt av tí eina neyðuga, at hoyra okkara Harra Jesusi til í lívið og deyð.

 

 

Leygardagur 12.01.2013

At trúgva er at hvíla í hansara fullgjørda verki

 

Trúgv er at hava samband við lívsins keldu, og eitt hjarta fyri frelsunnar Gud, og harvið eitt nýtt lív í okkara Harra Jesusi Kristi. Trúgv er framhaldandi at broytast til at líkjast meira Kristusi. Trúgv er at ogna sær Guds opinbering í Jesus Kristi, og sóknast eftir, at byggja tilveru sína á Guds heilaga orð og blíva rótfest í øllum, sum Bíblian bjóðar til uppvenjing og uppbygging. At trúgva er einki minni enn, at hvíla í trúnni á Jesusar fullgjørda verk á Golgata.

 

Trúgv og  lívsáskoðan hevur einki við hvørt annað at gera. Lívsáskoðan er nakað, vit kunnu fremja, meðan trúgv er givin okkum úr erva, og sum einki menniskja kann taka av sær sjálvum. Vísind kann framleiða eitt fræ, sum fyri okkara eygum at síggja er líkt einum vanligum fræ, men sum ikki hevur evnini til at spíra og vaksa. Á hendan hátt kunnu vit seta upp eina deyða trúgv, sum ikki er brúkilig til nakað, tí hon kann einki útrætta og er og blívur eins, og tað menniskja framleidda fræ, og sum ikki hevur evnini til at spíra og vaksa. Á hendan hátt kunnu vit føra fram eina deyða trúgv, sum ikki kann brúkast til nakað, tí hon kann ikki fremja nakað. Hava vit eina gudgivna trúgv, so mugu vit vara um hana, tí hon er dýrabarari enn tað størsta ríkidømi, sum ikki heldur, meðan trúgvin heldur.

 

Trúgvin gerð eina brúgv yvir dýpi, sum ber okkum yvir tað djúp, sum syndin gjørdi. Við at trúgva á Gud, so bleiv Ábraham roknaður fyri at vera rættvísur. Og taka vit í trúgv móti boðskapinum um semju við Jesus Kristus, so nevnir Gud eisini okkum rættvís. Trúgvin er ein vegur, har tað fyri okkum at síggja er eingin vegur. Trúgv er ein gáva frá Gudi.

 

 

Fríggjadagur 11.01.2013

Guds vísdómur

Tó at hann ikki læt seg sjálvan uttan vitnisburð, við tað at hann gjørdi gott og gav tykkum regn og gróðurríkar tíðir av himni, og mettaði hjørtu tykkara við føði og fagnaði. (Aps. 14, 17)

Mong hava eina ivandi trúgv, og umbera seg við, at Gud ikki opinberar seg, so at tey kunnu síggja gerningar hansara. Tey eru eins og Tummas, sum vildi síggja fyrst, fyri at kunna trúgva.

Men ein slík undanførsla byggir á fávitsku. Gud opinberar seg í undrum í natúruni. So sum sólini og í stjørnu havinum, sum røkka longri út í rúmdina, enn vit við okkara nýmótans tøkni kunnu síggja og hoyra. Og í teimum mongu himinknøttum, sum fylgja teimum banum uttan at stoyta saman. Í blomstrum og trøum, sum sova um veturin, men vakna upptil ein nýggjan skreyt hvørt vár, tá sólin hitar jørð og luft. Í blómunum, fuglunum, fiskunum, djórunum og teimum mongu smákyktum. Og í okkara fingramerki, har einki millum mangar milliónir eru eins. Og hugsa um menniskjuna. Og hugsa um, hvat samanspæl, sum er ímillum likam, sál og anda. Eingin annar skapningur er myndaður í Guds mynd, og harvið hava loyvi til, at hava samfelag við Gud. Vit kunnu ikki halda uppá, at alt hetta er stýrt av sær sjálvum, men er ein sjónligur vitnisburður um Guds almakt.

Eisini í sínum Orði hevur Gud opinbera seg týðuliga, at tann, sum vil viðganga sannleikan, at ikki kann umgangast at síggja Guds almakt og at Hann er alvitandi. Ikki minst á tí profetiska umráðunum, har Harrin vísir, at Hann hevur vitan, sum røkkur frá ævinleika til ævinleika. Einki er fjalt fyri honum. Lat tað fylla okkum við gleði og tøkk, at vit hava ein slíkan Gud, ið heldur okkum í sínum hondum, og leiðir okkum til sína frelsu.

 

 

Hósdagur 10.01.2013

Men verðið slíkir, sum gera eftir orðinum og ikki bert hoyra tað og við tað svíkja tykkum sjálvar. (Ják. 1, 22)

 

Tað eru tey fáu, sum ikki vita, hvat tey áttu at gjørt. Og tey svíkja seg sjálvan, um so er, at tey látast ikki at vita, hvat, ið rætt er. Jesus gevur eina mynd av slíkum menniskjum, og samanlíknar tey við ein dára, sum byggir hús sítt á sandin, har stormur og regn vil skjótt fáa húsi til at falla.

 

Hvussu hevur tað gingist við nýggjárslyftunum um at hyggja í Guds orðs spegil, og ikki at troyttast og broyta skeivleikarnar hjá okkum sjálvum? Eru tey blivin virkin? Ella gongst tað eins og teimum síðsta ár, har tey skjótt vóru gloymd og løgd av vegnum? Eingin, ið sær í Guds spegil og fúsur broytir tað, ið broytast skal, blívur sami persónur. Vit fáa at síggja, at vit eiga ikki at vera sjálvsøkin. Tað eru nøkur, sum treingja til eitt smíl og eitt upplyftandi orð. Og sum vilja fáa eina sólstrálu av gleði, so at tey ikki kenna seg aleinaðan og gloymdan.

 

Hann, sum hevur megi til at frelsa okkum, hevur eisini megi til at geva okkum kraft til, at spreiða ljós og gleði rundan um okkum. Tá hjálpa vit ikki bert øðrum, men eisini okkum sjálvum. Dagarnir og árini blíva annarleiðis, tá Guds ljós fær loyvi til at lýsa gjøgnum okkum. Og vit fáa støðugt meira hug til at hoyra, hvat Gud hevur at siga okkum, og meira kraft til at gera eftir tí, hann sigur.

Lat okkum ansa eftir, at vit ikki falla aftur í syndina

 

Tað er neyðugt at halda avstand frá syndini, og økja um fjarstøðuna til syndina, um so er, at vilja náa fram til sæluna og málið. Fyri at fáa eina fatan av hesum, so vísir Paulus okkum á hvønn hátt tað gekst Guds útvalda fólki, sum máttu sanna, at Gud bjargaði teimum út úr Egyptalandi, á ein undurfullan hátt, og førdi tey gjøgnum oyðimørkina og tess vandar. Hóast tey flestu av teimum knarraðu. Og tey doyðu í oyðumørkini uttan at koma inn í tað lovaða landi, sum fleyt av mjólk og hunangi. Paulus skrivar, at hetta skal vera okkum ein ávaring, at vit ikki skulu tráa eftir tí, ið ónt er, eins og tey gjørdu. Og hann sigur víðari: “Latum okkum ikki heldur freista Guð, eins og nakrir av teimum freistaðu hann og vórðu týndir av slangum. Metist ikki heldur, eins og nakrir av teimum mettust, og vórðu oyðilagdir av oyðileggjaranum! Men alt hetta hendi tey sum fyridømi; men tað er skrivað okkum til ávaringar, sum endin á øldunum er komin til.” (1. Kor. 10, 9 - 11)

 

Plágan í oyðumørkini var uttan iva orsaka av einum oyðandi eingli, so sum vit lesa tað í Gomlu Pakt.

 

Lat okkum ikki vera óhoyrilig móti teimum mongu ávaringum. Gud er okkara Frelsari, men vanvirða vit hansara góðsku, og royna hann, so vil hansara hond koma at liggja tungt á okkum. Gud er einsamallur Gud yvir øllum heimsins ríkjum. Einki heimsveldi kann seta seg uppímóti honum, tí eina hann er Harri og Gud um ævir. Lat okkum æra, takka og óttast hann og seta alt inn fyri at tæna og at verða líðin móti honum.

 

 

Vinarligast

Johannes Danielsen

Týsdagur 08.01.2013

Miskunn

 

...av Harrans miskunn jørðin er full. (Sl. 33, 5)

 

Tá vit síggja Guds góðsku, takka vit tá Gudi av øllum okkara hjarta, ella taka vit tað sum eina sjálvfylgju? Tá vit biðja til Harran um at hann skal hjálpa okkum við einum hvørjum, so svarar hann í sínum tíma, tá hann sær, at vit hava brúk fyri tí, sum vit bóðu um. Men hvat bleiv tøkkin av? Var tøkkin ikki eins væl uppiborin, sum tað, at vit fingu svar frá Harranum uppá bønir okkara.

 

Eisini tá vit biðja fyri landi, fólki, samkomum og landgrunni okkara, so eiga vit ikki heldur at gloyma tøkkina, tí hon hoyrir Harranum til, fyri allar hansara góðu gávur, sum hann gevur okkum.

 

Sæl er tann tjóð, ið hevur Harran til Guð v/12. Gloyma vit sum fólk, at Harrin er okkara Gud, so kemur tað til at ávirka landsins lógir. Og tær óskrivaðu lógir, sum standa skrivaðar í hjørtum várum og okkara samvitsku, vilja eisini blíva vek. Og tá vil næstakærleikin og umsorgan fyri teimum veiku blíva burtur. Ein og hvør vil hava nokk í sær sjálvum, og lógloysi vil ikki meira verða umberingar, men tann ráðandi fyrimynd. Vit mugu opna okkara eygu og bíta merki í, har Guds orð verður æra, har leggur hann sítt vælsignilsi í. Har trívist frælsi, rættvísi og næstakærleiki, sum vit ikki kunnu vera fyri uttan. Vit taka ímóti mongum vælsignilsum hvønn dag frá Guds góðu hond. Lat okkum takka Gudi fyri allar hansara góðu gávur.

 

Mánadagur 07.01.2013

Oyðsla vit tíðini

 

Við tað at vit ikki líta at hinum sjónliga, men hinum ósjónliga, tí at hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt. (1. Kor. 4, 18)

 

Dagarnir fara framvið okkum tann eini fyri og annar eftir. Vikurnar blíva til mánar og mánarnir til ár, og fyri hvørja stund verður eitt líti stykki tikið av okkara lívslongd. Men hvat útfylla vit okkara tíð við? Er tað tað sjónliga ella tað ósjónliga, tað, sum hoyrir Guds ríki til, og sum vit ganga inn í deyðan til, um so er, at vit hava liva í trúnni á Jesus, sum vit hava veri upptikin av?

 

Børn gloyma mangan tíðina, tá tey spæla ella eitt hvørt annað, ið hevur teirra áhuga. Men eisini vaksin, tey kristnu ikki undantikin, kunnu lætt gloyma tað virðismiklu tíð, sum er okkum givin. Bíblian inniheldur bert eina bók, Lívsins Breyð, men hava vit lisið hana? Mong eru tey, sum ikki hava fatan fyri, at tað er Lívsins Breyð, og koma tí, at fáa maktaloysi. Við at lesa Bíbliuna, so venda vit eyguni móti tí óforgeingiliga og ósjónliga, og gera okkum tilreiðar til tann stóra dagin, tá flutt verður her frá hesum jarðarlívinum. Tíðin her á jørðini er givin okkum sum ein fyrireikingartíð, so at vit kunnu velja, at tæna Gudi og gera okkum tilreiðar til tað komandi æviga lívið heima hjá Gudi í sæluni og gleðini.

 

Oyðsla vit lív okkara burtur, ella brúka vit tað, so sum Guds orð vísir okkum á? Tað er spurningurin, sum vit øll mugu stilla okkum sjálvum dagliga eins og eitt eftirlit. Jesus er vegurin, sannleikin og lívið. Fylgja vit honum, so eru vit á rætta vegnum til Himmals.

 

 

Sunnudagur 06.01.2013

Fremmandir hava nú megi hans oytt, og hann vardi tað ikki, eisini hár hans er farið at grána, men hann veit ikki av tí. ...,tí til Harrans, Guðs síns, ikki teir snúðust, og ikki teir leitaðu til hansara, hóast alt hetta. (Hós. 7, 9 - 10)

Tað eru mong kristin, sum eru lík Efraim. Tey vóru sterk fyrr í tíðini, men fremmand, sum ikki hoyrdu til Guds fólk, høvdu tært teirra megi. Tey hava liva ov nær teimum ókunnug, og so við og við, er teirra megi svunnin inn.

Men tey varnaðust tað ikki!

Og máttu tey tó varnast, at vandi var á ferð!

Og nú er teirra hár grátt, og tey ár eru komin, tá ein meira enn áður eigur at summa seg. Men tey hugsa ikki um tað, tey vita tað ikki, tey vilja ikki vita tað! Og, so søkja tey ikki Harran.

Mín sál vakir yvir tær móti teimum fremmandu! Liv soleiðis, at tá tínar likamligu kreftir byrja at minka, tá er tín sálar megi økt, og vil áhaldandi blíva økt, so at, tá títt hár blivið hvítt, tá er tín sálar búni eins hvítur og reinur og ólastandi, og ikki dálka av fremmandum skarni.