Frelsandi boðskapur

29. aug, 2014

Men tá ið Heródes ætlaði at fara at føra hann fram, svav Pætur ta náttina millum tveir hermenn, bundin við tveimum leinkjum, og varðmenn uttan fyri dyrnar hildu vakt um fangahúsið. (Aps. 12, 6)

 

Ein undurfull nátt! Pætur skuldi doyggja dagin eftir. Og tað visti hann. Stutt frammanundan var vinur hansara Jákup bróðir til Jóhannes deyður á sama hátt. Hann bleiv dripin við svørði. So nú var tað Pætursa túrur. Bundin við tveimum leinkjum, tveir menn vóru á vakt hjá honum ein á hvørjari síðu, og aðrar vaktir frammanfyri dyrnar.

 

Men Pætur svav!

 

Tað var eingin angist, sum helt hann vaknan. Tað var eingin óuppgjørd søk við Gud, sum helt hann vaknan. Tað var álit og friður. Um so var, at Gud vildi seta hann fríðan, so vildi tað ikki verða fyrr enn í Harrans tíma. Og skuldi hann doyggja so var hann tilreiðar til tað. Sál hansara hevði frið, hann svav.

Ein undurfullur friður! Gud gevur okkum øllum til eina og hvørja tíð, tann frið, sum vit hava brúk fyri í eini og hvørjari støðu, í líðing, í einsemi, yvir fyri lívsins trupulleikum og óttan fyri deyðanum. Tann friður, sum ber av øllum viti.

21. aug, 2014

Eitt eygnabragd varir hans vreiði, eina lívsævi náði hans. (Sl. 30, 6)

 

Eygnabragdi og alt lívið er sett upp ímóti hvørjum øðrum sum mótsetningar. Hvat er eitt eygnabragd í forhold til eitt heilt lív?

 

Men hvat er so Guds vreiði, at samanbera við hansara náði?

 

Tú kanst merkja Guds vreiði á tær. Og eitt slíkt eygnabragd kann kennast sera langt, men tað er bert eitt eygnabragd, tað kemur tú at sanna aftaná.

 

Men hansara náði vil varða við alt lívið ígjøgnum. Hon hevur ongan enda. Óttast ikki dagarnar, ið koma. Hansara náði vil halda alt lív títt.

 

Eygnabragdi er eisini ein partur av tíðini tú livir. Og náðin hon heldur alt lívið, eisini tá tú merkir vreiði.

 

Tí eisini Guds vreiði er náði!

17. aug, 2014

Tá gingu Ísraelsmenn turrskøddir mitt ígjøgnum havið, meðan vøtnini stóðu sum veggir til høgru og vinstru handa á teimum. (2.Mós. 14, 22)

 

Frelsa Guds er undurfull. Tað sama vatn, sum kundi blivið teirra undirgangur, bleiv teirra frelsa. Tær aldur, ið kundu taka teirra liv, blivu eins og ein múrur í bæði borð hjá teimum, ein múrur, ið bjargaði teimum. Tað hav, sum fyri teir var ómøguligt at koma yvirum, og sum gjørdi at teir vóru verjuleys yvirfyri fíggindans hondum, tað bleiv nevniliga fíggindans váta grøv, og teirra undurfulla bjarging.

 

Á hendan hátt er Gud!

 

Á hendan hátt vil hann eisini verða yvirfyri tær. Óttast ikki fyri trupulleikunum, sum ikki sýnast at vera vinnandi á. Hann skal ikki bert føra teg ígjøgnum trupulleikarnar, men hann skal júst brúka hesar trupulleikar, at bjarga og frelsa teg við, og til stórt vælsignilsi bæði fyri teg og tína kæru.

 

Alt samalt hongur á tær, um tú torir at líta á Hann  

16. aug, 2014

...Harrin er lívs míns vernd...(Sl. 27, 1)

 

Eg treingi til eina verju.

 

Tí eg havi mangar og sterkar fíggindar, sum eru úti eftir mær til eina og hvørja tíð fyri at skaða meg, ja, enntá, at ræna lív mítt. Eg merki mangan á mær teirra óndu ætlanir.

 

Og eg eri sjálvur veikur og verjuleysur. Eg tori ikki heilt at líta á meg sjálvan og mína egnu megi, tí so veit eg næsta heilt fyri vist, at tað gongur galið.

 

Men Harrin er lívs míns vernd!

 

Áh, hvat eri eg ikki eydnusamur og tryggur. Tað finst ikki í allari tilveruni, ikki ein skapningur, sum er í so góðari varðveitslu sum eitt líti, hjálparleyst Guds barn.  

 

Harrin er mín vernd. Tað er ikki bert tað, at hann hevur bygt ein verjugarð runt um meg. Enntá tað vil verð ein tryggleiki. Men tað størsta er, at hann er sjálv verjan. Tað er enntá betur og tryggari. Tann, ið vil fáa meg at falla, má fyrst fáa hann at falla! Eg eri ikki til at taka og ikki til at sára, um so er, at eg fjali meg aftanfyri tað føstu verjuna, sum er Harrin sjálvur.

 

Hvønn skal eg tá óttast!

10. aug, 2014

Men Guð, sum troystar hini niðurboygdu, hann troystaði okkum. (2. Kor. 7, 6)

 

Góða niðurboygda sál. Harrin møtir tær í dag við síni undurfullu uggan. Hann hevur ongar ábreiðslur, um so er, at gongur og ert niðurboygdur. Hann forstendur teg. Hann hevur sjálvur veri menniskja og veit sera gott, at lívið hjá menniskjum ikki altíð er líka lætt at liva. Jesus visti nokk sjálvur, hvat tað var at vera niðurboygdur.

 

Og nú kemur hann til tín. Hann kemur við forstáilsi, samkenslu og kærleika. Er tað yvir tína synd, at tú ert niðurboygd(ur), ella kanska yvir eitt álvarsamt fall, so vil hann teska tær í oyra, at alt samalt er tær fyrigivið. Er tað stúran og trupulleikar, ið plága teg, so vil hann minna teg á bert eitt orð “Faðir”! Tá hann, tann Almáttugi, er tín Faðir, hví skalt tú tá óttast? Eisini lív títt, títt likam, tín heilsa, tín framtíð, tíni kæru og alt tað, sum kemur tær við, er í hansara hondum. Er tað ikki ein stór uggan, ja, ein fullkomin uggan.

 

Ja, sjálvt um tú veruliga ikki veitst nakra serstaka grund fyri, at tú gongur niðurboygdur, so kemur tín frelsari í dag til tín við síni uggan. Tú ert elskað(ur)! Er tað ikki ein stór uggan?